Eitt av grundleggjandi málunum, ið býráðsmeirilutin hevur raðfest í samgonguskjalinum, er at gera nakað ítøkiligt við støðuna hjá barnafamiljunum, sum í hesum døgum eru hart sperdar vegna høga livikostnaðin.
...
Tí verða ítøkilig tiltøk, sum muna nakað, nú sett í verk, soleiðis at nevndu umstøður verða betraðar, og barnafamiljur fáa betri fortreytir fyri at klára seg og harvið at støðast og trívast betur í Klaksvíkar Kommunu.
Av tí at barnafrádrátturin í kommunuskattinum, sum higartil hevur verið tað mest brúkta amboðið í hesum sambandi, ikki munar eins væl til at geva lætta til barnafamiljur, hevur meirilutin valt at veita ein munandi lætta í sjálvum foreldragjaldinum fyri vøggustovu-, dagstovna- og dagrøktarpláss, tí harvið fer avslátturin beinleiðis til tær familjurnar, sum hava nógv at rinda fyri dagstovnapláss hjá børnum sínum.
Hetta inniber, at Klaksvíkar Kommuna, ístaðin fyri verandi systkinaavsláttarskipan, setur í verk eina munandi størri lækking av foreldragjaldinum yvir tey komandi 4 árini á samanlagt 35%.
Longu 1. januar 2014 lækka øll foreldragjøld til vøggustovur, dagrøkt og barnagarðar við sløkum 20%, og síðani heldur lækkingin stigvíst fram við 5% um árið í 2015, 2016 og 2017.
Vøggustovupláss lækka úr verandi 2.400,- kr. niður í 1.564,- kr., svarandi til 836,- kr. um mánaðin ella umleið 10.000,- kr. um árið fyri hvørt vøggustovupláss.
Klaksvík, 17. juni 2013
Jógvan Skorheim, borgarstjóri
Jóhann Lützen, sosialnevndarformaður
Steinbjørn O. Jacobsen, varaborgarstjóri
Signhild V. Johannesen, býráðslimur
Óluva Klettskarð, býráðslimur
Kristian Eli Zachariassen, býráðslimur
Barnaansingargjøldini í Klaksvíkar Kommunu lækkað 35%
18 June 2013

