Átøk at basa ungdóms- og langtíðararbeiðsloysinum

3 October 2012
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Triðihvør í ALS-skipanini hevur verið uttan arbeiði í eitt ár, og samlaða talið av langtíðararbeiðsleysum veksur.

Arbeiðsloysi ímillum ung er stórt, og hesi ungu kunnu fáa ilt við at fóta sær á arbeiðsmarknaðinum í framtíðini.

Talið av arbeiðstøkum er eisini munandi størri, enn tað tølini frá ALS vísa. Fleiri hundrað arbeiðsleysir føroyingar, teirramillum nógv ung, eru ikki í ALS. At talið av arbeiðsleysum er minkað í ALS, er bert partvíst orsakað av, at fleiri eru komin í arbeiði. Ein lutfalsliga stórur partur av minkingini er orsakað av, at fólk detta úr skipanini, og yvir á almennar veitingar, ella flyta av landinum. Neyðugt er at fáa eina heildarskráseting, so eitt greitt yvirlit yvir veruliga støðuna fæst.

Tjóðveldi hevur tí lagt fram uppskot til samtyktar, um at fáa skrásett øll arbeiðsleys og sett í verk ítøkilig átøk fyri at basa ungdóms- og langtíðararbeiðsloysinum. Uppskotið kemur til viðgerðar í dag.

Uppskotið kann lesast her

Framsøgukvinna í arbeiðsmarknaðarmálum er Bjørt Samuelsen, tlf 599909.