Í sambandi við at nakrir grannskoðarar ynsktu at fáa somu viðferð, sum ein við norskari útbúgving hevði fingið, kom løgtingsins umboðsmaður við hvøssum atfinningum at politisku umsitingini. Landsstýrismaður og partur av miðfyrisitingini verið hildin at blanda seg órímiliga nógv í avgerðina, tá 7 grannskoðarar fáa løggilding.
Um hald er í tí, sum umboðsmaðurin kemur fram við er talan um ógvusliga valdsmisnýtslu hjá pørtum av landsstýrinum og pørtum av miðfyrisitingini. At seta til viks rættarkrøv og gegnisreglur, og enntá krevja at fundir ikki verða skjalfestir, tí teir ikki tola dagsins ljós, kann bara verða við til at máa støðið og álitið á føroyska fólkaræði, og eigur løgmaður tí at taka hetta í fullum álvara.
Umdømið hjá grannskoðaravirkseminum í Føroyum er týðandi fyri at fyritøkur og onnur kunnu hava álit á arbeiðnum grannskoðararnir gera. Eisini er umráðandi, at løggildingin livir upp til ta tign, hon hevur uppiborið.
Ikki minst er tað ógvuliga óheppið fyri teir, sum hava fingið løggildingina, um ta umdømi hesir fáa verður skatt orsakað av manglandi krøvum frá almenna myndugleikanum og ivasomum mannagongdum, har miðfyrisitingin gongur á odda, og blandar seg uppí viðurskifti, sum er uttanfyri hennars virkisøki.
Tí er umráðandi, at vit hava mannagongd fyri løggilding, sum fyritøkur herheima og uttanlands hava álit á, og sum eigur at verða við til at tryggja støðið hesi virka eftir, og sum er við til at menna ta umdømi, hesi hava uppiborið.
Tí soljóðandi fyrispurningar:
1. Hvat heldur løgmaður um ta handfaring sum miðfyrisitingin hevur víst ísv málið um løggilding av grannskoðarum?
2. Hvørja avleiðingar heldur løgmaður, at tað kann fáa fyri løggildingina av grannskoðarum okkara, um onki verður gjørt til tess at rætta upp uppá atfinningarnar, sum løgtingsins umboðsmaður er komin fram við?
3. Hvat ætlar løgmaður at gera við ivamálini, sum eru komin fram ísv, at løgtingsins umboðsmaður hvassliga hevur funnist at politisku manngongdini, sum fór fram, tá ið 7 grannskoðarar fingu løggildingina?
