Búskaparpolitiska skaðastovan ABC

13 August 2009
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Minnilutin (Annita á Fríðriksmørk, Bill Justinussen og Tórbjørn Jacobsen) staðfestir, at politiskur ruðuleiki valdar í landinum. Fíggjarlógin fyri verandi ár var lítið meira enn samtykt undan jólum í fjør, so fór samgongan undir tingingar um, hvussu bøtast skuldi um stóra hallið í heimastýrisins finansum. Táið nakað væl var fráliðið, og samgongumenn og -kvinnur ikki høvdu unnað sær jóla-, páska- og hvítusunnufrí, tíansheldur grundlógardagin danska, var andstøða tingsins boðin til fundar um tað, sum skuldi eitast at vera ein kreppu- og vakstrarpakki. Umboð fyri Miðflokkin møtti bara á fyrsta fundinum, Sjálvstýrisflokkurin og Tjóðveldið møttu á trimum fundum, men eftir at vit høvdu ført okkara sjónarmið fram, og tað samstundis gjørdist greitt, at so rópti búskaparpakkin var eitt “take it or leave it” uppskot frá formonnunum í samgonguflokkunum, hoyrdu vit onki aftur frá landsstýrismanninum í fíggjarmálum.

Eftir at vit vóru rikin út úr tingingunum tódnaði kreppu- og vakstrarpakkin brádliga. Fólkaflokkurin hevði snildisliga telvað formann Javnaðarfloksins út á eggina í málinum um lønarsteðg í almenna geiranum, og táið tann lítið skilagóða royndin so sjálvsagt miseydnaðist, fekk Fólkaflokkurin høvi til at hála øll síni hjartamál út úr pakkanum aftur, og Javnaðarflokkurin sat eftir við eini semju, sum var vinnuliga oyðileggjandi og sum burturav skeiklaði sosiala grundarlagið undir føroyska vælferðarsamfelagnum.

Endaliga úrslitið var ikki meira enn komið í ljósmála, so var eldur í skálanum. Hóast boðað var frá samróðri og semju gingu menn kropp av kroppi fram á rað og boðaðu frá, at tikið varð ikki undir við uppskotinum. Hendan gongdin hevur eskalerað hesar seinastu dagarnar, og í dag ber til at staðfesta, at Javnaðarflokkurin, sum eigur uppskotið ígjøgnum sín formann í fíggjarmálaráðnum, er komin í stríð við seg sjálvan, nú formaður teirra á tingi er farin út í eina totala konfrontatión við sín egna formann um sosialu skeiklingarnar í uppskotinum.

Úrslitið av hesum er, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum á fundi í fíggjarnevndini í morgun segði seg hava umhugsað at tikið uppskotið aftur. Í uppskotinum frá landsstýrismanninum er staðfestur ein karmur fyri næstu fíggjarlógina (2010) á 4,643 milliardir krónur. Hartil stendur í samtyktini, at Ólavsvøkuuppskotið er grundarlagið undir hesum karmi. Eftir fundin frættist, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, orsakað av miklu partapolitisku brestingunum í almenna rúminum, heldur fast um uppskotna karmin, men at hann nú hevur modererað ásetingina um kreppu- og vakstrarpakkan á soljóðandi hátt. “Løgtingið tekur undir við, at útreiðslukarmurin á løgtingsfíggjarlógini fyri 2010 verður 4.643 mió. kr., harav rakstrarútreiðslukarmurin er 4.326 mió. kr. og løguútreiðslukarmurin er 317 mió. kr.

Løgtingið tekur eisini undir við, at tey virkisskapandi tiltøk, bygnaðarlig tiltøk og rakstrartiltøk, ið nevnd verða í hjálagda uppskoti, nevnt Ólavsøkuuppskotið, verða framd ella onnur tiltøk verða framd við sama fíggjarliga bata fyri úrslitið í løgtingsfíggjarlógini fyri 2010.”

Harvið mælir landsstýrismaðurin í fíggjarmálum løgtinginum til at samtykkja ein rakstrarkarm sum er 3 milliónir krónur hægri í 2010 enn í verandi fíggjarári.

