Munnligur fyrispurningur til Karsten Hansen, landsstýrismann í heilsumálum viðvíkjandi sjúkuni cøliaki
1. Hvussu nógvir sjúklingar eru skrásettir við cøliaki í Føroyum?
2. Hvussu nógv er hetta lutfalsliga, í mun til talið á fólki við cøliakidiagnosu í hinum Norðurlondunum?
3. Metir landsstýrismaðurin, at talan kann vera um eina undirdiagnostisering, tvs at munandi fleiri hava sjúkuna enn tey, ið eru skrásett?
4. Um ja, hvat ætlar landsstýrismaðurin at gera fyri at tryggja, at øll við cøliaki, verða uppdagað, so tey kunnu fáa neyðugu hjálpina?
5. Ætlar landsstýrismaðurin at gera eitt størri upplýsingararbeiði kring sjúkuna?
Viðmerkingar
Cøliaki – gluteninntoleransa – er ein lutfalsliga vanlig sjúka, sum nógv fokus er á í grannalondum okkara. Fólk við cøliaki tola ikki matvørur, sum innihalda gluten, og kunnu gerast sera sjúk av hesum. Gluten finst í øllum teim vanligastu sløgunum av korni – hveiti, bygg, rugi og havra, og er sostatt at finna í sera nógvum matvørum.
Sjúkan er kronisk, og er besti heilivágurin rættur kostur uttan gluten. Tað er rímiliga avbjóðandi at liva við sjúkuni í Føroyum, tí vitanin og útboðið av matvørum er avmarkað, og bert fáar matstovur bjóða fram glutenfríar rættir. Ei heldur tykist vitanin nóg góð á ellis- og røktarheimum, sjúkra¬húsum og so fram eftir. Spakuliga eru tó eisini handlar og matstovur í Føroyum vorðin varug við tørvin á at kunna bjóða glutenfrían kost. Men, hóast talan er um sjúku, sum er serstakliga vanlig í okkara parti av heiminum, so er sjáldan, at nakað frættist frá føroysku heilsumyndugleikunum um sjúkuna. Nógv bendir á, at vitanin er ov lítil, og vandi er tí fyri, at nógv kunnu hava sjúkuna uttan at vita tað – og kanska hava fingið skeivar diagnosur, tí sjúkueyðkennini við cøliaki eru fjølbroytt og líkjast nógv øðrum sjúkum.
Á Løgtingi, 8. apríl 2014
Bjørt Samuelsen
Munnligur fyrispurningur til Karsten Hansen, landsstýrismann í heilsumálum viðvíkjandi fyribyrging av húðkrabba hjá ungum
1. Metir landsstýrismaðurin, at tað hevur týdning, at seta aldursmark fyri solarium til tess at fyribyrgja móðurmerkja- og annan húðkrabba?
2. Er tað rætt, at flokkur/flokkar í samgonguni forða fyri, at landsstýrismaðurin kann leggja fram lógaruppskot at seta 18 ára aldursmark fyri solarium, sum landsstýrismaðurin hevur sagt vera neyðugt átak fyri at fyribyrgja húðkrabba?
3. Hví hevur landsstýrismaðurin nýtt so langa tíð at viðgera málið?
4. Um lógaruppskotið ikki verður lagt fyri tingið, er tað so tí, at landsstýrismaðurin letur politisk og vinnulig atlit til solariumútbjóðarar telja meira enn tørvin á at fáa talið av húðkrabbameins-tilburðum niður?
Viðmerkingar
Í fleiri ár hevur landsstýrismaðurin sagt seg vilja seta 18-ára aldursmark fyri solarium. Hetta hevur hann millum annað váttað í eini røð av fyrispurningum. Frá heilsu– og krabbaserfrøðini verður sera greitt mælt til at avmarka solariumnýtslu, serstakliga hjá ungum, sum koma í munandi størri vanda fyri at fáa húðkrabba seinni í lívinum, taka tey nógva sól á ungum árum.
