Bróta føroyskir myndugleikar altjóðarætt við at nokta føroyskari vinnu at bryggja sterkt?

1 December 2009
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

At føroysk vinna ikki kann bryggja og selja sterkan løg til føroyska heimamarknaðin, tá íslendskar fyritøkur kunnu tað.

Munnligur fyrispurningur Til Jørgin Niclasen, landsstýrismann

  1. um at Føroyar bróta Hoyvíkssáttmálan og harvið altjóðarætt við at gera mismun mótvegis føroyskari vinnu
  2. Kann landsstýrismaðurin greiða tinginum frá, hvørt hann heldur tað vera brot á Hoyvíkssáttmálan, at føroysk vinna hevur forboð fyri at framleiða og selja vørur við meira enn 5,8% av alkoholi á føroyska marknaðinum, meðan íslendskar fyritøkur ikki hava hesa avmarking?
  3. Um talan er um brot á mismunarregluna í Hoyvíkssáttmálanum, ætlar landsstýrismaðurin so beinanvegin at taka neyðug stig til at rætta henda mismunin, og loyva føroyskum fyritøkum at kappast á jøvnum føti?

Viðmerkingar
Grein 5 í Hoyvíkssáttmálanum sigur, at mismunur ikki má fremjast millum vørur, persónar og fyritøkur innan umveldi sáttmálans.


Hetta merkir millum annað, at føroyskir myndugleikar mugu tryggja, at vørur við íslendskum uppruna hava líka góða atgongd til heimamarknað okkara, sum vørur við føroyskum uppruna.


Ásetingin í grein 5 í Hoyvíkssáttmálanum merkir eisini, at føroyskir myndugleikar ikki mugu gera tað lættari hjá íslendskum vørum í mun til føroyskar at vinna vegin fram til handilshyllar her á


Sambært galdandi lóg hava føroyskar fyritøkur bert loyvi til at framleiða og marknaðarføra í Føroyum øl, sum hægst hevur í sær 5,8 rúmprosent av alkoholi. Slík avmarking er ikki galdandi fyri til dømis vørur við íslendskum uppruna. Til ber eitt nú at innflyta vodka, snaps og annað til Føroya, ið er framleitt í Íslandi.


Við øðrum orðum hava vit í handilspolitikum høpi ta margháttligu støðu, at føroyskir myndugleikar fremja grova diskrimering av føroyskum bryggjaríum, sum ger kappingastøðuna hjá teimum her á heimamarknaðinum vónleysa í mun til útlendska framleiðslu.


Landsstýrismaðurin í uttanríkismálum varar av Hoyvíkssáttmálanum og hevur skyldu at tryggja, at hann ikki verður brotin.


Tí verður landsstýrismaðurin biðin at greiða frá síni niðurstøðu og teimum atgerðum, hann verður at fremja í hesum sambandi.