Bjørt Samuelsen i starvsnevndina

19 October 2015
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Tá samgongan millum Tjóðveldi, Javnaðarflokkin og Framsókn bleiv skipað og Kristina Háfoss bleiv vald landsstýriskvinna við fíggjarmálum skuldi tingmanningin velja nýtt umboð í starvsnevnd floksins.

Bjørt Samuelsen bleiv vald í starvsnevndina sum hevur hesar limir:

Høgni Hoydal, floksformaður
Sirið Stenberg, næstforkvinna
Petur í Gong, aðalstjórnarformaður
Bjørt Samuelsen, starvsnevndar umboð hjá tingmanningini
John Dalsgarð, starvsnevndarlimur valdur á flokstingi
Tráin P. Nónklett, starvsnevndar umboð hjá Unga Tjóðveldið

Í lógum floksins stendur um starvsnevndina:

Kapittul 10
Starvsnevndin

§ 27. Starvsnevndin virkar við ábyrgd mótvegis restini av aðalstjórnini og flokstinginum.
Stk. 2. Starvsnevndin tekur sær av politiskum málum og uppgávum, sum taka seg upp millum fundirnar í aðalstjórnini.
Stk. 3. Starvsnevndin hevur ábyrgdina fyri rakstrinum av floksskrivstovuni.
§ 28. Í starvsnevndini sita:
1) Floksformaðurin, ið samskipar politiska arbeiði Tjóðveldis.
2) Ein næstformaður, ið ikki er valdur politikari, er formaður í aðalstjórnini.
3) Ein næstformaður, ið er valdur løgtingslimur, hevur ábyrgdina av samskiftinum millum floksleiðsluna og tingbólkin.
4) Kassameistarin, ið hevur eftirlit við og ábyrgd av fíggjarstøðu floksins.
5) Eitt umboð, valt av tingbólkinum.
6) Eitt umboð, valt av Unga Tjóðveldinum
7) Eitt umboð, valt av flokstinginum, men sum ikki er valdur politikari. Hetta umboð virkar eisini í staði aðalstjórnarformansins, um hesin hevur forfall.