Brian Mikkelsen kann ikki geva løgfrøðilig skjalprógv í Eik málinum

24 November 2010
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Hóast Høgni Hoydal hevur sett Briani Mikkelsen 35 spurningar gjøgnum Føroyanevndina á Fólkatingi, hevur búskaparráðharrin ikki lagt fram skjalprógv fyri, hví tað ikki bar til at skilja Eik Banka Danmark frá móðurfelagnum Eik Bank Føroyar av løgfrøðiligum orsøkum.

Hetta var annars loysnin Eik Banki stríddist fyri, tá tað gjørdist greitt, at bankin var í stórum fíggjarligum trupulleikum. Ein loysn sum Fíggjarligt Støðufesti legði fram fyri bankanum, tí loysnin skuldi eitast at vera fíggjarliga og løgfrøðiliga gjørlig. Men fáar tímar áðrenn tíðarfreistina, boðaði Fíggjarligt Støðufesti bankanum frá, at hendan loysnin ikki kundi gerast veruleiki, av løgfrøðiligum orsøkum.

Høgni Hoydal hevur í tí biðið búskaparráðharran skjalprógva, hví hendan loysnin ikki var løgfrøðiliga gjørlig. Í svarið sínum, sigur Brian Mikkelsen, at:

“… staten skal varetage skyldige økonomiske hensyn ved forvaltningen af offentlige midler. Det betyder, at hvis det klare udgangspunkt om afvikling via lov om finansiel Stabilitet i det konkrete tilfælde skulle afviges, skulle den alternative model være økonomisk mere hensigtsmæssig for staten. En alternativ model skulle således indebære et mindre tab for staten. Det følger således af loven, at muligheden for andre modeller kun kan anvendes, hvis det vurderes at påføre staten færre omkostninger, under hensyntagen til den finansielle stabilitet, end tilfældet ville være, hvis den i loven beskrevne afvikling anvendes.”

Brian Mikkelsen metir, at tað hevði kostað danska statinum meira, um bankarnir vóru skildir sundur, enn um Fíggjarligt Støðufesti yvirtók bankarnar. Um løgfrøðiligu skjalprógvini, sigur Brian Mikkelsen:

”Jeg henviser i øvrigt til min besvarelse af spørgsmål 37 vedr. dokumentation i forhold til at fravige den lovfæstede ordning med afvikling.”

Men í svarinum til spurning 37 vísir Brian Mikkelsen bara aftur til svarið til spurning 32, sum er partvís endurgivið omanfyri.

Eik Banki eitt eindømi

Brian Mikkelsen verður eisini spurdur um, um aðrir danskir bankar hava fingið somu krøv og tíðarfreistir sum Eik Banki – og í so fall hvørjir hesir bankar eru. Til hetta sigur Brian Mikkelsen:

”Finansiel Stabilitet har oplyst, at der også for andre banker er stillet krav om moderselskabsgaranti i forbindelse med ydelse af individuel statsgaranti.”

Men búskaparráðharrin sigur onki um, hvørjir hinir bankarnir eru, men leggur afturat, at:

”Endelig bemærkes der, at der ikke har været andre af de nødlidende pengeinstitutter i FS, der forud havde modtaget individuel statsgaranti.”

Hví so er, sigur búskaparráðharrin onki um.

Óheft kanning

Høgni Hoydal spyr eisini búskaparráðharran um hann vil stuðla einari óheftari kanning av gongdini í Eik Banka málinum, men hesum vísir Brian Mikkelsen aftur, við tí grundgeving, at:

”Finanstilsynet vil, jævnfør lov om finansiel virksomhed, udarbejde og offentliggøre en redegørelse for forløbet op til Eik-koncernens overdragelse til Finansiel Stabilitet A/S. Herudover har Finansiel Stabilitet A/S oplyst over for mig, at der i overensstemmelse med tidligere praksis for banker overtaget af Finansiel Stabilitet A/S vil blive gennemført en advokatundersøgelse af Eik koncernen … På den baggrund finder jeg ikke, at der er behov for yderligere undersøgelser af Eik koncernen.”

Ósvaraður spurningur

Ein spurningur av teimum 35, er enn ikki svaraður. Tað er spurningurin:

”Kan ministeren bekræfte, at det var et forslag fra Finansiel Stabilitet til Eik Bank, at man skulle arbejde for en løsning, hvor man kunne løse Eik Bank P/F og Eikfonden fra sine garantiforpligtigelser over for Eik Bank A/S i Danmark, og at man konkret skulle deponere 2,5 mia. kr. i Eik Bank i Danmark, for at løse sig fra garantiforpligtigelsen?”

Tíðarfreistin at svara spurninginum er farin, og Høgni Hoydal hevur rykt eftir svari.

Um tit ynskja viðmerkingar, kann Høgni Hoydal treffast á +298 220250

Øll svarini kunnu heintast á heimasíðu okkara:

http://www.dnag.dk/Default.aspx?pageid=14329&NewsItemID=8619