Avbjóðingarnar á eldraøkinum

1 December 2009
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Í sera upplýsandi kjakinum um eldraøkið í Eygsjón 30.11.09 bleiv millum annað sagt, at tørvur verður á hundraðtals starvsfólkum hjá Nærverkinum komandi árini. Eisini bleiv sagt, at meðan onnur lond "avmontera" røktarheim byggja vit hópin av nýggjum plássum. Fleiri staðni í Føroyum tykist eitt ellisheim at birta vón um eitt trygt framtíðararbeiðspláss.

Í Eygsjón bleiv greitt frá, hvussu stuðulsskipnirnar í Føroyum einans eru til røktarheim og sambýlir og at einki insitament tískil er til at fara undir alternativ. Eisini bleiv víst á tørvin á gransking á økinum, sum lýsti tørv og ynski brúkarans.

Hóast øll sjálvsagt vilja og ynskja eina trygga ferð úr vøggu í grøv er ikki vist at leiðin vit ganga júst nú er hin rættastaá eldraøkinum – og Eygsjón sendingini blivu sett nøkur sera relevant spurnaðartekin og væl var lýst, hvørjar avbjóðingarnar eru.

Spyrjarin vil fegin vita:

  • Nær kunnu vit vænta at lutaíbúðarlógin verður borin niðan í tingið aftur?

  • Høvdu lutaíbúðir ikki verið eitt kærkomið alternativ hjá nógvum eldri fólkum?

  • Stór lán eru í hesum døgum játtað til røktarheimspláss, meðan onnur lond ganga burtur frá hesari skipan. Er kanna, hvørji alternativ kundu verið til røktarheimsplássini?

  • Umhugsar samgongan at granska í, hvørjir tørvirnir og ynskini hjá eldru fólkunum eru?