Annita spyr um nevndarsamsýningar

22 March 2011
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan


• Ætlar fíggjarmálaráðharrin, sum partur av landsstýrinum, at taka nøkur stig til tess at tryggja, at tað sum Javnaðarflokkurin kallar “ørvitisupphæddir til fráfarandi og sitandi leiðslur, sum við slíkum atburði heldur tykjast at røkja egin áhugamál enn áhugamálini hjá tí fólki, sum hava bygt hesar stovnar upp til felags gagn”, at hetta heldur uppat?


• Fíggjarmálaráðharrin valdi at umskipa og hækka játtanina til nevndina fyri húsalánsgrunnin so munandi at øll stóðu spyrjandi. Kann tað hugsast at henda hækkaða nevndarsamýning, sum fekk part av politiska valdinum at seta stór spurnartekin við hækkanina, hevur gingið á odda, og at tað sum vit nú síggja í Tryggingarfelagnum Føroyar, bara er eitt úrslit av tí spíra sum fíggjarmálaráðharrin hjá Javnaðarflokkinum gekk á odda við?


• Ella er orsøkin til hækkanin av hesi nevndarsamsýning hjá Húsalánsgrunninum at finna í hægri fakligum krøvum hjá nevndini ella er arbeiðið meira tíðarkrevjandi nú, enn tað var áður?


• Og stendur hækkaða játtanin til stýrið í mát við við øktu uppgávurnar sum nýggja stýrið hevur havt?

Um dagarnar heitir floksleiðsla Javnaðarfloksins á ting og landsstýrisfólk Javnaðarfloksins um at tryggja at alt oyðsl við fólksins peningi, ið nevnd og stjórn í Tryggingarfelagnum Føroyar nú um dagarnar fremur heldur uppat.

Við hesi útsøgn má ein ganga útfrá at floksleiðslan veit hvønn hon skrivar til og veit hvørji amboð hon hevur at arbeiða við, og veit hvar hon sjálv hevur gingið á odda.

Tí hevði tað verið áhugavert at fingið svar uppá fylgjandi spurningar: