Bjørt spyr um ætlanir at privatisera almennu jørðina

31 July 2014
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a

Fyrispurningur um ætlanir at privatisera almennu jørðina, settur Jacob Vestergaard, landsstýrismanni (at svara skrivliga eftir TS § 52a)

1. Nær ætlar landsstýrismaðurin at leggja fram uppskot um at privatisera almennu jørðina?

2. Hvørja tíðarfreist hevur bólkurin, ið er settur at gera tilmæli um privatisering, fingið?

3. Hvørjir eru høvuðssetningarnir, arbeiðsbólkurin er biðin at greina?

4. Merkja orðini “at loysa tey bundnu fíggjarligu virðini, ið eru í landsjørðini”, sum landsstýrismaðurin hevur sagt, at bøndurnir skulu keypa jørðina fyri, stórar upphæddir?

5. Væntar landsstýrismaðurin, at tað fer at vaksa um fíggjarligu avbjóðingarnar hjá vinnuni? Um nei, á hvønn hátt ikki?

6. Skal Búnaðargrunnurin kunna veita fígging til keyp av jørðini?

7. Ætlar landsstýrismaðurin at seta treytir og krøv um landbúnaðarframleiðslu á seldu jørðini?

Viðmerkingar

Landsstýrismaðurin hevur, sum skilst, sett ein arbeiðsbólk at koma við tilmæli um privatisering av almennu jørðini. Nógv hin størsti parturin av vinnuliga landbúnaði¬num er í dag knýttur at almennu jørðini. Privata jørðini er blivin so smábýtt, at av¬markað grundarlag er fyri vinnuligum rakstri. Festijørðin er eisini í stóran mun býtt í smáar eindir – væl oman fyri 350 festi eru.

Stórur tørvur er á einum nýggjum framskygdum landbúnaðarpolitikki, sum setir greið mál fyri landbúnaðin í Føroyum. Og sum leggur miðvísar ætlanir fyri, hvussu sett mál kunnu røkkast – sum víst á í løgtingsmáli 138/2013 “Uppskot til samtyktar um land-búnaðarpolitikk”, sum Tjóðveldi í vár legði fyri Løgtingið. Í uppskotinum varð víst á, at landbúnaðar¬politikkurin eigur at byggja á eitt landbúnaðarfakligt og tvørpolitiskt forarbeiði, sum lýsir gjølla tær avbjóðingar og møguleikar, sum landbúnaðurin hevur.

Uppskotið hevði til endamáls at seta í verk eitt arbeiði at endurskoða galdandi land-búnaðarlóggávu og -skipanir og orða ein nýggjan landbúnaðarpolitikk, sum setir greið mál fyri, hvussu landbúnaðarvinnan kann mennast, so hon kemur at kasta meira av sær til tey, ið heilt ella lutvíst liva av landbúnaðinum. Serliga umráðandi er at gera tað eggjandi fyri yngri fólk at taka við. Samgongan feldi uppskotið, vísandi til, at lands-stýrismaðurin fór at seta í verk eitt arbeiði at orða nýggjan landbúnaðarpolitikk.

Umráðandi er, at eitt slíkt arbeiði - umframt at byggja á royndir og vitan í landbúnaði-num - eisini byggir á breiða undirtøku millum politisku flokkarnar, so karmarnir kring vinnuna verða støðugir.

Førdi landbúnaðarpolitikkurin hevur ikki ført við sær eina støðugt vaksandi vinnu, men heldur er tað vorðið gerandiskostur at frætta, hvussu tungur raksturin er hjá pørtum av vinnuni. Tað tykist í fleiri førum nærum ógjørligt hjá bóndum at fáa raksturin at bera seg, og hjá mongum er vaksandi skuld, heldur enn vaksandi yvirskot, ein veruleiki. Dømi eru um garðar, sum bera seg sera væl fíggjarliga, men hetta er tíverri undantøkini, heldur enn reglan.

Bøndurnir hava longu rættin at veðseta og avhenda festibrøvini. Sostatt verður brúks-rætturin til almennu jørðina longu seldur og keyptur. Umsetiligheitin hevur givið bóndum atgongd til meira jørð og kvotur, men hevur eisini lagt stórar fíggjarligar byrðar á fleiri av teimum virknastu bóndunum, sum ger tað tungt at fáa raksturin at bera seg. Sera stórur tørvur er hjá vinnuni at kunna byggja upp yvirskot, so pengar eru til neyðugar íløgur í at nútímansgera fjós og annað á garðinum. Skal ungt fólk eggjast at taka við í landbúnaðarvinnuni í framtíðini krevst, at stórar íløgur verða gjørdar í nútímans tøkni og fjós og holl faklig menning. Tí er púra avgerandi at fáa sett í verk ein nýggjan landbúnaðarpolitikk, sum gevur grundarlag fyri hesum.

Høvuðsdenturin hjá landsstýrismanninum tykist í stóran mun at vera møguleikin at privatisera jørðina. Spurningarnir verða tí settir fyri at fáa fram á hvønn hátt, hann sær fyri sær, at avbjóðingarnar hjá landbúnaðinum verða loystar við privatisering av jørðini.

Á Løgtingi, 30. juli 2014

Bjørt Samuelsen