Johan Dahl, landsstýrismann í vinnumálum
Í summar var álit handað landsstýrismanninum í vinnumálum um átøk, sum kundu minkað um ungdómsarbeiðsloysið í Føroyum. Vit fingu at vita, at talan var um ein skjóttarbeiðandi bólk, tí nøkur átøk skuldu fremjast við eitt.
Eftir hetta hava vit einki hoyrt frá samgonguni um átøk, sum skulu minka um ungdómsarbeiðloysið. Gamaní hava fleiri fingið miðnámsskúlapláss, men tað var longu avgjørt, áðrenn álitið var handað.
EU rapport vísir, at ungdómsarbeiðsloysið í Europu er søguliga høgt. Eisini í Føroyum er ungsdómsarbeiðsloysið fleirfaldað seinasta árið. Farna ár hevur tjóðveldi sett landsstýrisfólkunum í
vinnumálum, almannamálum og mentamálum spurningar um hetta. Eitt álit er komið burturúr, men einki átak, sum bøtir um støðuna.
Onnur lond gera kreppupakkar og serliga skipanir til tess at basa ungdómsarbeiðsloysinum. Eyðsæð eru tey ungu ein viðbrekin bólkur, um tey ikki fáa arbeiðsroyndir og ein sterkan arbeiðssamleika. Umráðandi er, at tey ungu hava nakað at fara upp til um morgnarnar beinanvegin, sum tey gerast arbeiðsleys ella gevast í skúlanum. Annars fáa tey ta fatan, at eingin hevur brúk fyri teimum, kunnu missa áræði og álitið á sær sjálvum og sínum førleikum.
Virkispraktikk er ein góður háttur til tess, at fáa fótin innum á arbeiðsmarknaðinum og at finna rætta starvsøkið. Nýggja ALS lógin letur upp fyri hesum, men vit hava framvegis onga kunngerð fingið hesum viðvíkjandi.
Tí hesar spurningar til landsstýrismannin í vinnumálum:
Hvørji átøk ætlar landsstýrismaðurin at fremja, sum basa ungdómsarbeiðsloysinum?
Nær verður kunngerðin, sum letur upp fyri virkispraktikk hjá arbeiðsleysum undir ALS skipanini veruleiki?
Spurningur til Rósu Samuelsen
Í februar lat Slóðin aftur. Kollveltandi broytingar vóru framdar á økinum børn og ung. Fyrst margháttliga framferðin, tá Familjudeildin á barnaheiminum lat aftur og starvsfólkini vórðu uppsøgd. Hetta sama hendi, tá Slóðin lat aftur. Ì februar fingu vit at vita, at ein nýggjur stovnur skuldi lata upp, men eingin visti nær, hvar ella hvussu. Eini hús á Argjum vórðu nevnd, umframt Mjørkadalur. Rókin og Slóðin skuldu leggjast saman og kortini ikki!
Felags fyri tey ungu á Slóðini var, at tey høvdu álvarsligar trupulleikar at dragast við og tørv á hollum stuðuli. Veruleikin var, at tey ungu skuldu verða úti av Slóðini við 10 daga skotbrái, og ógreitt er, hvar tey skulu búgva, og hvør skuldi vera um tey. Beinleiðis skaðilig viðferð, ið elvdi til ótryggleika og ótta. Sjálvt hjá frískum vaksnum fólki er slík støða ótolandi.
Nógvar útmeldingar eru komnar um nýggjan stovn síðani tá. Hitt seinasta vit frættu um serstovnin var at nógv vóru áhugaði í at leiga út til stovnin og at vit seinast í summar skuldu frætta, hvar stovnurin skuldi vera. Nú er hálvur oktober og vit hava framvegis einki frætt um, hvussu verður við hesum stovninum.
Nær og hvar letur nýggi stovnurin upp?
Hvør verður málbólkurin?
Hvat fyri tilboð verður talan um?
Er bygnaðurin greiður?
