Bergtóra spyr um fíggjarligt frípláss

22 February 2011
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Munnligur fyrisp um fíggjarligt frípláss


• Kann landsstýriskonan í almannamálum greiða frá hugsjónunumog grundgevingunum fyri verandi kunngerð um frípláss?


• Átti markið millum fult frípláss og ongan stuðul til frípláss at verið størri enn í dag?

• Heldur landsstýriskonan at tað er skynsamt, at barnaviðbót, barnagjald og studningur verður roknaður sum a-inntøka?


• Kann hugsast, at verandi skipan um frípláss er orsøk til at so nógvar kvinnur arbeiða niðursetta tíð?
Ivasamt er, um verandi skipan um frípláss til barnaansing er nóg góð. Útbúgvinagarstuðul, barnaviðbót og barnagjald verður roknað sum a-inntøka.

Spurnaðartekin kann setast við, um frymilin sum fríplássið verur roknaður eftir er optimalur – inntøkumarkið frá nær fólk fáa fult frípláss ella einki frípláss átti kanska at verið størri enn í dag. Fer inntøkan upp um 272000 kr verður eingin stuðul til frípláss latin. Hetta ger, at eitt nú stakir uppihaldarar, sum kanska hava møguleika fyri at taka onkra eykavakt ella uppgávu viðhvørt,als ongan fíggjarligan ágóða hava av tí – tí í somu løtu ársinntøkan fer upp um 272000 kr við barnaviðbót og barnagjaldi missir staki uppihaldarin.

Eisini er áhugavert, atbæði barnaviðbót, barnagjald og lestrarstuðul verður roknað sum a-inntøka. Fyri nøkur verður tað sum latið verður við aðrari hondini, drigið inn aftur við hinari.

Áður bleiv útbúgvingarstuðulinikki roknaður sum a-inntøka, hevur spyrjarin skilt. Men við verandi kunngerð frá 2009 bleiv hetta broytt.


Tykist bakvent, at byrja at rokna útbúgvingarstuðul sum a-inntøku sum nakað nýtt, samstundis sum vit áttu at givi barnafamiljum betri lestrarmøguleikar í Føroyum.Tað er serliga ironiskt, tá hugsað verður um, at seinastu árini er roynt at bøta um korini hjá lesandi við børnum, við at lata eitt mánaðarligt ískoyti fyri hvørt barni og við at hækka lestrarstuðulin til stakar uppihaldarar.Hesar upphæddir verða taldar sum a-inntøka. Og hetta rakar bara tey, sum hava smá børn á stovni, tey lesandi sum hava børn í skúlaaldri, fáa framvegis hendan peningin - men hava jú ikki útreiðslur til ansing.


Um bæði foreldur eru lesandi og onga aðra inntøku hava, so er familjan framvegis undir markinum og fær fult frípláss á dagstovni- og um annar hevur fult starv og ikki er lesandi eru tey oftast omanfyri markið kortini, men í teimum førum har annar ella bæði starvast niðursetta tíð, so er tey mangan eru beint undir markinum og tá ger verandi kunngerð í summum førum, at tað tú vinnur kann verður uppetið av gjaldinum til barnaansing.