1. Hvørjar ætlanir hevur landsstýrið um at geva nýútbúnum møguleikan fyri at sleppa í Arbeiðsloysisskipanina?
2. Hvønn týdning metir landsstýrið, at hetta hevði havt fyri ávíkavist fólkatilflyting og fólkafráflyting í Føroyum?
3. Hvørji tiltøk ætlar landsstýrið at seta í verk til tess at betra um møguleikarnar hjá nýútbúnum at støðast og at flyta til Føroya?
Viðmerkingar:
Seinastu árini er fólkatalið í Føroyum minkað, og samstundis fellur burðaravlopið.
Bæði Granskingardepilin fyri Økismenning og Meginfelag Føroyskra Studenta (MFS) hava undanfarna mánaðin kastað enn meira ljós á hetta álsvarsmál og lýst tær búskaparligu, vinnuligu, sosialu og mentanarligu avleiðingarnar fyri landið.
MFS hevur ítøkiliga víst á, at um nýútbúgvin høvdu møguleika at fara í ALS og høvdu rætt itl ein sonevndan “dimmitendsats”, sum vit kenna úr okkara grannalondum, kundi tað bøtt um møguleikarnar at forða fyri fráflyting og at økja um tilflytingina.
Tí verður spurt, hvørjar ætlanir landsstýrið hevur á økinum.
Á løgtingi, 17. apríl 2012
Bjørt Samuelsen

