Bjørt spyr um raðfesting av ítrótti á miðnámi

6 June 2013
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Fyrispurningur til Bjørn Kalsø, landsstýrismann í ítróttar- og skúlamálum, um raðfesting av ítrótti á miðnámi.

(spurningar eftir 52a í tingskipanini):

- Hvørjar eru fakligu grundgevingarnar fyri, at ítróttur eftir nýggju skipanini nú einans verður kravd lærugrein fyrsta árið á miðnámsskúla?

- Fevna fakligu grundgevingarnar eisini um heilsufaklig atlit?

- Hvussu nógvar tímar ítrótt hava studentaskúlanæmingar eftir galdandi skipan, og hvussu nógvar tímar fáa tey eftir nýggju skipanini, sum fær gildi 1. august 2013?

- Hvussu stórur partur av næmingunum á studentaskúlunum væntar landsstýrismaðurin fara at hava færri tímar í ítrótti tey trý árini, samanborið við skipanina, sum hon er í dag?

- Byggja broytingarnar og umraðfestingarnar av ítrótti á ráðgeving frá faklærarum í ítrótti, ella hvør hevur mælt landsstýrismanninum til júst hesar broytingar?

- Hvat liggur í hugtakinum “sunnheit”, og hvussu nógv kann “sunnheit” taka av teimum 75 árstímunum, sum eru á C-stigi í ítrótti og sunnheit?

- Hvør er orsøkin til, at eingin próvtøka er í ítrótti og sunnheit á stigi C?

Viðmerkingar:

Ítróttur og rørsla hava sera stóran týdning fyri heilsuna, og jaliga ávirkan á lærievnini hjá børnum og ungum. Alsamt fleiri fáa sonevndar lívsstílssjúkur. Umframt at tað gevur munandi verri lívsgóðsku og styttur um lívslongdina, so legst stór byrða á heilsuverkið, og kostnaðin av hesum. Millum týðandi orsøkirnar til fleiri av álvarsomu lívsstílssjúkunum er ov lítil rørsla. Ítróttur í skúlunum er týðandi táttur í tí at geva ungum sunnar rørsluvanar og fatan av, hvussu kroppurin virkar. Og hetta kann hava avgerandi leiklut fyri heilsu teirra, eisini seinni í lívinum. Holl og kvalifiserað undirvísing í ítrótti á miðnámsskúlunum, er tí virðismikil íløga – bæði fyri hin einstaka og fyri samfelagið.

Tað kann tykjast sum at ítróttur, heldur enn at verða styrktur, verður niðurraðfestur á studentaskúlunum, í øllum føri partvíst. Fyrr var fakið ítróttur á skránni øll árini á í studentaskúlanum. Síðani var tað í 1.s og 2.s, ímeðan tað nú ætlandi einans skal vera felags lærugrein í 1.s.

Sambært nýggju námsætlanini fyri miðnámsskúlar er ”ítróttur og sunnheit” kravd lærugrein á C-stigi fyrsta árið, og fevnir einans um 75 tímar, sum bæði skal vera ítróttur og tað heldur óítøkiliga “sunnheit”. Verður roknað uppá eitt heilt skúlaár, fyllur ítrótturin so lítið, at tað neyvan fer at muna í mun til heilsuna hjá teimum ungu. Serliga ikki, um stórur partur av undirvísingini ikki er rørsla, men onnur undirvísing í heilsu, sum jú er eitt ómetaliga breitt hugtak. Harumframt ber til at velja ítrótt á B-stigi seinnu árini, sum telur 125 tímar. Hetta ljóðar gott, men, sum skilst geva lestarleiðirnar og nýggja námsætlanin avmarkaða rúmd fyri at gera hetta tilval.

Sum skilst er ætlanin, at próvtøka og eftirmeting skal vera í fakinum ítrótti á B-stigi, men eingin próvtøka fyri lærugreinina “ítróttur og heilsa” á C-stigi. Uttan próvtøku, fær næmingurin onga meting av vitan og førleikum sínum í hesi lærugrein. Havandi í huga, hvussu stóran týdning í fakið hevur fyri trivnað og heilsu hjá næmingunum, er tað ikki heppið, um avleiðingin er, at næmingarnir ikki taka fakið í álvara. Um til ber at geva próvtøl í myndlist, leiklist og tónleiki - og í ítrótti á B-stigi - so eigur eisini at bera til at geva karakter í fakinum ítróttur og heilsa.

Á Løgtingi 6. juni 2013

Bjørt Samuelsen

tingkvinna