Barsilsgjaldið skal einans kunna nýtast til barsilsskipan!

10 March 2014
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Barsilsgjald verður kravt inn frá øllum arbeiðstakarum og frá øllum arbeiðsgevarum. Tá pengar verða kravdir frá borgarunum til at fíggja eina ávísa skipan, skulu hesir pengar sjálvandi nýtast til hetta, og einki annað. So er ikki. Seinastu mongu árini eru væl omanfyri 64 milliónir krónur av barsilsgjaldinum farnar í “strórapott” og nýttar til heilt onnur endamál enn barsilsskipan.

Tjóðveldi hevur tí lagt fyri løgtingið eitt uppskot um sonevnda c-átekning á høvuðskontuna fyri barsilsskipan, sum skal tryggja, at pengar, sum verða kravdir inn frá landsins borgarum til eina

samhaldsfasta barsilsskipan, einans verða nýttir til júst hetta endamálið.

Verður uppskotið samtykt, fer tað ikki longur at bera til at nýta avlop av inngjaldinum til onnur endamál, enn ásett er í lóg um barsilsskipan.

Løgtingið hevur síðani í fjør viðgjørt eitt annað uppskot frá Tjóðveldi um at leingja barnsburðarfarloyvið við 8 vikum, og gera skipanina munandi meira smidliga. Hetta kemur til 2. viðgerð hósdagin 13. mars.

Leinkja til uppskotið: http://www.logting.fo/files/casestate/14119/090.13%20U.t.%20eykajattanarll.%20mars%202014.pdf

Bjørt Samuelsen, tingkvinna er framsøgufólk floksins í barsilsmálum – tlf 599909.

Tjóðveldi