Bjørt spyr um verju av drunnhvítastovnum ímóti rottuni

24 May 2013
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

§52a fyrispurning til Kára P. Højgaard, landsstýrismann í náttúruverndarmálum:


- Hvussu ætlar landsstýrismaðurin at tryggja, at drunnhvítastovnurin í Nólsoy verður vardur ímóti rottum?


- Hvørji tiltøk eru sett í verk at verja drunnhvítastovnin?


- Nær væntar landsstýrismaðurin, at neyðug tilbúgving og verndartiltøk eru sett í verk?


- Heldur landsstýrismaðurin tað vera í lagið, at servandi rottuhundurin verður avlívaður, tí eingin hevur uppgávuna at taka sær av honum?


- Er støðulýsingin og eitt yvirlit yvir tey átøk, sum kommunurnar gera fyri at niðurberja rottu og halda henni burtur frá rottuleysu oyggjunum gjørt, so sum lovað varð í svari uppá skrivligan fyrispurning 50/2009 frá 7. apríl 2010?


Viðmerkingar
Tað verður einki minni enn ein náttúrusorgarleikur, fær rottan fótafesti Nólsoy. Sambært Degi og viku, verður servandi rottuhundurin, sum Innlendismálaráðið hevur fíggjað, møguliga avlívaður, tí eingin skipað rottutilbúgving er sett í verk.


Tíverri er longu staðfest, at rotta er komin í Nólsoy, og mest sannlíkt er bert ein spurningur um tíð, til hon veruliga fær fótin fyri seg, verður hetta ikki fyribyrgt. Náttúru¬áhugað og fakfólk hava gjørt eitt stórt arbeiði at fyribyrgja rottu. Men, um effektivasta fyribyrgingin – rottuhundurin – verður avlívaður, verður ikki lætt at seta neyðuga vernd í verk, tá á stendur.


Rottan kann gera óbótaligan skaða á drunnhvítastovnin umframt annan fugl, sum lunda og skráp. Fleiri staðni í landinum hevur rottan longu avoytt drunnhvíta, skráp og lunda. Hetta er nakað, vit undir ongum umstøðum mugu loyva hendir í Nólsoynni.


Altjóða ábyrgd
Í Nólsoy finst møguliga størsta drunnhvítabøli í heiminum, sum hýsir áleið 50% av heimsins drunnhvítum. Talan er um 200.000 pør av hesum sjáldsama sjófugli, sum vit eru so heppin framvegis at hava sum partur at okkara náttúrugivna ríkidømi til stóra gleði og áhuga - eisini hjá ferðafólki. Tað má vera millum okkara fremstu skyldur at verja henda sjófugl, bæði sum part av lívfrøðiliga margfeldi okkara og sum ein altjóða skylda. Nólsoy er júst av somu orsøk útnevnt sum RAMSAR-øki.


Landsins ábyrgd
Hóast tað at basa rottuni, sum so er ein kommunal uppgáva, so er neyðugt, at myndugleikin við evstu ábyrgd av náttúruvernd tryggjar, at ein miðvís tilbúgvingarætlan verður gjørd fyri at verja drunnhvítastovnin, at týna rottuna í Nólsoy og fyribyrgja, at hon ikki kemur í aðrar rottuleysar oyggjar.


Hetta varð eisini lovað í svari til undirritaðu í apríl 2010, tá avvarðandi landsstýrisfólk svaraði: “..eg fari at heita á Umhvørvis¬stovuna um, saman við Búnaðar¬stovuni sum yvirskipaðum eftirlitsmyndugleika, at fáa eitt yvirlit yvir tey átøk, sum kommunurnar gera fyri at niðurberja rottu og annars at halda henni burtur frá rottuleysu oyggjunum.”


Og: “... fari tí at heita á Umhvørvisstovuna um at gera eina støðulýsing av rottutrupulleikunum í landinum, at kanna eftir, um verandi lóggáva framvegis er hóskilig og at samskipa eitt arbeiði, har funnið verður fram til bestu hættir at fremja fyribyrging og týning av rottu í øllum landinum og ikki minst í økjum ella á oyggjum, sum krevja serliga verju.”

Seinastu tíðindini um rottuverju í Nólsoy, bera ikki boð um, at ein skipað tilbúgving er sett í verk.

Á Løgtingið 23. Mai 2013
Bjørt Samuelsen
tingkvinna