1. Nær verða vardu bústaðirnir, ið eftir ætlan skulu byggjast í Eysturoynni og Norðoyggjum klárir at taka í nýtslu ?
2. Hvussu nógv fáa við hesum nýggjan bústað og er støða tikin til, hvør skal flyta inn í bústaðirnar, tá hesir verða tøkir ?
3. Bíðilistin er langur. Hvørjar møguleikar hava tey, ið ikki fáa møguleika at flyta inn í hesar bústaðir ?
4. Eru serligar verkætlanir í umbúna tá umræður at fara undir bústaðarverkætlanir saman við Húsalánsgrunninum ?
5. Um fleiri av teimum, ið ikki fáa møguleika at flyta inn í vardu bústaðirnar, ið landið byggir, velja at skapa eitt lutaíbúðarfelag og byggja samanhangandi íbúðir, hevur landið so møguleika at leiga eina íbúð til starvsfólk ?
6. Um flutt verður í lutaíbúðir - verður støðan ávirkað tá umræður stuðulstímar og tænastu annars frá tí almenna í mun til í dag ?
7. Hevur Almannamálaráðið ætlanir um, at fara undir at byggja fleiri vardar bústaðir kring landið ?
Viðmerkingar
Tá minnilutasamgongan saman við Tjóðveldi og Framsókn stjórnaðu Føroyum eitt tíðarskeið í fjør, varð avgjørt at leggja fyri Løgtingið lóg, at byggja vardar bústaðir til føroyingar við serligum avbjóðingum í Eysturoynni og Norðoyggjum fyri 33 mió. kr. Eisini varð avgjørt at broyta heimildirnar hjá Húsalánsgrunninum, soleiðis at hesin kundi fara undir lutaíbúðarverkætlanir v.m.
Bíðilistin til bústaðir til føroyingar við serligum avbjóðingum er sera langur og hetta var tí eitt stórt stig á røttu kós.
Enn er tó ikki komið í gongd við hesar verkætlanir, og valdi samgongan eisini at skerja játtanina til verkætlanirnar í 2012, grundað á, at mett varð ikki, at verkætlanirnar komu so langt í 2012.
Týðandi er, at fáa staðfest, nær hesar vardu íbúðir verða tøkar, og um støða er tikin til, hvør fær møguleika at flyta inn í bústaðirnar. Eisini eru tað nógv, ið ikki fáa møguleika at flyta inn í hesar bústaðir, og mugu tey tí royna aðrar vegir.
Ein nýggjur møguleiki er, at farast kann undir lutaíbúðarverkætlanir. Hetta er tó treytað av, at tað almenna kann góðtaka tílíkar loysnir, og at neyðugu stuðulin og tænasturnar fylgja við.
Fyri at fáa lýst málið og við vón um, at vit skjótt kunnu minka bíðilistan og bjóða føroyingum við serligum avbjóðingum nútíðarhóskandi bústaðir saman við góðari heildartænastu, verða hesir spurningar settir landsstýriskvinnuni í Almannamálum.
Á Løgtingi, 24. apríl 2012
Kristina Háfoss
Løgtingskvinna fyri Tjóðveldi

