Bjørt spyr Jóhan Dahl

20 October 2010
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Munnligur fyrispurningur til Jóhan Dahl, landsstýrismann í vinnumálum

Viðvíkjandi føroyskari vinnu og bygging av nýggjari farstøð á Vága Floghavn

1. Hvussu góðar møguleikar metir landsstýrismaðurin føroyskar fyritøkur hava at vinna útbjóðingina av ráðgevaraarbeiði í sambandi við bygging av nýggjari farstøð v.m. á Vága Floghavn, eftir at útbjóðingartilfarið er broytt?


2. Heldur landsstýrismaðurin, at útbjóðingartilfarið nærum treytar, at føroysku ráðgevararnir fara saman við útlendskum fyritøkum, fyri at hava møguleika at vinna útbjóðingina?

3. Hvør er orsøkin til, at arbeiðið ikki verður boðið beinleiðis út til føroyskar fyritøkur fyrst at kappast um, soleiðis at útbyggingin skapar mest møguliga vitan og arbeiði í føroysku vinnuni?

Viðmerkingar
Seinast munnligir fyrispurningar vóru, setti undirritaða landsstýrismanninum spurningar viðvíkjandi undangóðkenning av heildarráðgevum í sambandi við útbygging av Vága Floghavn.

Útbjóðingartilfarið var upprunaliga soleiðis orðað, at tað nærmast varð hermetiskt lokað fyri føroysku ráðgevaravinnuni at hava nakran møguleika av vinna útbjóðingina.

Landsstýrismaðurin vísti til, at P/F Vága Floghavn nú hevði broytt útbjóðingartilfarið, og metti, at føroyskar fyritøkur nú høvdu eins góðar møguleikar at bjóða seg fram, sum tær útlendsku.

Tá ein lesur nýggja útbjóðingartilfarið, so eru greitt batar, tí størri dentur er lagdur á kunnleika til føroysk viðurskifti. Men grein 8, sum ásetur hvørjum kriterium valt verður út eftir, er nærum óbroytt. Stórur dentur er framvegis lagdur á royndir frá bygging av terminalum, eitt krav, sum føroysk ráðgevarfeløg av givnum orsøkum ikki hava lætt at kappast við.

Um ætlanin var at tryggja føroysku vinnuni hetta almenna arbeiðið fyri omanfyri 100 mió. kr, so kundi arbeiðið í fyrsta umfari verið boðið beinleiðis út til føroysku vinnuna.

Skal føroyska vinnan mennast bæði innanlands og styrkja sínar møguleikar at bjóða seg fram uttan¬lands, má hon hava góðar møguleikar at bjóða seg fram til verkætlanir í Føroyum. Serstakliga sum búskaparstøðan er í løtuni er umráðandi, at tey arbeiði, sum tað almenna ella partafeløg, sum tað almenna eigur, skapa sum mest virksemi her heima.

Tað kann verða trupult at argumentera fyri, hví Føroyar skulu vera “katólskari enn pávin”, tá um ræður stórar almennar byggiverkætlanir.

Flestu lond í heiminum - og ikki minst ES londini - hava í sambandi við heims¬kreppuna sett ymisk tiltøk í verk at tryggja egnari vinnu innanlendis virksemi. Hóast hetta í yvirskipaðum høpi er óheppið fyri heimsbúskapin, so verður tað gjørt í eini roynd at skapa innlendis vøkstur og fyri at verja egna vinnu móti búskaparligu brotasjógvunum.

Á Løgtingi, 19. oktober 2010

Bjørt Samuelsen