Landsstýrismaðurin ásannar, at tað hevur gingið seint, men væntar og vónar at rottutilbúgvingin verður skipað alt fyri eitt í samráð við avvarðandi myndugleikar og ikki minst Tórshavnar kommunu í mun til vernd av drunnhvítastovninum úti í Nólsoy. Servandi rottuhundurin verður partur av tilbúgvingini.
Fyrispurningur um hvat landsstýrismaðurin ger fyri at verja sjáldsama og ein av heimsins størstu drunnhvítastovnum ímóti rottu, setturKára P. Højgaard, landsstýrismanni í náttúruverndarmálum, (at svara skrivliga eftir TS § 52a)
1. Hvussu ætlar landsstýrismaðurin at tryggja, at drunnhvítastovnurin í Nólsoy verður vardur ímóti rottum?
2. Hvørji tiltøk eru sett í verk at verja drunnhvítastovnin?
3. Nær væntar landsstýrismaðurin, at neyðug tilbúgving og verndartiltøk eru sett í verk?
4. Heldur landsstýrismaðurin, tað vera í lagi, at servandirottuhundurin verður avlívaður, tí eingin hevur uppgávuna at taka sær av honum?
5. Er støðulýsingin og eitt yvirlit yvir tey átøk, sum kommunurnar gera fyri at niðurberja rottu og halda henni burtur frá rottuleysu oyggjunum, gjørt, so sum lovað varð í svari uppá skrivligan fyrispurning nr.50/2009 frá 7. apríl 2010?
Viðmerkingar
Taðverðureinkiminnienneinnáttúrusorgarleikur, færrottanfótafesti í Nólsoy. SambærtDegi og vikufrá 23. mai 2013, verðurservandirottuhundurin, sum Inn¬lendis¬málaráðiðhevurfíggjað, møguligaavlívaður, tíeinginskipaðrottutilbúgving er sett í verk.
Tíverri er longustaðfest, at rotta er komin í Nólsoy, og mest sannlíkt er berteinspurningurumtíð, til honveruligafærfótinfyriseg, verðurhettaikkifyribyrgt.
Náttúru¬áhugað og fakfólkhavagjørteittstórtarbeiði at fyribyrgjarottu. Men, umeffektivastafyribyrgingin – rottuhundurin – verðuravlívaður, verðurikkilætt at setaneyðugavernd í verk, tá á stendur.
Rottankanngeraóbótaliganskaða á drunnhvítastovninumframtannan fugl, sum lunda og skráp. Fleiristaðni í landinumhevurrottanlonguavoyttdrunnhvíta, skráp og lunda. Hetta er nakað, vitundirongumumstøðummuguloyvahendir í Nólsoynni.
Altjóðaábyrgd
Í Nólsoy finstmøguligastørstadrunnhvítabøli í heiminum, sum hýsiráleið 50% av heimsinsdrunnhvítum. Talan er um 200.000 pør av hesumsjáldsamasjófugli, sum viteru so heppinframvegis at hava sum partur at okkaranáttúrugivnaríkidømi til stóragleði og áhuga - eisinihjáferðafólki. Taðmáveramillumokkarafremstuskyldur at verjahendasjófugl, bæði sum part av lívfrøðiligamargfeldiokkara og sum einaltjóðaskylda. Nólsoy er júst av somuorsøkútnevnd sum RAMSAR-øki.
Landsinsábyrgd
Hóasttað at basarottuni, sum so er ein kommunal uppgáva, so er neyðugt, at myndugleikin við evstuábyrgd av náttúruverndtryggjar, at einmiðvístilbúgvingar¬ætlanverðurgjørdfyri at verjadrunnhvítastovnin, at týnarottuna í Nólsoy og fyribyrgja, at honikkikemur í aðrarrottuleysaroyggjar.
Hettavarðeisinilovað í svari til undirritaðu í apríl 2010 (skrivligurfyrispurningur nr.50/2009 frá 7. apríl 2010), táavvarðandilandsstýrisfólksvaraði: “..eg fari at heita á Umhvørvis¬stovunaum, saman við Búnaðar¬stovuni sum yvirskipaðumeftirlits¬myndug¬leika, at fáaeittyvirlityvirteyátøk, sum kommunurnargerafyri at niðurberjarottu og annars at haldahenniburturfrárottuleysuoyggjunum.”
