Eitt mark, sum rakar fleiri snellubátar meint. Svarið avdúkar, at landsstýrismaðurin ikki hevur kannað avleiðingarnar serliga væl, áðrenn hann setti markið
Fyrispurningur um broyttar treytir fyri fiskiloyvi í bólki 5A, settur Johan Dahl, landsstýrismanni, (at svara skrivliga eftir TS § 52a)
1. Hvørjar eru grundgevingarnar fyri at krevja, at útróðrarbátar við fiskiloyvi í bólki 5A skulu avreiða fyri í minsta lagið 400.000 kr. árliga, fyri at sleppa at verða verandi í hesum bólki?
2. Hvussu nógvir bátar í bólki 5A verða raktir av markinum, og tískil detta úr bólkinum?
3. Hvussu nógvir av hesum eru bátar hjá persónum, sum burturav liva av útróðri og hava havt hetta sum høvuðsinntøku í fleiri ella nógv ár?
4. Hvørjar eru grundgevingarnar fyri, at kunngerðin virkar við afturvirkandi kraft, soleiðis, at tað er fjørárið, sum verður útrokningargrundarlag, hóast kunngerðin ikki varð lýst fyrr enn nú í summar?
5. Hví heldur landsstýrismaðurin tað vera rímiligt, at fyritreytirnar fyri vinnurakstri hjá hesum útróðrarmonnum verður broytt við afturvirkandi kraft?
6. Hevur landsstýrismaðurin nakra ætlanir um at broyta kunngerðina?
Viðmerkingar
Landstýrismaður broytti í summar treytirnar hjá teimum, ið virka sum útróðrarmenn í bólki 5A. Frá 1. september er krav sett um, at avreiðast skal fyri í minsta lagið 400.000 kr árliga fyri at varðveita rættindi at hava fiskiloyvi í bólki 5A. Inntøkumarkið er sostatt broytt úr 85.000 kr upp í 400.000 kr., sum er ein nærum fimmfalding av kravinum til avreiðing. Og útrokningargrundarlagið verður fjørárið, sambært kunngerð frá 14. juni 2011.
Sum skilst, er hetta ein stórur trupulleiki, serstakliga hjá teimum, sum fiska við snellu. Nógvir av hesum avreiða vanliga fyri minni árliga enn inntøkumarkið, sum nú er sett, men hava eisini færri útreiðslur til rakstur enn eitt nú teir, sum fiska við línu. Snellubátarnir kunnu tí væl klára seg fyri minni og vera fullriknir, hóast avreiðingin liggur niðanfyri 400.000 kr árliga.
Hetta hava fleiri útróðrarmenn nú víst á, millum annað í Dimmalætting 25. august, sum lýsir trupulleikan, ið tykist sera stórur fyri hendan yrkisbólkin. Kunngerðin kann tí tykjast at vera minni væl gjøgnumhugsað. At hon hevur afturvirkandi kraft, soleiðis skilt, at tað er fjørárið, sum er avgerandi fyri, hvørt bátarnir framhaldandi sleppa at fiska í bólki 5A ella noyðast í 5B, tykist ikki rímiligt. Tí her er talan um at broyta grundleggjandi fyritreytir hjá einum vinnubólki, uttan at hesir hava havt rímiligan møguleika at tillaga seg broyttu treytirnar.
Snellufiskiskapur er umhvørvisvinarlig veiða í mun til fleiri aðrar reiðskapir og leggur ikki so hart trýst á hvørki stovnar ella umhvørvi. Tí má eisini grundgevast væl fyri, hví gjørdar verða broytingar, sum kunnu gera umstøðurnar at vera fullrikin snellu-útróðrarmaður munandi verri.
Í politisku skipanini hevur ofta og leingi verið tosað um, at greiður skilnaður má gerast millum tey, sum liva av útróðri burturav, og so teimum, sum hava fiskarí sum hjávinnu, ofta afturat øðrum vælløntum fulltíðarstarvum. Hetta fyri at gera treytirnar hjá teimum, sum eru fulltíðar útróðrarmenn betri. Men, kunngerðin, sum landsstýris¬maðurin er komin við, loysir á ongan hátt tann trupulleikan.
