Avgerðirnar um makrelfiskiskap kærdar

15 June 2012
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Kæran byggir á, at avgerðirnar hjá landsstýrinum eru brot á lóg og rætt, og at kunngerðin er gjørd í heimildarloysi og í stríð við lógina um vinnuligan fiskiskap.

Í kæruni verður m.a víst á, at málið um makrelin er eitt tað størsta í vavi og týdningi fyri føroyska samfelagið yvirhøvur. Í mun til føroyska búskapin, føroyska vinnubygnaðin og í mun til fólkið í Føroyum, er talan um eitt virði uppá millum eina og 1,5 mia. krónur árliga. Hetta er á leið 10% av árligu bruttotjóðarúrtøkuni í Føroyum. Til samanberingar svarar málið til, um tað til dømis var í Svøríki, at virðir fyri yvir 500 mia. krónur árliga vórðu býtt út av einum einstøkum ráðharra, uttan nakra greiða lóg ella reglur.

Fyrisitingin av hesum máli hevur sostatt djúptøknar avleiðingar fyri alt samfelagið, vinnubygnaðin samfelagsbygnaðin, hvønn einasta borgara og rættartrygdina – ikki bert í 2012, men í mong, mong ár frameftir.

Men í teimum avgerðum, sum landsstýrið hevur tikið í sambandi við makrelfiskiskap í 2012, eru ongi teimum grundleggjandi krøvunum til eitt fólkaræði og eitt rættarsamfelag uppfylt:

- Ongar greiðar lógarreglur og heimildir eru gjørdar.

- Grundaðar siðvenjur eru sleptar og broyttar.

- Onki gjøgnumskygni er í avgerðunum ella nakað metingargrundarlag.

- Onki eftirlit er við, at lóg og rættur verða hildin.

- Onki sakligt grundarlag at meta eftir, eftirkanna og kæra eftir.

- Onki rættargrundarlag og tilvildarligar og ymiskar ásetingar og avgerðir fyri tey, sum skulu virka undir lógini.

Eisini vísir kæran til, at kunngerðin um makrelfiskiskap er gjørd í heimildarloysi og er brot á lógina um vinnuligan fiskiskap.

- Landsstýrismaðurin gevur við egnari kunngerð sær sjálvum óavmarkaðir heimildir til at áseta og flyta kvotur millum skip, sjálvgjørdar bólkar, frá kvotu til vinnuligar royndir o.a., uttan nakað grundarlag ella møguleika fyri at eftirkanna ella skapa rættartrygd millum tey, ið skulu virka undir lógini og kunngerðini.

- Kunngerðin setir skip og bólkar saman í heilt nýggjar bólkar, sum onga heimild hava í lógini.

- Kunngerðin er sostatt beinleiðis í andsøgn við allan grundbygnaðin í lógini um vinnuligan fiskiskap, og við ta rættarpraksis, ið hevur verið bygd upp, síðani lógin kom í gildi, har lógarfestu skipabólkarnir eru høvuðsbulurin.

Kæra í fullum líki kann lesast her