Bjørt spyr um miðsavnan av alivinnuni

13 April 2012
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

- Hví verða aliloyvini umsitin soleiðis, at ymisk sløg av loyvum telja eins, hóast tey als ikki eru sambærlig?


- Metir landsstýrismaðurin tað vera forsvarligt, at einstøkur aktørur í roynd og veru hevur møguleika at keypa upp meginpartin av allari alivinnu í Føroyum?


- Metir landsstýrismaðurin hesi viðurskifti vera í tráð við vilja Løgtingsins, tá tað í 2009 við lóg setti 50% eigaraavmarking í lógina?


- Gevur tað nakra meining, at hava eina áseting um 50% eigaraavmarkið, tá hendan kortini ikki merkir 50% av alikapasitetinum?

Viðmerkingar
Í 2009 broytti meirilutin í Løgtinginum alilógina, so eigaraavmarkingin fór úr 25% í 50%.


Lítil ivi er um, at Løgtingsins vilji var, at hóast latið varð upp fyri ein størri miðsavnan, so vildi man framvegis tryggja, at alivinnan ikki kundi savnast hjá einum einstøkum aktøri, men ávís kapping varðveitast.


Men soleiðis, alilógin í dag er skrúvað saman, og loyvini verða umsitin, verður eigaraavmarkingin undirgrivin. Eitt nú telja loyvir, sum als ikki eru sambærlig, eins. Eitt royndarøki hjá Fiskaaling, har framleiðslan er millum lítil og eingin, og neyvan kann vera meira enn eina promillu av framleiðsluni í einum stórum samanlagdum øki - sum kann framleiða 10 000 tons - telja kortini tað sama. Somuleiðis verða loyvi til yngul og rogn, lívfiskaloyvi, og nøkur kør við toski, tald sum vanlig aliøki. Tá lógin er soleiðis skrúvað saman, er eingin møguleiki at handhevja eina eigaraavmarking uppá 50%. Í øllum føri merkir hetta ikki 50% av framleiðslukapasitetinum. Hetta varð á ongan hátt viðgjørt í Løgtinginum, tá alilógin í stórum skundi varð grundleggjandi broytt.


Føroyska alivinnan er í mangar mátar ein sólskinssøga. Men, at alivinnan savnast á ov fáum hondum, ber tó eisini nakrar eyðsýndar vansar við sær. Hesar má Løgtingið veruliga viðgera, soleiðis at vit á bestan hátt kunnu tryggja eina sunna, fjøltáttaða og tryggja alivinnu – eisini í framtíðini.


Á Løgtingi 13. apríl 2012


Bjørt Samuelsen
Tingkvinna fyri Tjóðveldi