Bjørt setur tríggjar fyrispurningar

6 November 2013
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Munnligur fyrispurningur til Jacob Vestergaard, landsstýrismann í umhvørvismálum viðvíkjandi útláti av barlastvatni í føroyskum sjógvi og vandanum fyri smittu

- Hví hava Føroyar ikki langt síðani sett reglur fyri útláti av barlastvatni í sjóøki okkara, innanfyri 12 fjórðingar?

- Nær koma reglurnar fyri barlastvatni?

- Hava onnur lond reglur, sum banna at barlastvatn verður pumpað í teirra havnum og sjóøki?

- Hví hevur man valt ikki at seta føroyskar reglur í gildi í føroyska sjóøkinum, hóast IMO-sáttmálin enn ikki er lýstur?

- Á hvønn hátt er ætlanin at hava eftirlit við at reglur fyri barlastvatn verða fylgdar, tá tær koma?

Viðmerkingar:

Føroyska alivinnan er ein høvuðsvinna í Føroyum, og stendur fyri týðandi parti av útflutningi okkara. Roknast má við, at myndugleikarnir gera alt, sum gerast kann, at verja føroyska havøkið fyri dálking og smittu. Amøba, sum kann elva til fiskasjúkuna AGD er nú staðfest, og ein av smittukeldunum kann vera skip, sum koma uttanífrá og lata barlastvatn út í sjógvin.

Sum skilst seta fleiri lond strong krøv til barlastvatn – dokumentasjón fyri, hvar og nær vatnið verður tikið inn, og krøv til, hvar og hvussu hetta kann verða skift, uttan at vandamikil smitta verður latin í sjógvin.

Frá myndugleikunum frættist, at kunngerð ikki er sett í gildi, tí bíðað verður eftir altjóða IMO-lóg. Hetta kann taka fleiri ár afturat!

Longu fyri einum ári síðan ávaraði Havbúnaðarfelagið um, at barlastvatn kundi elva til, at føroyska alivinnan fekk nýggja sjúku, AGD, at dragast við

Havbúnaðarfelagi skeyt upp, at forboð varð sett í verk at tøma barlastvatn innanfyri 12 fjórðingar og at skip skuldu skifta barlastvatn uttanfyri 12 fjórðingar. Tað skuldu eisini vera reglur fyri, hvar og hvussu tømingin skuldi fara fram.

Á Løgtingi 6. nov 2013

Bjørt Samuelsen

løgtingskvinna

Munnligur fyrispurningur til Johan Dahl, landsstýrismann í arbeiðsmarknaðarmálum viðvíkjandi at tryggja øllum oyggjunum ferðasamband, tá verkfall er

- Hví er eingin loysn enn funnin á trupulleikanum, at ferðasambandið til partar av landinum verða kvett, tá verkfall er?

- Hvussu nógvar fundir hevur landsstýrismaðurin/landsstýrið havt við fakfeløgini um málið?

- Hevur verið útlit fyri semju um ein leist at loysa trupulleikan eftir?

- Hvussu meta fakfeløgini, at málið kann loysast?

- Hvussu metir landsstýrismaðurin, at málið kann loysast?

Viðmerkingar

Tað er alt annað enn nøktandi, at tey 15% av føroya fólki, sum ikki hava fast vegasamband við restina av landinum, verða munandi harðari rakt, tá verkfall er, tí sjóvegis ferðasambandið verður kvett. Landsstýrið hevur havt fleiri ár til at finna eina loysn saman við fakfeløgunum.

Í mars 2011 legði Høgni Hoydal, vegna Tjóðveldi fram uppskot til samtyktar, um at: ”Løgtingið heitir á landsstýrið um beinanvegin at taka upp samráðingar við fakfeløg á almenna og privata arbeiðsmarknaðinum til tess at tryggja avtalur um, at økini í landinum verða javnsett, tá um samferðslu ræður, og sjóvegis samferðslan kann røkjast í støðum við arbeiðssteðgi á arbeiðsmarknaðinum”.

Samgongan feldi málið við grundgevingini at: ”... samráðingar longu eru um hesi viðurskifti og uppskotið er sostatt óneyðugt.” Hóast hálvttriðja ár er liðið, er landsstýrið ikki komið við nakrari loysn! Tað vit hinvegin hava sæð, er at landsstýrismaðurin mitt undir samráðingum hóttir fakfeløgini um við lóg at leggja seg útí ósemjurnar.

Seinni í 2011 viðgjørdi Løgtingið aftur sama mál, eftir uppskoti frá Gerhardi Lognberg. Ein samd vinnunevnd setti tá fram soljóðandi broytingaruppskot:

“Løgtingið heitir á landsstýrið um í samráðingunum við fakfeløgini at tryggja at avtalur verða gjørdar um, at sjóðvegis farleiðirnar innanoyggja ikki verða raktar, tá ið arbeiðsósemja er.”

Í viðmerkingunum segði nevndin: ”Vinnunevndin er samd við uppskotsstillaran í, at tað er ein afturvendandi trupulleiki, tá ið verkfall er, at serliga Suðuroyggin, Sandoyggin, Nólsoyggin og partvíst aðrar oyggjar verða hart raktar, av tí at skipini ikki sigla innanoyggja. Harumframt er eisini talan um ein trygdarspurning, av tí at fólk verða noydd at finna meira ella minni alternativar samferðsluvegir. Rættindi og skyldur á arbeiðsmarknaðinum eiga at verða avtalaðar við samráðingum á arbeiðsmarknaðinum, ikki við lóg. Tí heitir Vinnunevndin á landsstýrið um í samráðingunum við fakfeløgini at tryggja at avtalur verða gjørdar um, at sjóðvegis farleiðirnar innanoyggja ikki verða raktar, tá ið arbeiðsósemja er. ”

Á Løgtingi 5. november 2013

Bjørt Samuelsen, løgtingskvinna

Munnligur fyrispurningur til Karsten Hansen, landsstýrismann í heilsumálum viðvíkjandi dialysuviðgerð av nýrasjúklingum

- Hvussu nógvir sjúklingar fáa hæmodialysu á Landssjúkrahúsinum?

- Hvussu nógvir av hesum búgva í Norðuroyggjum, Suðuroy ella nærri hesum sjúkrahúsum enn Landssjúkrahúsinum?

- Hvør er orsøkin til, at tey noyðast til at henda viðgerð ikki verður veitt á øllum sjúkrahúsunum?

- Er nakar møguleiki fyri at umskipa viðgerartilboðið, so hesir sjúklingum kunnu fáa viðgerð á sjúkrahúsi, so nær sum til ber heiminum?

Viðmerkingar:

Tá talan er um dialysuviðgerð, kunnu sjúklingar, sum eru í sonevndari peritonealdialyse, fáa viðgerðina heima. Men, tá talan er um hæmodialysuviðgerð, er neyðugt hjá sjúklinginum at ferðast til Havnar, tí Landssjúkrahúsið er einasta sjúkrahús, sum hevur neyðuga útgerðina og fakliga toymið, at viðgera sjúklingin. Talan er um sjúklingar, sum eru illa sjúkir, og er neyðuga ferðingin tí ein stór avbjóðing, sum er við til at lækka um lívsgóðskuna. Spurningurin verður settur fyri at fáa fram, hvørt nakar møguleiki er fyri at umskipa viðgerðina, so sjúklingarnir kunnu fáa lívsneyðugu viðgerðina so nær heiminum, sum til ber.

Á Løgtingi 5. novembur 2013

Bjørt Samuelsen

løgtingskvinna