Jóannes Eidesgaard, fíggjarmálaráðharri
Fyri umleið tveimum árum síðani var fíggjarmálaráðharrin spurdur, um umhugsað var at partur av arbeiðsmegini hjá tí almenna skuldi vera oyramerktur til fólk við skerdum førleika og um landsstýrið ætlaði at gera sítt til, at almenni starvsfólkapolitikkurin gekk á odda í mun til at seta fólk í starv við skerdum førleika. Hugburðurin má vera at tað almenna gongur á odda í mun til rúmliga arbeiðsmarknaðin, ikki minst, um krøv skulu setast til privata arbeiðsmarknaðin.
Eitt uppskot kundi verið, at tað almenna gjørdi sítt til at sjúkrasamrøður/ umsorganarsamrøður vóru við arbeiðsgevaran um starvsfólk gjørdust sjúk. Á hendan hátt ber javnan til at fyribyrgja, at fólk missa tilknýtið til arbeisðsmarknaðin.
Spyrjarin fekk tá at vita, at hetta var nakað sum samráðast kundi um. Tá samráðingar vóru. Hesar finna stað í hesum døgum og eru eitt gylt høvi veruliga at skapa ein rúmligari arbeiðsmarkna í Føroyum. Spyrjarin vil tískil fegin vita:
Roynir samgongan at fáa við í komandi sáttmála, at sjúk fólk og fólk við skerdum arbeiðsførleika fáa betri kor á arbeiðsmarknaðinum?
Á hvønn hátt?
Spurningar til Rósu Samuelsen.
Samgongan hevur avgjørt, at Nærverkið skal spara tveysiffraða milliónaupphædd á komandi fíggjarlóg.
Vit hava áður hoyrt um setanarsteðg og nú er talan eisini um uppsagnir. Eldri fólk fáa ikki ta heimahjálp teimum tørvar og tey sum hava menningartarn, bera brek ella eru eru sálarsjúk merkja eisini spariknívin. Flestu teirra eru ikki sjálvi før fyri at vísa á sína ónøgd og stúran. Yrkisfeløg, fakfólk, Javni og avvarðandi óttast fylgjurnar. Javni vísur millum annað á, at tað er vorðið truplari at fáa stuðul. Eisini óttast Javni, at starvsfólkaorka ikki verður til at fólk sleppa út hvønn dag, ella til at koma upp úr seingini. Javni óttast eisini heilivágsnýtslan hjá fólki fer at økjast hjá summum.
Royndir aðrastaðni vísa, at um normeringin gerst ov lág økist heilivágsnýtslan. Starvsfólkini hava ikki somu tíð til at samskifta við brúkaran. Tískil gerast nakrir brúkarar frustreraðir, meðan aðrir kanska ’fara inn í seg sjálvan’. Fylgjurnar kunnu tá vera, at heilivágsnýtslan økist.
Tá normeringarnar gerast ov vánaligur, sæst hetta ofta aftur á trivnaði og sjúkufráveru. Starvfólk kunnu gerast strongd og útbrend. Ljóðar ræðandi, ikki minst um vit hava í huga, at kanning herfyri vísti, at Nærverk fekk tørv á fleiri 100 starvsfólkum um nøkur ár.
Spariætlanin kann gera tað trupult at rekrutera nýggj starvsfólk.
Vit samtyktu nýliga ST sáttmálan fyri fólk sum bera brek í Føroyum og spurningurin er, um vit virða menniskjarættindi, um ætlaðu sparingarnar gerast veruleiki.
Spyrjairn vil tí fegin hava landsstýriskvinnuna at lýsa, hvussu ætlaðu sparingarnar koma ávirka gerandisdagin og lívsdygdina hjá brúkarunum hjá Nærverk.
Hvørja ávirkan fáa ætlaðu sparingarnar hjá samgonguni á gerandisadagin og lívsdygdina hjá teimum, sum hava tørv á tænastum og veitingum frá Nærverk?
Virða vit menniskjarættindini sambært ST sáttmalanum um sparingarnar verða framdar?

