1. Hvussu mong eru langtíðararbeiðsleys í Føroyum?
2. Hvussu mong eru dottin úr arbeiðsloysisskipanini, tí tey hava verið har ov leingi?
3. Er talið av teimum, sum fáa uppihaldshjálp frá Almannaverkinum vaksið samsvarandi?
4. Hvussu verður hildið eygað við, hvussu mong eru uttan arbeiði, uttanfyri arbeiðsloysisskipanina?
5. Hvørji skipað tilboð verða givin langtíðararbeiðsleysum, so tey sleppa aftur í arbeiði?
Viðmerkingar:
Í løtuni eru 1249 skrásett arbeiðsleys, 716 kvinnur og 533 menn. Øll kunnu vit fegnast um, at talið av arbeiðsleysum ikki veksur, og at í summum økjum í landinum, er tað minkað seinastu tíðina.
Talið av arbeiðsleysum er kortini framvegis høgt, og hagtølini frá Arbeiðsloysisskipanini siga bert part av søguni um, hvussu mong arbeiðsleys eru. Tí umframt hesi 1249 arbeiðstøku, so eru eisini skuggatøl. Her verður hugsað um tey, sum eru dottin úr ALS, tí tey hava verið arbeiðsleys ov leingi, umframt tey, sum av ymiskum orsøkum ikki eru partur av arbeiðsloysisskipanini – til dømis ung, sum eru liðug at ganga í skúla, men ikki hava forvunnið sær rætt til arbeiðsloysisstuðul, tí tey ikki hava arbeitt.
Ein sera stórur partur av teimum arbeiðsleysu - sum skilst omanfyri 80% - eru ófaklærd, sum ikki hava pappír uppá sínar førleikar. Tey hava trupult við at finna arbeiði, og hóast ALS ger eitt gott og miðvíst arbeiði fyri at geva arbeiðsleysum møguleikan at førleikamenna seg, so finst einki skipað skúlatilboð, sum er málrættað til at uppstiga førleikarnar hjá ófaklærdum.
Tá arbeiðsleys fella úr arbeiðsloysisskipanini, kunnu summi teirra fáa uppihaldsstuðul sambært forsorgarlógini. Krøvini fyri at fáa fíggjarliga hjálp frá Almannaverkinum er tó ógvuliga strong, og tí eru tað neyvan øll, sum detta úr Arbeiðsloysisskipanini, sum uttan víðari fáa uppihaldsstuðul. Møguliga eru tað eisini fleiri, sum ikki vilja gerast “almannaklientar”, og av teirri orsøk ikki leita sær hjálp frá Almannaverkinum.
Tað umráðandi at fáa fram hesi tøl, so politiska skipanin kann fyrihalda seg til, hvussu stórt veruliga arbeiðsloysið er, og hvat gerast kann, fyri bólkin av arbeiðsleysum, sum fellur uttanfyri ALS.
Á Løgtingi 27. august 2012
Bjørt Samuelsen
Tingkvinna
Fyrispurningur at svara skrivliga eftir Tingskipanini § 52a

