Munnligur fyrispurningur til Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í náttúruverndarmálum, um hættisligu støðuna hjá lundastovninum
- Hvørji átøk eru sett í verk til tess at verja lundastovnin?
- Hvussu nógva veiðu tolir verandi lundastovnur?
- Er ætlan at seta bann fyri fleyging av lunda inntil stovnurin er komin fyri seg aftur?
- Hvørji átøk sær landsstýriskvinnan fyri sær eru neyðug, til tess at verja lundastovnin?
Viðmerkingar
Í nøkur ár hevur verið greitt, at lundastovnurin er í stórari afturgongd. Støðan hjá lundastovninum er nú so hættisligt, at munagóð átøk at verja stovnin mugu setast í verk alt fyri eitt.
Innlendismálaráðið fekk í januar í ár eina frágreiðing við nýggjum veiðuhagtølum fyri lunda. Tølini eru sera alarmerandi. Tey vísa, at 2010 var ringasta fleygingarár, sum fólk vita um. Tá blivu einans 339 lundar veiddir!
Og veiðutølini fyri lunda eru sera nógv fallin seinastu árini. Ár 2000 var eitt lutfallsliga gott ár fyri lundaveiðu, tá útvið 100.000 lundar vórðu fleygaðir. Fara vit aftur í tíðina til 1940 lá veiðan omanfyri 150.000 lundar og í ár 1900 omanfyri 200.000 lundar.
Veiðutølini benda á, at afturgongdi í lundastovninum hevur verið stór, og er farin fram yvir mong áratíggju. Men, seinastu árini tykist gongdin skeiva vegin at ganga óhugnaliga skjótt. Og sera fáar pisur koma undan.
Í frágreiðingini við veiðuhagtølum, sum Bergur Olsen og Jens-Kjeld Jensen hava gjørt, stendur millum annað: “Hóast lundaveiðan hevur verið sera stór, so er tað ikki veiðan, sum er orsøkin til ta
stóru minkingina seinastu 8 árini. Hendan minkingin er orsakað av føðitroti. Nú
lundastovnurin er so illa fyri, og fáar pisur eru komnar undan í nógv ár, er tó neyðugt
at avmarka veiðuna tey komndi árini, tí tað kunnu skjótt koma ár, har meira føði
verður, og nógvur fuglur verður at fleyga, men so verður tað bert búfuglur, ið verður
fleygaður, tí ongar pisur eru komnar undan seinastu árini.
Tað verður ofta sagt, at fleygingastongin bert tekur ungfugl, og at sildberar ikki verða
tiknir. Hetta er partvís rætt, men ein onnur kanning hjá okkum vísir, at sjálvt tey
góðu árini um ár 2000 var helvtin av teimum fleygaðu lundunum gamal fuglur (eldri
enn 3 ár), og tey ringu árini var næstan alt gamal fuglur. So sjálvt um sildberar ikki
verða tiknir, so verða kortini nógvir búfuglar tiknir við stong, og tá fáar pisur koma
undan fleiri ár á rað, sum tað er hent hesi seinastu árini, so verður alt gamal fuglur,
sum verður fleygaður fyrstu tíðina. Tað verður tí alneyðugt við eini avmarking ella
friðing, til stovnurin er komin fyri seg aftur.”
Á Løgtingi 7. mars 2011
Bjørt Samuelsen
løgtingskvinna

