Munnligur fyrispurningur til Jóhan Dahl, landsstýrismann í vinnumálum, um møguleikar hjá føroyskum fyritøkum at bjóða seg fram í sambandi við útbygging av farstøð við meira á
Vága Floghavn.
- Heldur landsstýrismaðurin, at føroyskar fyritøkur skulu hava góðar møguleikar at fáa ráðgevaraarbeiði í sambandi við bygging av nýggjari farstøð v.m. á Vága Floghavn?
- Heldur landsstýrismaðurin, at krøvini, sum sett verða til undangóðkenning, eru relevant fyri um- og útbyggingina av føroyskari floghavn?
- Um krøvini í útbjóðingartilfarinum til undangóðkenning verða fylgd, hvussu góðan møguleika metir landsstýrismaðurin føroyskar fyritøkur at hava, at sleppa framat rágevaruppgávuni, í kapping við útlendskar fyritøkur?
- Heldur landsstýrismaðurin at út-, um- og nýbyggingar, sum tað almenna ger í Føroyum, eigur at verða boðið út eftir leisti, sum hóskar til føroyska vinnu og viðurskifti?
Viðmerkingar
Vága Floghavn lýsir í løtuni eftir heildaráðgevum til undangóðkenning í sambandi við útbygging av Vága Floghavn. Útbyggingin fevnir um um- og útbygging av verandi farstøð, tænastubygningum, umsitingarhølum, brandstøð, parkeringsøki, flogforplássi v.m.
Tá ein lesur krøvini, ið sett verða fyri undangóðkenning, er trupult at fáa aðra fatan, enn at tilfarið er skrivað eftir útlendskum leisti og fyri stórar útlendskar fyritøkur við royndum at byggja flogvallarfarstøðir. Útbjóðingartilfarið er orðað av donsku arkitektafyritøkuni C.F. Møller.
M.a. verður krav sett um skjalprógv fyri, at umsøkjarin hevur royndir við flogvallabygging. Orðingar sum: “Relevante referencer vedr. lufthavnsbyggerier og lignende byggerier”, “beskrivelse af ansøgerens erfaringer og kompetencer med økonomi-, tids-, kvalitets- og risikostyring indenfor lufthavnsbyggeri og lignende byggerier” “erfaringer og kompetencer med indretning og arbejdsmiljø indenfor lufthavnsbyggeri samt byggeri af relevans for den udbudte opgave” ”Oplysning i forbindelse med omsætning på byggeopgaver over 30.000.000 DKK”, og so frameftir.
Spurt verður eisini eftir ”Beskrivelse af ansøgerens erfaring med byggeri under færøske klimaforhold.”, men hetta verður ikki sett sum nøkur treyt fyri úrveljing - sí ”Udvælgelseskriterier”, her tað sæst, at fíggjarlig styrkja hjá felagnum umframt royndir frá tilsvarandi uppgávum, eru fremstu treytir, heildarráðgevar verður valdur eftir.
Nú er tað rár hending, at nýggjur terminalur verður bygdur í Føroyum. Tá royndir frá líknandi verkætlanum er fremsta krav fyri at sleppa framat uppgávuni, so er tað at geva útlendskum fyritøkum rættindi pr exellence framum føroyskar fyritøkur.
Sambært hesum útbjóðingartreytum hava føroyskar fyritøkur mikroskopiskar møguleikar, sammett við stórar útlendskar fyritøkur, sum sjálvsagt hava atgongd til munandi fleiri uppgávur av slíkum slagi, og fíggjarliga eru størri og sterkari enn føroyskar. Einans fýra heildarráðgevar verða úrvaldir við undangóðkenningini.
Spurningurin er hvussu relevant tað yvirhøvur er at seta krav um, at umsøkjarar hava beinleiðis royndir við at byggja flogvallarfarstøðir, tá hugsað verður um vavið av einum føroyskum terminali, sammett við stórar útlendskar terminalar.
Skal føroyska vinnan mennast bæði innanlands og styrkja sínar møguleikar at bjóða seg fram uttanlands, má hon hava góðar møguleikar at bjóða seg fram til verkætlanir í Føroyum. Ikki minst áliggur tað almenna myndugleikanum at viðvirka heldur enn mótvirka hesum.
Bjørt Samuelsen
løgtingkvinna

