Munnligur fyrispurningur til Anniku Olsen
1. Hvat meinar Annika Olsen við, tá ið hon alment sigur, at lønin hjá pedagogunum er beinleiðis niðurgerandi?
2. hvat fer hon at gera til tess at bøta uppá hesa niðurgerandi løn?
3. Og hvat hevur AO gjørt til tess at ávirka gongdina rætta vegin?
Viðmerkingar:
Tað kann undra mangan, at AO velur facebook, sum miðil til tess at koma fram við sínum sjónarmiðum um verkfallið. Fyri tað fyrsta, tí talan er ikki um hennara málsøki, men málsøki hjá landsstýrismanninum í fíggjarmálum. Í øðrum lagi, tí hon kann gera nakað við tað, annað enn at profilera seg positivt uppá eitt mál, sum rakar onnur í samfelagnum so meint, sum hetta verkfallið ger. Hon kann nemliga, leggja tað trýst hon vil á landsstýrismannin í fíggjarmálum.
Tí soljóðandi spurningar:
Annita á Fríðriksmørk
Munnligur fyrispurningur til Jørgen Niclansen
Fyri okkum meinigu kann tað tykjast sera undrunarvert, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum letur verkfallið, so leingi um seg ganga. Serstakliga tá ið hugsað verður um tann samfelagskostnað hetta verkfallið hevur.
Eisini undrar tað, tá ið landsstýrisfólk, eru so tolin, sum tey eru, í hesum verkfallinum, táið hugsað verður um, hvussu man í vikuvís kann brúka so nógva orku at berjast móti teimum fáu millióna-eykaútreiðslum, sum kunnu standast av ynskjunum hjá Føroya Pedagogfelag, tá ið man samtíðis berjist ímóti at fáa inntøkur, sum liggja í nakrar 100 mió króna klassanum fyri veiðurættindi. Og berjist fyri at fáa minni í skatti frá teimum hægst løntu.
Tí soljóðandi spurningar:
1. hvørjar fíggjar- og búskaparligar avleiðingar hevur tað fyri samfelagið, at pedaogverkfallið er so drúgt?
2. nær væntar landsstýrismaðurin at verkfallið fær ein enda?
3. er landsstýrismaðurin blivin trýstur av ørðum í landsstýrinum, til tess at fáa ein enda á verkfallinum?
Annita á Fríðriksmørk

