Bjørt spyr um broyttar treytir fyri fiskiloyvi í bólki 5A

26 August 2011
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

- Hvørjar eru grundgevingarnar fyri at krevja, at útróðrarbátar við fiskiloyvi í bólki 5A skulu avreiða fyri í minsta lagið 400 000 kr árliga, fyri at sleppa at verða verandi í hesum bólki?


- Hvussu nógvir bátar í bólki 5A verða raktir av markinum, og tískil detta úr bólkinum?


- Hvussu nógvir av hesum, eru bátar hjá persónum, sum burturav liva av útróðri og hava havt hetta sum høvuðsinntøku í fleiri ella nógv ár?


- Hvørjar eru grundgevingarnar fyri, at kunngerðin virkar við afturvirkandi kraft, soleiðis, at tað er fjørárið, sum verður útrokningargrundarlag, hóast kunngerðin ikki varð lýst fyrr enn nú í summar?


- Hví heldur landsstýrismaðurin tað vera rímiligt, at fyritreytirnar fyri vinnurakstri hjá hesum útróðrarmonnum verður broytt við afturvirkandi kraft?


- Hevur landsstýrismaðurin nakra ætlanir um at broyta kunngerðina?


Viðmerkingar
Landstýrismaður broytti í summar treytirnar hjá teimum, ið virka sum útróðrarmenn í bólki 5A. Frá 1. september er krav sett um, at avreiðast skal fyri í minsta lagið 400 000 kr árliga fyri at varðveita rættindi at hava fiskiloyvi í bólki 5A. Inntøkumarkið er sostatt broytt úr 85 000 kr uppí 400 000 kr, sum er ein nærum fimmfalding av kravinum til avreiðing. Og útrokningargrundarlagið verður fjørárið, sambært kunngerð frá 14. juni 2011.

Sum skilst, er hetta ein stórur trupulleiki, serstakliga hjá teimum, sum fiska við snellu. Nógvir av hesum avreiða vanliga fyri minni árliga enn inntøkumarkið, sum nú er sett, men hava eisini færri útreiðslur til rakstur enn eitt nú teir, sum fiska við línu. Snellubátarnir kunnu tí væl klára seg fyri minni og vera fullriknir, hóast avreiðingin liggur niðanfyri 400 000 kr árliga.


Hetta hava fleiri útróðrarmenn nú víst á, millum annað í Dimmalætting 25. August, sum lýsir trupulleikan, ið tykist sera stórur fyri hendan yrkisbólkin. Kunngerðinin kann tí tykjast at verða minni væl gjøgnumhugsað.


At hon hevur afturvirkandi kraft, soleiðis skilt, at tað er fjørárið, sum er avgerandi fyri hvørt bátarnir framhaldandi sleppa at fiska í bólki 5A ella noyðast í 5B, tykist ikki rímiligt. Tí her er talan um at broyta grundleggjandi fyritreytir hjá einum vinnubólki uttan at hesir hava havt rímuligan møguleika at tillaga seg broyttu treytirnar.


Snellufiskiskapur er umhvørvisvinarlig veiða, í mun til fleiri aðrar reiðskapir, og leggur ikki so hart trýst á hvørki stovnar ella umhvørvi. Tí má eisini grundgevast væl fyri, hví gjørdar verða broytingar, sum kunnu gera umstøðurnar at vera fullrikin snellu-útróðrarmaður munandi verri.


Í politisku skipanini hevur ofta og leingi verið tosað um, at greiður skilnaður má gerast millur tey, sum liva av útróðri burturav, og so teimum, sum hava fiskarí sum hjávinnu, ofta afturat øðrum vælløntum fulltíðarstarvi. Hetta fyri at gera treytirnar hjá teimum, sum eru fulltíðar útróðrarmenn betri. Men, kunngerðin, sum landsstýrismaðurin er komin við, loysir á ongan hátt tann trupulleikan.


Hoyvík 26. August 2011
Bjørt Samuelsen
tingkvinna