Hvat ætlar landsstýrismaðurin at gera til tess at fáa greiðu á teimum ivamálum, sum hendu í sambandi við, at Eik banki varð tikin frá partaeigarunum og lagdur inn undir Finansiel Stabilitet.
Hugsað verður serliga um ætlanin er gera eina analysu, ella frágreiðing av til dømis stuttu tíðarfreistini sum Eik banki fekk at finna góðar tvær mia kr – hví Finansiel Stabilitet herdi krøvini so hvørt sum dagarnir gingu – hví landsstýrismaðurin onki fekk at vita fyrr enn fleiri dagar eftir at Ministarin í Danmark fekk boðini – hví Finansiel Stabilitet fyrst helt tað verða eina loysn at loysa Eik bank Danmark frá samtakinum, men so tveir dagar seinni segði, at hetta var ein ov trupul juridisk loysn kortini.
Í sambandi við kritikkin sum Skráseting Føroya hevur fingið í fjølmiðlunum hevur landsstýrismaðurin í Vinnumálum biðið um ikki færri enn tvey upprit frá eksternum sakførara til tess at fáa fullgreiðu á, um nakað er at fara eftir har, ella ikki.
Sambært Útvarpi Føroya so var lítið annað ítøkiligt at fara eftir, enn manglandi notatir frá tíðandi fundum. Men niðurstøðan hjá sakføraranum er, at hann er ikki komin fram á nakað, sum kann tala fyri, at umsøknin frá Eikgrunninum um at borga fyri Eiksamtakinum átti at verið noktað.
Tá ið mann velur at gera so nógv burturúr grunnamyndugleikanum, so átti mann proportionalt at gjørt munandi meira burturúr leiklutinum hjá bankaeftirlitinum, figgjareftirlitinum og Finansiel Stabilitet. Hetta eru myndugleikar, sum hava nógv størri ávirkan á okkara fíggjarheim enn grunnamyndugleiki. Orsøkin at ogna sær størri vitan umkring málið gerst ikki minni, táið vit ikki hava høvuðsábyrgdina av málinum. Tá vita vit heldur ikki nógmikið, og átti forvitni at verið tilsvararndi størri..
Tí soljóðandi fyrispurning:
Annita á Fríðriksmørk

