Tjóðveldi vil hava Løgtingið at heita á landsstýrið um at seta miðvísan arbeiðsbólk at útgreina og leggja fyri Løgtingið frágreiðing við uppskoti um, hvørji stig eiga at verða tikin - politiskt og vinnuliga - til tess at útbyggja handilssambandið og ferðasambandið við Stóra Bretland, við tí endamáli at fáa kostnaðarstøðið á innfluttum vørum niður, til gagns fyri vinnu og húsarhald.
Prísstøðið á bretska meginlandinum liggur á leið 30% lægri enn í Danmark. Kortini innflyta føroyingar á leið 10 ferðir so nógv úr Danmark, sum úr Bretlandi.
Føroyar og Stóra Bretland samstarva sum grannatjóðir í mongum viðurskiftum væl. Samstarv er ímillum londini á fiskivinnuøkinum, innan oljuvinnuna, ferðavinnu, útbúgving og mentan. At útbyggja handils- og ferðasambandið fer at skapa stórar møguleikar fyri at útbyggja samstarvið á øllum økjum.
Málið er serstakliga aktuelt nú løgmaður hevur gjørt av at niðurleggja sendistovu Føroya í Stóra Bretlandi. Tjóðveldi vónar, at viðgerðin av uppskotinum fer at vísa á tørvin á og møguleikar fyri at útbyggja samstarvið, heldur enn at niðurlaga tað, og at ætlan løgmans verður steðgað.
Tað er tingkvinnan Bjørt Samuelsen, sum vegna Tjóðveldi hevur lagt uppskotið fram.
Uppskotið kann lesast her: tingmál nr. 153/2011.

