- Fer landsstýrismaðurin at gera reglur fyri koyring við hagførum í bø og haga?
- Um ja, nær koma hesar reglur?
- Hvørjar avleiðingar sær landsstýrismaðurin fyri sær á náttúruna, nú nýggj lóg er komin, sum loyvir hagførum?
Viðmerkingar
Løgtingið hevur júst samtykt broyting í ferðslulógini, sum nú loyvir lendisfarandi akførum, sonevnd hagfør, at koyra á almennu vegunum. Mong slík akfør verða longu nýtt, og fara tey illa við lendinum. Nýggja lógin fer uttan iva at føra til, at nógv fleiri hagfør verða keypt.
Í hoyringssvari til lógina, verður millum annað sagt:
“Innlendismálaráðið hevur fingið hoyringssvør, ið viðvíkja umhvørvi/náttúru frá:
Umhvørvisdeildini í Innlendismálaráðnum, Umhvørvisstovuni, Kommunusamskipan
Føroya, Føroya Kommunufelag og Fuglafrøðingafelagnum.
Allir hesar stovnar og feløg bera ótta fyri, at lendisfarandi akfør við sínum stóru hjólum og
møguleika fyri at koyra í opnum lendi kunnu gera óbótaligan skaða á náttúruna. Jørðildi í
Føroyum er sera tunt, og stóru hjólini hjá akfarinum skræðir jørðina burtur av við vanda fyri
jørðoyðing og erosjón sum avleiðing. Hjólini kunnu eisini gera stóran skaða á plantu-, fuglaog
djóralívið í bø og haga.
Fuglafrøðingafelagið og Umhvørvisdeildin meta, at besta loysnin hevði verið at banna
lendisfarandi akførum í bø og haga. Hetta kundi t.d. verið gjørt við heimild í
náttúrufriðingarlógini.
Umhvørvisstovan, Kommunusamskipan Føroya og Føroya Kommunufelag meta bestu
loysnina vera, at ein heimild verður sett í náttúrufriðingarlógina at gera ítøkiligar reglur um
virksemi, koyring, ferðslu o.a. í haganum. Mett verður, at avmarkingar eiga at verða settar fyri
ótálmaðari nýtslu av hesum akførum í haganum t.d. við eini loyvisskipan.
Eisini verður mett neyðugt at skipa leiðir, gøtur og ”vegir” gjøgnum náttúruna fyri at verja øki
við serligari floru og faunu, plantufrøðiligum og djórafrøðiligum margfeldni ella
fornfrøðiligum, jarðfrøðiligum og siðsøguligum virðum. Tað verður eisini mett neyðugt við
reglum um skelting í lendinum, so greiðar reglur eru um vekt á akførum, stødd, maskinorku o.l.
Atlit mugu eisini takast til vatninnvinningarøki at forða dálking av drekkavatni, fráleikakrøv til
bústaðarøki fyri at tálma ljóðdálking, og reglur, sum kunnu forða, at seyður verður órógvaður,
so hann ikki fer burtur av haga. Eisini verður neyðugt at taka atlit til fugl í verpingar- og
reiðringartíðini.”
Ongar slíkar reglur eru gjørdar, nú nýggja lógin varð samtykt.
Á Løgtingi 17. apríl 2012
Bjørt Samuelsen, tingkvinna

