Bjørt spyr um framtíðina hjá fólki við gigtsjúku

3 October 2014
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Fyrispurningur um viðgerð av giktsjúkum, settur Karsteni Hansen, landsstýris-manni, (at svara skrivliga eftir TS § 52a)

1. Hvussu fer landsstýrismaðurin at tryggja nøktandi viðgerð til giktsjúk, nú serlæknin hevur sagt seg úr starvi frá 1. januar 2015?

2. Nær fyriliggur ein loysn, sum tryggjar, at støðið á viðgerðini ikki lækkar?

3. Hvør er orsøkin til, at serlæknan hevur sagt seg úr starvi?

4. Hvussu nógvar serlæknar í giktsjúku metir landsstýrismaðurin at tørvur er á í føroyska heilsuverkinum?

5. Nær og hvussu nógvar serlæknar í giktsjúku væntar landsstýrismaðurin at fáa sett í starv komandi árið?

Viðmerkingar:

Serlæknin í gikt hevur sagt seg úr starvi á Landssjúkrahúsinum, frá 1.januar 2015.

Fyri fáum árum síðani, var bíðitíðin til viðgerð stytt munandi, tá viðkomandi lækni fór at virka í privatari viðtalu afturat almenna starvinum. Hetta vísir, at ov fáir giktalæknar eru í føroyska heilsuverkinum. Sum skilst hava sjúklingarnir tó verið væl nøgdir við fakliga støðið á viðgerðini, eins og virkandi skipan ivaleyst hevur spart heilsuverkinum pengar, tí fólk fáa skjótari hjálp og byrgt verður fyri nógvum innleggingum.

Stórur ótti er nú fyri, at støðið á viðgerðini fer at lækka, um vent verður aftur til skipan við skiftandi konsulentum, sum ikki kenna sjúklingin. Upp¬søgnin er enn ein missur fyri sjúkrahúsverkið, sum frammanundan hevur mist serlæknar á fleiri øðrum økjum.

Landsstýrismaðurin hevur fyrr í svari uppá spurningar um sama evni lovað at leggja nógv fyri, til tess at fáa loyst ósemjuna um arbeiðsumstøður og sáttmálaviðurskifti ímillum giktlæknan og avvarðandi myndugleikarnar. Tað er sera umráðandi, at landsstýrismaðurin alt fyri eitt kemur við greiðari ætlan fyri at tryggja teim fleiri túsund føroysku giktasjúklingunum eitt haldgott viðgerðartilboð, eisini eftir 1. januar.

Lívsgóðska teirra er beinleiðis tengd at góðari, skjótari og álítandi viðgerð.

Á Løgtingi, 3. oktobur 2014

Bjørt Samuelsen

Løgtingskvinna