Hvørt Búnaðargrunnurin kann fíggja festibrøv í sambandi við festaraskifti og fíggjakeyp av mjólkarkvotum, eru so grundleggjandi spurningar í mun til virksemið í landbúnaðinum og hjá Búnaðargrunninum, at lóggávan sjálvsagt eigur at vera púra greið. Men, tað er hon ikki. Og landsstýrismaðurin hevur ei heldur tikið støðu til, hvørt hann heldur, at Búnaðargrunnurin skal hava hesar heimildir.
FyrispurningureftirTingskipanini § 52a.
Fyrispurningur um heimild hjá Búnaðargrunninum at fíggja festibrøv og mjólkarkvotur, settur Jacob Vestergaard, landsstýrismanni (at svara skrivliga eftir TS § 52a)
1. Hevur Búnaðargrunnurin lógarheimild at fíggjafestibrøv og mjólkarkvotur?
2. Metir landsstýrismaðurin, at grunnurin eigur at havahesa heimild?
3. Hevur landsstýrismaðurin fingið nakran fyrispurninghesumviðvíkjandifrábóndum, Búnaðargrunninumellaøðrum?
4. Um ja, hvat hevur landsstýrismaðurinsvarað?
5. Um ivi er um tulkingina av omanfyrinevndu heimild í lóginifyriBúnaðargrunn, hevurella fer landsstýrismaðurin so at taka stig til at fáalóginabroytta, so heimildinverðurgreið?
6. Um Búnaðargrunnurin kann fíggja festibrøv, verður so greitthámarksettfyri, hvussunógvgrunnurinkannvera við til at fíggja?
Viðmerkingar:
Spurningarnirverðasettir, tíivitykisthavatikiðsegupp,hvørtlóginfyriBúnaðargrunninheimilar at fíggjafestibrøv og mjólkarkvotur.Landsjørðin er seinastuárinivorðinalsamtmeiraprivatiserað. Fyrst við at mjólkarkvoturnargjørdustfríttumsetiligar, og seinni við at festibrøvinierugjørdumsetilig. Einsannroynd er, at landsjørðin – hóasthon er almenn – í dag verðurumsettfyristórarupphæddir. Fyrimunirnir við umsetiligheitini eru, at til berhjávirknumbóndum at fáahendur á meirajørð. Vansin er eyðsýnttann, at vinnan er í vandafyri at blívayvirkapitaliserað við vaksandiskuldarbindingfyribøndur, sum taka við festum. Hetta er ein sera óheppingongd.
Sum støðan er, er tørvur á at kunnafíggjabæðimjókarkvotur og festibrøv í sambandi við festaraskifti. Búnaðargrunnurin er settur á stovn “við tíendamáli at veitalán til landbúnaðin og fíggjakostnaðin av at rekajarðarumsitingina”, sum §1 í lóginiumBúnaðargrunngreittásetir. Sera trupult er at fáabankar at fíggjalandbúnaðarvirksemi – eisinihóastbæðimjólkarkvotur og festibrøv sum nevnterugjørdumsetilig, og tíkunnusetast í veð. Tí er neyðugt at havaeitt slag av landbúnaðarbanka, sum setirkrøv til skilvísaríløgur, men samstundiskannveitalagaligarifíggingennbankarnir.
Spyrjarinkennir til dømi, har einpersónurhevursøktBúnaðargrunninumfígging at keypafestibrævfyri, men hevurbíðaðmeiraenneitthálvtáreftirsvari. Sum skilst er núivium, hvørtgrunnurinhevur heimild at fíggjafestibrøv og mjólkarkvotur. Hettaskal veratí, at festibrøv og mjólkarkvoturikkistandabeinleiðisnevndá listanum í § 2 í lóginiumBúnaðargrunn.
HvørtBúnaðargrunnurinkannfíggjafestibrøv í sambandi við festaraskifti og fíggjakeyp av mjólkarkvotum, eru so grundleggjandispurningar í mun til virksemið í landbúnaðinum og hjáBúnaðargrunninum, at lóggávanmáverapúragreið, uttannakranivaumtulkingina.
Á Løgtingi, 19.desembur 2013
Bjørt Samuelsen
løgtingskvinna
Svarið til spurningin kann takast niður her !

