Eingin tannlækni á landssjúkrahúsinum. Hetta hevur verið støðan síðani 1. oktober. Tíverri er heldur ikki søkt eftir nýggjum tannlækna. Áður er víst á, at tey sum verða rakt av hesum eru: Sálarsjúk, fólk við menningartartarni, børn, sum hava tørv á serkønari tannlæknaviðgerð og fólk sum hava fingið stráluviðgerð í høvd ella háls.
Flestu okkara eru paff av støðuni. Spyrjarin gjørdist ikki minni paff av svarinum frá heilsumálaráðharranum, tá skrivligur fyrispurningur varð settur um málið. Í svarinum verður millum annað sagt: “Roynt hevur verið at leitað eftir yngri tannlæknum....higartil hevur ikki eydnast at fáa nakran at vísa starvinum nóg stóran áhuga”
Almenni setanarpolitikkurin sigur púra greitt, at øll almenn størv skulu lýsast leys. Skilagóðar mannagongdir eru enntá festar á blað, sí lsh.fo
Tískil undrar tað stórliga, at tannlæknastarvið á landssjúkrahúsinum ongantíð er lýst leyst. Svarið hjá heilsumálaráðharranum vísir greitt, at almenni setanarpolitikkurin ikki verður fylgdur í hesum førinum. Við tað at fyrrverandi tannlæknin fór frá vegna aldur, skuldi verið lagamanni og ríkur møguleiki at orða eina starvslýsing saman við tannlæknanum, meðan hann enn var á landssjúkrahúsinum.
Svarini spyrjarin fekk í samband við skrivliga fyrispurningin eru ógreið og spyrjarin hevur tí fleiri spurningar aftrat, sum hon fegin vil hava heilsumálaráðharran at svara:
• Hví er almenni setanarpolitikkurin ikki fylgdur í hesum máli?
• Nær verður lýst eftir tannlækna til landssjúkrahúsið?
• Á hvønn hátt hevur verið leitað eftir yngru tannlæknununum?
• Hvør hoyrir til hesa kategori?
• Hvussu hevur leiðslan roynt at skapt áhugan hjá møguligum áhugaðum tannlæknum?
• Hvør er orsøkin til, at tannlæknarnir ikki vístu starvinum nóg stóran áhuga? Væntandi starvslýsing? Lønin? Ov møtimikið? Ov einsligt?
• Hvussu verða tanntrupulleikarnir loystir her og nú hjá teimum, sum hava tørv á tannlækna og áður høvdu fingið røttu hjálpina á Landssjúkrahúsinum?
Bergtóra H Joensen

