Bergtóra fingið svar uppá fyrispurning

5 November 2009
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Svar upp á fyrispurningin eftir tingskipanini § 52a frá Bergtóru Høgnadóttir Joensen, løgtingskvinnu um botnfrádrátt hjá børnum, hvørs foreldur eru farin hvør til sítt.


Spurningur:

1. Er tað so, tá foreldur ikki eru saman, og rindað verður eykabarnagjald, at hetta verður skrásett og skattað sum a-inntøka hjá barninum?


2. Um so er, verður mismunur tá ikki gjørdur á børnum?

3. Kann landsstýrismaðurin í fíggjarmálum greiða frá, hvør politiska hugsjónin er, aftan fyri hesa skipan ella mannagongd?


4. Tekur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum undir við hesi skipan?


5. Hevur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum nakrar ætlanir um at broyta verandi skipan?

6. Hvat hevði tað kostað landinum árliga, um eykabarnagjaldið ikki bleiv skrásett og skattað sum A-inntøka hjá barninum?

7. Innkrevur Taks skatt av eykabarnagjaldinum sama, um ríkisumboðið, rætturin ella foreldrini hava ásett eykabarnagjaldið?


S v a r

Ad. 1. Eftir § 25 í skattalógini verður alt, sum hin skattskyldugi í inntøkuárinum hevur lagt inn í peningi ella peningsvirði, roknað sum skattskyldug inntøka uttan mun til, um inntøkan stavar úr Føroyum ella ikki, tó við teimum avmarkingum og undantøkum, sum sett eru í lógina.

Í § 5, stk. 1 í skattalógini er ásett, at børn verða sjálvstøðugt sett í skatt av allari inntøku síni.

Sambært § 29, nr. 13 teljast barnagjøld og onnur gjøld eftir lóg um rættarstøðu barnanna ikki til ta skattskyldugu inntøkuna.

Tey gjøld, sum eru skattafrí eftir síðstnevndu reglu, eru:


1. Vanlig barnagjøld og onnur serlig gjøld í sambandi við føðing og uppihald til móðrina fyri og aftaná føðing, barnsins dóp, konfirmatión, sjúku ella jarðarferð ella av øðrum serligum orsøkum uttan mun til, um tey verða goldin av gjaldskylduga ella sambært løgtingslóg um barnagjald til einsamallar uppihaldarar o.a.


2. Gjald til barnsins uppihald, sum tað almenna rindar, um einans annað av foreldrum barnsins er á lívi.


3. Sama gjald, sum verður rindað til eitt barn, føtt uttan fyri hjúnalag, tá faðirskapið ikki er staðfest.


4. Árligt gjald, sum verður rindað til faðir- og móðurloysingar.

Onnur gjøld, sosum barnagjøld omanfyri vanliga gjaldið og konupengar, verða roknað sum skattskyldug inntøka.

Ad. 2-5. Orsøkin til at hesi gjøld verða tald uppí inntøkuna hjá barninum og ikki hjá uppihaldaranum tykist verða, at man hevur mett, at um inntøkan verður skattað hjá barninum, kemur skatturin at verða munandi minni, enn um inntøkan verður skattað hjá uppihaldaranum.


Òiva kann tað koma fyri, at fólk føla tað sum mismunur verður gjørdur á børnum, men meginreglan er, at børn saman við uppihaldarum hava fyrimun av at inntøkan verður skattað hjá barni heldur enn hjá uppihaldara.

Ad. 6. Tað ber ikki til at siga nágreiniliga, hvat tað hevði kostað landinum árliga, um eykabarnagjaldið ikki bleiv skrásett og skattað sum ein inntøka hjá barninum. Eykabarnagjaldið verður ikki sum vanliga barnagjaldið lagt út av tí almenna, men tað er TAKS, sum innheintar eykabarnagjaldið. Tá ið eykabarnagjaldið er innheintað, verður eykabarnagjaldið rindað viðkomandi, ið hevur rætt til gjaldið.

Higartil í ár er upphæddin, sum er innheintað í eykabarnagjaldi, kr. 640.793. Úpphæddin, sum varð innheintað í 2008, var kr. 581.168, meðan upphæddin, sum varð innheintað í eykabarnagjaldi í 2007, var kr. 806.038.

Ad. 7. Eykabarnagjaldið er skattskyldugt uttan mun til, hvussu tað verður ásett.

Argir, tann 04. november 2009


Jóannes Eidesgaard
landsstýrismaður