Í krabbameinsætlanini verður eisini mælt til at seta 18-ára aldursmark fyri solarium. Tað sama mæla bæði Krabbameinsfelagið og Fólkaheilsuráðið til. Endamálið er at fyribyrgja tilburðum av húð-krabba, sum seinastu áratíggjuni stórliga hevur tikið dik á seg.
Landsstýrismaðurin hevur alment boðað frá, at uppskotið av politiskum ávum er parkerað, tí semja ikki er í samgonguni. Tað er landsstýrismaðurin í Heilsumálum, sum hevur fulla landsstýrismanna-ábyrgd av sínum málsøki, og tí má leggja tey uppskot fyri Løgtingið, sum eru neyðug, at fyribyrgja krabba¬meini. Hann eigur ikki at lata aðrar flokkar stýra sínum málsøki.
Á Løgtingi, 8. apríl 2014
Bjørt Samuelsen
Munnligur fyrispurningur til Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fíggjarmálum viðvíkjandi einskiljing av BankNordik
1. Hevur landsstýrismaðurin í hyggju at selja triðingin, sum landið eigur í BankNordik, fyri komandi val?
2. Hvussu hugsar landsstýrismaðurin, at peningurin, sum kemur inn fyri søluna, skal nýtast – skulu teir eitt nú setast í búskapargrunn, verða íløga í undirsjóvartunlarnar ella nýtast at tippa hall á fíggjarlógini?
3. Ætlar landsstýrismaðurin at kalla allar politisku flokkarnar inn at viðgera málið um at selja ognarlutin hjá landinum í BankNordik?
Viðmerkingar
Nýggja nevndin í Fíggingargrunninum hevur fingið sum uppgávu at taka støðu til, hvørt seinasti triðingurin, sum landið eigur í BankNordik, skal einskiljast. At hetta arbeiði verður sett í gongd nú, kann geva ábendingar um, at landsstýrismaðurin ætlar at selja bankan longu fyri valið, sum verður í seinasta lagið um hálvtannað ár.
At einskilja restina av BankNordik og harvið siga frá sær ta ávirkan, landið í dag sum partaeigari hevur á bankan, er ein sera prinsipiell avgerð. Tí er eisini rætt at lata allar flokkar vera við í tilgongdini at taka avgerð um, hvørt ognarluturin skal seljast – ein avgerð sum í prinsippinum verður tikin vegna allar føroyingar.
Á Løgtingi, 8. apríl 2014
Bjørt Samuelsen
Munnligur fyrispurningur til Jacob Vestergaard, landsstýrismann í fiskivinnumálum viðvíkjandi hvørt útlendingar skulu kunna yvirtaka alla føroysku fiskivinnuna
1. Heldur landsstýrismaðurin at tað skal bera til hjá uppsjóvarfelag, sum hevur rættin at fiska stóran part av fiskiríkidøminum, at selja virksemi sítt til útlendingar?
2. Eru nakrar forðingar í lógini fyri, at hetta kann henda tann dag í morgin?
3. Ætlar landsstýrismaðurin á nakran hátt at forða fyri, at útlendingar kunnu fara avstað við enn størri parti av føroysku tilfeingisvinnuni?
Viðmerkingar
Í tíðindunum frættist, at stjórin fyri eina av heilt stóru uppsjóvarfyritøkunum hóttir við at selja virksemið til útlendingar, “meðan tíð er”. Felagið umboðar ein ovurstóran part av føroysku uppsjóvarvinnuni. Í eina tíð hevur ligið á ljóði, at útlendingar longu hava boðið upp á hetta felag – og vilja gjalda milliarda upphædd fyri tað. Frammanundan vita vit, at útlendskur eigaraskapur er í stórum parti av pelagisku vinnuni. Júst hvussu nógv útlendingar eiga – beinleiðis og umvegis sonevndar strámenn – ber ikki til at fáa greitt upplýst frá Fiskimálaráðnum. Landsstýrismaðurin hevur áður sagt seg vera fyri at seta bann fyri útlendskum ognarskapi í føroysku fiskivinnuni.
Á Løgtingi, 8. apríl 2014
Bjørt Samuelsen