Og: “... fari tí at heita á Umhvørvisstovuna um at gera eina støðulýsing av rottu¬trupulleikunum í landinum, at kanna eftir, um verandi lóggáva framvegis er hóskilig og at samskipa eitt arbeiði, har funnið verður fram til bestu hættir at fremja fyri¬byrging og týning av rottu í øllum landinum og ikki minst í økjum ella á oyggjum, sum krevja serliga verju.”
Seinastu tíðindini um rottuverju í Nólsoy bera ikki boð um, at ein skipað tilbúgving er sett í verk.
Á Løgtingi, 24. mai 2013
Svar:
Til 1. spurning
Landsstýrismaðurin ætlar at fyribyrgja, at rotta kemur út í Nólsoynna, Skúvoynna og Mykines, sum eru tilnevndar RAMSAR-oyggjar. Hetta verður nú gjørt í sambandi við tað, at fyrisitingar¬ætlan skal gerast fyri RAMSAR-oyggjarnar. Landsstýrismaðurin hevur heitt á Umhvørvis¬stovuna um at standa fyri arbeiðinum at gera eina fyrisitingarætlan, sum verður gjørd í tøttum samstarvi við Náttúrugripasavnið, Havstovuna, Fuglafrøðifelagið, avvarðandi kommunur, fólk í oynni og aðrar áhugapartar.
Bergur Olsen, fuglafrøðingur á Havstovuni, hevur gjørt eitt ítøkiligt uppskot um rottutilbúgving at verja drunnhvítastovnin úti í Nólsoy. Eitt uppskot, sum Tórshavnar kommuna nú skal viðgera og taka støðu til. Uppskotið til rottutilbúgving er gjørt á slíkan hátt, at tað kann tillagast og setast í verk í øðrum rottufríum oyggjum eisini. Sambært uppskotinum verður servandi rottuhundurin partur av rottutil-búgvingini.
Til 2. spurning
Í uppskotinum til eina rottutilbúgvingarætlan, verður talan bæði um sonevnda passiva og aktiva rottufyribyrging. Sambært ætlanini verður ein skipað rottutýning sett í verk alt fyri eitt, um rotta verður staðfest. Higartil er eitur lagt út í Nólsoynni hvørja ferð rotta er sædd har. Tað var eisini við vernd av drunnhvítastovninum í huga, at landsstýrismaðurin játtaði stuðul til keyp og rakstur av rottuhundinum fyrsta árið.
Til 3. spurning
Landsstýrismaðurin væntar og vónar at rottutilbúgvingin verður skipað alt fyri eitt í samráð við avvarðandi myndugleikar og ikki minst Tórshavnar kommunu í mun til vernd av drunnhvítastovninum úti í Nólsoy.
Til 4. spurning
Landsstýrismaðurin heldur sjálvandi ikki at tað er í lagi at avlíva servanda rottuhundin, sum landsstýrismaðurin hevur latið stuðul til at keypa og fóðra í eitt ár. Og tað kemur heldur ikki uppá tal at avlíva hundin.
Landsstýrismaðurin harmast um, at tað hevur tikið so drúgva tíð at fáa eina skipan í lag við kommunurnar um ansing, venjing og brúk av hundinum í rottutilbúgvingini. Men nú er vón fyri stavn við tað, at Tórshavnar kommuna hevur sagt seg sinnaða til at finna eina varandi loysn, sum bæði kann verða til gagns fyri Tórshavnar kommunu og aðrar kommunur við. Í hesi loysn liggur, at ein heimildarpersónur fær til uppgávu at hava hundin og syrgja fyri, at hundurin røkir sínar uppgávur sambært rottutilbúgvingini og at neyðuga fíggingin til raksturin fylgir við.
Til 5. spurning
Í 2011 gjørdi Umhvørvisstovan við stuðuli úr Innlendismálaráðnum eina frágreiðing (2011:3) um rottur. Í frágreiðingini er eitt yvirlit yvir rottufríu oyggjarnar, ein vandalýsing fyri rottuspjaðing, tilmæli um tiltøk at seta í verk o.a.m. Frágreiðingin er tøk á heimasíðuni hjá Umhvørvisstovuni á hesi leinkju: http://www.us.fo/Admin/Public/DWSDownload.aspx?File=%2fFiles%2fFiler%2fUS%2futgavur%2f2011%2fRottuspjading_14052012Final.pdf
Í Tinganesi 4. juni 2013
Kári P. Højgaard
landsstýrismaður

