Spurningurin var soljóðandi:
1. Hvussu fer landsstýrismaðurin at tryggja nøktandi viðgerð til giktsjúk, nú serlæknin hevur sagt seg úr starvi frá 1. januar 2015?
2. Nær fyriliggur ein loysn, sum tryggjar, at støðið á viðgerðini ikki lækkar?
3. Hvør er orsøkin til, at serlæknin hevur sagt seg úr starvi?
4. Hvussu nógvar serlæknar í giktsjúku metir landsstýrismaðurin at tørvur er á í føroyska heilsuverkinum?
5. Nær og hvussu nógvar serlæknar í giktsjúku væntar landsstýrismaðurin at fáa sett í starv komandi árið?
Svar:
Ad. 1
Viðgerð til giktasjúklingar er ein serviðgerð, sum byggir upp á diagnostik frá serlækna og síðani fyriskipan av viðkomandi heilivági. Hendan skipan hevur verið í menning – serliga síðani reumatologur varð settur í fast starv sum yvirlækni á Landssjúkrahúsinum. Um eingin serlækni í reumatologi verður í føstum starvi eftir 1. januar 2015 vil tað hava við sær, at skiftandi konsulentar koma at veita viðgerðina, samstundis sum arbeitt verður við at fáa sett giktlækna.
Ad. 2
Arbeitt verður í løtuni við at finna eina loysn – og tað verður funnin ein loysn sum í seinasta lagi verður sett í verk 1. januar 2015.
Ad. 3
Tað er ikki givin nøkur grundgeving í uppsøgnini. Samskifti er í løtuni millum serlæknan og leiðsluna á Landssjúkrahúsinum um málið, men tað fyriliggur ikki nøkur niðurstøða enn. Fundur er avtalaður millum partarnar í komandi viku.
Ad 4.
Sambært “sjúkrahúsálitinum” frá 2007 er tørvur á umleið 2 serlæknum í reumatologi í Føroyum.
Ad. 5.
Landssjúkrahúsið søkir javnan eftir serlæknum. Tað hevur seinastu árini víst seg at verða torført at fáa fólk at søkja, men í seinastuni eru fleiri yvirlæknar settir, og er talið av fastsettum serlæknum søguliga høgt í løtuni. Tað er torført at fáa serlæknar í reumatologi til Føroyar og tí verður umhugsað at økja um serlæknamanningina á økinum, soleiðis at tað koma at virka 2 serlæknar á økinum. Tað hevur nevniliga víst seg, at tað ofta er lættari at fáa fólk at søkja, um ein ella fleiri serlæknar eru frammanundan.
Heilsumálaráðið, 17. oktober 2014
Karsten Hansen
landsstýrismaður

