Lógaruppskotið skal tryggja føroysku og grønlendsku myndugleikunum innlit í metingar hjá Fíggjareftirlitinum av støðuni hjá bankunum í Føroyum og Grønlandi. Uppskotið var til 1. viðgerð 29. marts. Eindarlistin og SF taka undir við uppskotinum, men tað ger danska stjórnin ikki. Stjórnin letur tó upp fyri møguleikanum at víðka um atgongdina til upplýsingar um føroyska og grønlendska bankakervið.
“Eg eri sinnaður at hyggja nærri at møguleikanum at víðka um atgongdina til upplýsingar”, segði búskapar- og vinnumálaráðharrin Brian Mikkelsen undir viðgerðini í Fólkatinginum.
Høgni Hoydal, fólkatingslimur, hevur sett búskapar- og vinnumálaráðharranum hesar spurningar til samráðið í morgin:
- Ministeren bedes redegøre for praksis omkring orienteringen i henhold til Lov om finansiel virksomhed § 354, stk. 25.
- Ministeren bedes redegøre for, hvorfor han mener, at lovforslaget vil give færøske og grønlandske ministre bedre vilkår end den danske ressortminister.
- Ministeren bedes forklare, hvordan han ser det mulige samarbejde mellem den danske ressortminister og henholdsvis den grønlandske og færøske minister for finanser være i forbindelse med en øget indsigt i den finansielle sektor for Færøerne og Grønland.
- Ministeren bedes redegøre for, hvilke politiske forhandlinger der har været direkte mellem ministeren og politiske kolleger i Færøerne om at øge indsigten i de færøske pengeinstitutters situation efter sagen om Eik Bank i september 2010.
- Ministeren bedes redegøre for, hvilke ønsker der er fremsat fra færøsk side om ændringer i systemet?
Samráðið verður í dag kl. 14.15 føroyska tíð (15.15 danska tíð) og verður varpað út á heimasíðuni hjá Fólkatinginum, www.ft.dk, og kann eisini síggjast á sjónvarpsrásini hjá Fólkatinginum, Folketingets TV-kanal.
Lógaruppskotið hjá Norðuratlantsbólkinum kann lesast her:
http://www.ft.dk/samling/20101/lovforslag/L150/som_fremsat.htm#dok
Orðaskiftið frá 1. viðgerð kann lesast her:
http://www.ft.dk/samling/20101/lovforslag/L150/BEH1/forhandling.htm#dok

