- Hvussu verður avgjaldið á alivinnuna sett saman?
- Nær verður tað sett í verk?
- Hvussu stóran part av teimum 120 milliónunum, sum landsstýrið hevur sett sum tilfeingisgjald, skal koma frá alivinnuni?
Viðmerkingar:
Sambært játtanarkørmunum, sum landsstýrið hevur skotið upp, skal eitt tilfeingisgjald leggjast á fiski- og alivinnuna, sum skal geva landskassanum eina inntøku uppá 120 milliónir krónur árliga, árini 2013 - 2017.
Í sambandi við 1. viðgerð av játtanarkørmunum, spurdi undirritaða, hvussu avgjaldið á alivinnuna fór at síggja út. Tá ljóðaði tað á landsstýrismanninum í vinnumálum, sum at hann ikki hevði verið við til at viðgera eitt avgjald á alivinnuna í sambandi við játtanarkarmarnar. Í búskaparfrágreiðingini stendur tó at: “Landsstýrið arbeiðir við at evna til eitt uppskot um tilfeingisgjald bæði fyri fiskivinnuna og alivinnuna, ið skal geva landskassanum eina árliga inntøku uppá 120 mió. kr.”
Fíggjarkarmarnir skulu vera galdandi longu frá 1.januar 2013. Tað er umráðandi, at vinnan í góðari tíð fær at vita, hvussu eitt slíkt avgjald sær út.
Somuleiðis eru hetta týðandi upplýsingar hjá Løgtinginum, nú tað viðgerð og skal samtykkja karmar fyri komandi árini.
Á Løgtingi 16. Apríl 2012
Bjørt Samuelsen
Tingkvinna, Tjóðveldi