Svar:
Til nr. 1.
Í samgonguskjalinum frá september 2008 er staðfest, at: Miðað verður eftir at gera skipanina við útróðri einfaldari. Broytingin er gjørd við grundarlagi í hesi staðfesting, og er skipanin nú einfaldari. Býtið millum 5A og 5B er einfaldari nú, tí nú verður býtið millum bólkarnar grundað á eitt virði, nevniliga avreiðingarvirðið hjá bátinum.
Í gomlu kunngerðini var býtið grundað á tríggjar ásetingar: avreitt tons ella avreitt krónuvirði og inntøku hjá eigara/fasta útróðrarformanninum.
Harnæst verður eisini mett, at núverandi skipan av 5A í størri mun stendur í mát við hugtakið fullrikin útróðrarbátur. Fiskifarið verður hereftir allýst sum fullrikið, tá avreiðingarvirðið kann tryggja eitt ársverk upp á í meðal 200-tús. kr. árliga. Allýsingin er grundað á ta fyritreyt, at avreiðingarvirðið verður býtt í jøvnum helvtarbýti, 50% til fiskifarið og 50% í inntøku til mannin/manningina.
Í triðja lagi hevur nýggja ásetingin til endamáls at tryggja teimum fullriknu útróðrarbátunum í bólki 5 hóskandi tal av fiskidøgum sæð í mun til samtykta dagatalið í lógini.
Til nr. 2.
Tað er ikki møguligt at svara nágreiniliga, tí útrokningargrundarlagið og mannagongdir, ið nú verða nýttar, eru ikki tær somu, sum við byrjan seinasta fiskiár. Tó kann verða upplýst, at talið av fiskiførum í bólki 5A, fiskiárið 2011/12, er 46. Í 2010/11 var hetta tal 73.
Til nr. 3.
Inntøkuviðurskifti hjá eigara/útróðrarmanni er ikki partur av málsviðgerðini longur. Tí kann spurningurin ikki svarast nágreiniliga við atliti at seinasta árinum. Gongdin seinastu árini hevur tó víst, at talið av luttakarum í bólki 5A er lækkað støðugt. Fiskimálaráðið hevur ikki atgongd til hagtøl, ið nágreiniliga lýsa viðurskiftini hjá teimum 27 bátunum, ið ikki vera partar av bólki 5A fiskiárið 2011/2012. Tó verður mett, at teir flestu av teimum 27 hava verið partar av bólki 5A í fleiri ár.
Til nr. 4.
Eg eri ikki samdur við tulkingini hjá spyrjaranum, um kunngerðin virkar við afturvirkandi kraft. Tá ein regulerar við afturvirkandi kraft, so er tað tí, at lógin/kunngerðin kemur í gildi, áðrenn hon er kunngjørd, ella at hon beinleiðis ávirkar skyldur og virksemi í einum tíðarskeiði, sum er farið. Hetta er ikki galdandi í hesum máli, tí eingin útróðrarbátur ella útróðrarmaður fær nakrar eyka skyldur – afturvirkandi ella fyri eitt farið tíðarskeið – orsakað av hesi kunngerðarbroyting.
Til nr. 5.
Viðvíkjandi “afturvirkandi”, sí svarið til spurning 4.
Annars meti eg ikki, at broytingin er órímilig:
• Uppbýtið millum 5A og 5B er ikki endaligt, men verður endurskoðað hvørt ár. Hetta merkir, at teir bátar, ið nú eru beint undir kr. 400-túsund markinum, møguliga kunnu tillaga sín rakstur soleiðis í hesum árinum, at teir koma í bólk 5A komandi ár.
• Í stutttíðarhøpi hava bátar í bólki 5B góðar møguleikar fyri rakstri. Tillutaða dagatalið í fiskiárinum 2011/12 er størri enn nýtslan hjá sama bólki í 2010/11.
Til nr. 6.
Vit fara at endurskoða kunngerðina í nærmastu framtíð, men ongin niðurstøða um møguliga broyting er tikin enn.
Johan Dahl
landsstýrismaður
Á Løgtingi, 26. august 2011
Bjørt Samuelsen