Ivaleyst er tað skilagott at áseta ein karm á hendan hátt, og tað er eisini ætlanin samsvarandi nýggju játtanarskipanini, men hon er hugsað soleiðis, at karmurin verður ásettur um várið, og at neyðugar lógarbroytingar vera samtyktar, áðrenn fíggjarlógaruppskotið fyri næsta árið verður latið tinginum fyri 1. oktober í undanfarna ári. Bara soleiðis ber til at vita, hvør politikkurin er handan karmin. Sum støðan er nú, veit ongin, hvat vendir upp, og hvat vendir niður. Kreppu- og vakstrarpakkin er farin í tógvar lutir eftir at vera torpederaður frá ymsum síðum, og landsstýrismaðurin hevur nú ein mánað at virka í, har hann skal skrúva fíggjarlógaruppskotið saman av nýggjum. Tað sum samgongan ikki kundi semjast um frá jólum til Ólavsvøku skal nú snikkast til av nýggjum eftir fáum døgum við sama karmi. Hvussu hesin leikur fer, er ilt at vita, men andstøðan sum var rikin úr fyrrnevndu samráðingum hevur í hvussu er ikki fingið nakra áheitan um at gerast partur av teimum politisku raðfestingum, sum nú skulu gerast. Tí fáa vit ikki gjørt annað enn at mæla tinginum til at fella uppskotið, hetta hóast vit halda tað vera skilagott at áseta ein karm, sum er úrslitið av politiskari viðgerð og raðfesting, og ikki sum í hesum førinum, har karmurin hongur í leysari politiskari luft, og samgongan meira at kalla er farin at líkjast eini veru í vektleysum rúmi.

Ongin veit, hvør ið er sjefastronautur í ABC-samgonguni aðru, ongin veit t.d. hvør stjónar almannamálum, soleiðis sum skotríðurnar koma úr teimum ymsu heraðshornunum. Landsstýrið er aftur vorðið kollegialt í ólukkumáta og harvið grýta øll landsstýrisfólkini sínar ábyrgdir á allar teir leysu knakar, sum tøkir eru, og regimið sum hevur sitið í dastið av einum ári er í ferð við at detta sundur av politiskum maktaloysi.

Vit ynsktu at vera við í einum bygnaðar- og vakstrarpakka, sum var skipaður við reformum á eitt nú fiskivinnuøkinum og við nýggjum raðfestingum á almenna íløguøkinum, fyri at menna búskaparliga grundvøllin undir samfelagnum, men táið vit greitt fingu at vita, at hetta ongantíð hevði verið ætlanin, var okkara lutur í hesum máli útspældur. Úrslitið sum lá fyri, áðrenn nýggja politiska hamskiftið ídag, var vinnuliga darvandi og sosialt skeiklandi, og tað kundu vit undir ongum umstøðum stuðla. Nú veit ongin, hvat uppskotið snýr seg um, í hvussu er ikki annað enn tað, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum fær eitt carte blanche til at gera sum hann vil í løgtingsfíggjarlógaruppskotinum, ið skal vera tinginum í hendi í seinasta lagi um 6 vikur, og at rakstrarkarmur hansara er skorin til at vera 3 milliónir krónur hægri enn í 2009.

Mangt bendir á, at partvísa orsøkin til íkomna ruðuleikan er íløguraðfestingarnar, sum ikki kundu broytast í viðgerðini. Roynt var at nartla burturav hjá veikastu bólkunum í samfelagnum og vinnuni, táið plaggið skuldi seymast um stóru tunnilsætlanirnar. Nú tað lotaði úr hanakjafti leyp eitt eyga, og allur bulurin raktist upp eftir ongari tíð, og konturarnir av milliardaíløgum í tunlar standa sum teir einastu á dagsskrá til at vera einastu íløgur sum føroyingar fara undir næstu nógvu árini.

Komið er at teimum mørkum har landið má loysast úr stjórnarloysinum, og tað gerst bara við at løgmaður og samgongan í mið- og evnaloysinum leggur kongin og letur eina alternativa stjórn taka róðursvølin. Núverandi upptak er úrslitið av 4 ára fíggjar- og búskaparligari vanstýring frá 2004-2008, og greitt er nú, at hendan sama samgongan, í hesi aðru syftuni, ikki er før fyri at taka upp eftir sær sjálvari, tíansheldur at leggja eina politiska kós, sum flytir Føroyar framá sum eitt burðardygt vælferðarsamfelag á norðurlendskum støði. Hetta seinasta uppskotið er bara seinasta desperata royndin at halda fast um valdið fyri valdsins sakir.