Bjørt spyr um fólkaræðið og um føroyska sendistovu

10 December 2013
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Munnligur fyrispurningur til Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann viðvíkjandi føroyskari umboðan í Grønlandi


- Fer løgmaður at seta á stovn eina føroyska umboðan í Grønlandi?


- Um ja, nær verður tað og hvussu verður hendan umboðanin skipað?


- Eru pengar settir av til at útbyggja samstarvið við Grønland, og um ja, hvussu nógvir?


Viðmerkingar
Grønlendska landsstyrisforkvinnan, Aleqa Hammond, hevur júst verið á vitjan, har hon millum annað vísti á sjálvstýristilgongdina, sum Grønland av álvara er farið undir, og eisini vísti á týdningin av tøttum samstarvi millum Føroyar og Grønland. ”Føroyar og Grønland eiga at styrkja formliga samstarvið landanna millum”, boðar Løgmansskrivstovan í hesum sambandi frá.


Í januar í ár løgdu Tjóðveldi og Framsókn fram uppskot um at seta á stovn sendistovu í Grønlendska høvuðsstaðnum Nuuk at arbeiða fyri tættari vinnuligum, politiskum, mentanarligum, útbúgvingarligum og øðrum samstarvi og sambondum landanna millum. (Tingmál 73/2012)

Grundgevingarnar vóru millum annað at søguliga samstarvið millum Føroyar og Grønland og tey politisku, vinnuligu og mentanarligu bond, sum hava verið knýtt millum londini og fólkini gevur sera ríkar møguleikar fyri at styrkja samstarvið á øllum økjum, nú Norðuratlantshav og Arktiska økið eru fyri stórbroytingum, har altjóða fyritøkur og heimsins stórveldi vilja sleppa fram at tilfeingi og siglingarleiðum.

Íslendingar hava longu skipað íslendska umboðan í Grønlandi og íslendskt vinnulív, flutningsfyritøkur og politiskir myndugleikar styrkja støðugt sítt samstarv við Grønland. Talan var tí um gilt høvi at ein føroysk umboðan kundi verið gjørd í samstarvi við Íslendingar.

Undir viðgerðini av málinum kom fram, at áhugin og møguleikarnir hjá føroyskari vinnu eru stórir við øktum samstarvi í Grønlandi, og eitt føroyskt umboð, sum kann samskipa áhugan hjá føroyskum vinnulívi og myndugleikum, tí er eitt skilagott átak.

Samgongan feldi uppskotið, men ásannaði tó at, at tørvur helst var á onkrum slagi av umboðan í Grønlandi. Løgmaður sigur nú í tíðindaskrivi, at samstarvið verður styrkt, tó uttan at nevna sendistovu ella aðra umboðan.


Á Løgtingi 9.desembur 2013

Bjørt Samuelsen
løgtingskvinna


Fyrispurningur til Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann, um fólkaræði og týdningin av orðaskifti í Løgtinginum

- Kann løgmaður vátta, at samgonguleiðararnir høvdu avrátt, at bert framsøgufólkið hjá hvørjum flokki og eingin annar í samgonguni, skuldi taka orðið, í málunum um at geva samkyndum pørum rættindi til borgarliga vígslu?


- Metir løgmaður hetta vera rímiligt at gera í máli, sum snýr seg um nakað so álvarsamt sum borgarlig rættindi hjá einum minnilutabólki?


- Heldur løgmaður tað vera heppið fyri fólkaræðið, at avmarka kjakið til eitt minstamark, tá talan er um mál, sum stór ósemja er um?

Viðmerkingar
Ein aðaltáttur í einum væl virkandi parlamenti er kjak, har tey fólkavaldu siga sína hugsan og tala fyri ella ímóti uppskotum, ið verða løgd fyri tey at taka støðu til. Verður roynt at skerja ella køva kjakið, máar ein av sjálvum grundarlagnum undir parlamentarismuni.


Í fleiri stórum málum hava vit upplivað, at samgongan í sera avmarkaðan mun luttekur í orðaskiftinum. Eisini hóast talan er um stórmál, ella sera prinsipiell mál. Seinasta dømið eru løgtingsmál um at geva samkyndum, sum hava valt sær lívsmaka, rættin til borgarliga vígslu og við hesum tey borgarligu rættindi og skyldur, sum fylgja. Og sum samkynd langt síðani hava fingið í øllum okkara grannalondum.


Sambært umboðum fyri samgonguni høvdu samgonguleiðararnir givið boð um, at einans útvaldu framsøgufólkini skuldu taka orðið – uttan mun til, hvat annars bleiv sagt í viðgerðini. Við hesum varð frammanundan avrátt, at einans trý umboð fyri samgonguna skuldu taka orðið. Hesum boðum valdu øll samgonguumboðini at akta, og tí varð longu greitt frammanundan, at viðgerðin fór at verða sera avmarkað.


Vanligt er eisini, at landsstýrisfólkið, ið varar av einum máli, tekur orðið. Men hóast talan er um eitt mál, sum ásetir juridisk rættindi hjá borgarum í landi okkara, so var einki umboð fyri landsstýrið, sum tók orðið – ei heldur løgmaður, sum varar av málinum.


Á Løgtingi 10.desembur 2013
Bjørt Samuelsen
tingkvinna