Annita spyr um fólkafráflyting frá útjaðara,arbeiðsloysi og ferðavinnu

16 August 2011
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Ferðavinnan vaksandi íkast til føroyska búskapin, mentan og útjaðara.

Tað er ongin ivi um, at ferðavinnan í Føroyum kann gerast eitt stórt íkast til føroyska búskapin, til fólkavøkstur og til trivna í útjaðaranum, til varðveiting av mentanarvirðum og til útbreiðslu av siðsøgu okkara.

Tað skal so sigast, at tað eru fleiri, sum virka innan ferðavinnu í Føroyum, og sum gera eitt megnar arbeiði á hesum øki. Men fyri at fáa optimalt burturúr ferðavinnuni krevst tó ein miðvís landspolitiks ætlan, sum greitt ásetir, hvussu øki skal samskipast, mennast, lýsast og seljast.

Kring landið alt eru eldsálir, sum arbeiða við at geva ferðandi tilboð og tænastur, sum hesi ynskja á ferðini. Tað sum eyðkennir hesar tænastur er tó, at tær eru ov smáar til, at tær hava møguleika hvør í sínum lagi at bjóða seg fram og lýsa við tí, tey hava at bjóða. Tí eru ov fá úti í heimi, sum kenna til hesi tilboð, og hevur umheimurin tí ikki møguleika í nóg stóran mun at velja hesi sum ferðamál.

Tað er tó eitt altjóða feravinnurák, sum gongur eftir tí upprunakenda, tí óspilta, eftir vøkrum náttúruupplivingum osfr. Tí er land okkara okkara eitt upplagt øki hjá hesum vaksandi kundabólki at koma til.
Um vit samskipa ferðavinnuna betur, so kann hon verða við til at lýsa Føroyar uttanlands nógv betur enn hon ger í dag. Hetta vil alt annað líka vaksa um ferðafólkatalið hendan vegin, vil økja um inntøkurnar í øllum økjunum kring landið, - men í mun til aðrar vinnur, so kann ferðavinnan lutfalsliga geva nógv meira av sær í teimum hart spentu útjaðaraøkjunum.

Ferðavinnan kann eisini verða við til at halda lív í og metta útboðið av tilboðum, sum hava við tað upprunakenda at gera, tað siðsøguliga, við útferðum, við gisting og matstovur osfr. Tað er ongin ivi um, at tað loysir seg at selja Føroyar sum ferðavinnuland. Men tað til tað krevst ein miðvís politisk samskipan.

Hugskotini tróta ikki kring landið. Fólkið og vitanina hava vit. Spurningurin er bara, um vit megna at samskipa hetta og gera tað branding, sum er neyðug.

Tí soljóðandi fyrispurningar:
Hvørjar ætlanir hevur landsstýrismaðurin til tess at samskipa ferðavinnuøki kring alt landið?


Hvat íkast heldur landsstýrismaðurin at ferðavinnan gevur til føroyska búskapin, føroyska siðsøgu og mentan og til útjaðaran?


Annita á Fríðriksmørk

Fyrispuringur um fólkafráflyting frá útjaðaranum

Hagtølini seinastu árini siga okkum, at partar av útjaðaranum er í stórum vanda at minka niður í tað, sum kann verða ein hóttan fyri at yvirlivað sum bústaðarøki.


Sum eg skilji á samgongufólki, so er ongin, sum tekur hetta í nóg stórum álvara til, at man ætlar at gera nakað munagott, og als ongin kemur við nøkrum kravi um, hvat skal gerast.


Tað, sum hevur týdning fyri land okkara er, at tað er lív og trivnaður krng alt landið og í so nógvum økjum og bygdum sum møguligt.


At samferðsluøkið er nógv útbygt seinastu árini átti at verið við til at ment útjaðaran og fingið alsamt fleiri at støðast har. Hugsið eisini, at tað hevur bøtt um fólkafráflytingina, og at tað hevur minkað um talið av teimum sum eru flutt frá útjaðaranum til miðstaðarøki ella av landinum. Men útbygda samferðslan og betraða vegasambandið hevur ikki megnað at vent gongdini. Øll økini í landinum uttan Suðurstreym og Eysturoyggin eru hótt av, at fólkatalið lækkar, - enntá Borðoyggin við Klaksvíkini sum høvuðsstaði hevur eitt fólkatal, sum lækkar.

Um landsstýrið letur standa til, og letur tíðarrákið gera av, hvussu skjót fólkafráflytingin er frá útjaðaranum til miðstaðarøkið, so kann útjaðarin skjótt verða í stórum vanda, og koma niður á eitt fólkatal, har illa venst aftur.
Undirritaða heldur at landsstýrið hevur sloppið sær í so lætt um hendan problematikkin, hóast forum eru, sum áttu at verið landsstýrinum góð í ráðum. Vit hava útoyggjafelagið, sum kemur við hugskotum um broyting fyri tey smæstu økini, og vit hava granskingardepilin fyri økismenning. Saman við góðum og professionellum ráðum haðani, og einum politiskum ynski um broytingar og raðfestingar, átti landsstýrið at megna at koma við einum politikki, sum miðar eftir at forða fyri fólkafráflyting og leggur seg eftir at menna tey tilboð og tað virksemi, sum ein modernað familja ynskir í dag.


Tí soljóðandi spurningar til …..


Hvørji átøk heldur landsstýrismaðurin skulu til til tess at menna tey øki í landinum, sum í dag standa fyri eini minking í fólkatalinum
Væntar landsstýrismaðurin at tey økini, sum í dag eru í minking, fara at fáa eina vend aftur? Og hvør er tá orsøkin til tað.

Annita á Fríðriksmørk

Munnligur fyrispurningur til løgmann um vaksandi arbeiðsloysi í Føroyum


Sambært hagtølunum, sum liggja við Ólavsøkurøðu løgmans, sæst, at arbeiðsloysið í Føroyum er fimmfaldað seinastu trý árini.


Hetta eru tøl, sum áttu at verið viðgjørd í røðuni, saman við einum boði uppá, hvussu landsstýrið ætlaði at venda gongdini. Men tað einasta løgmaður sigur í røðuni um øgiliga arbeiðsloysisvøksturin er, at hann fegnast um, at arbeiðsloysið er lækkað síðani februar í ár.


Fyri tað fyrsta er tað vanligt, at arbeiðsloysið er hægri um veturin enn um summarið, og kann hetta verða ein av orsøkunum til munin millum tølini í februar í ár og juni í ár. Aðrar orsøkir kunnu verða, at tey arbeiðsleysu eru flutt av landinum ella at ferð er komin á byggivinnuna ella aðrar vinnur.

Bara at fegnast um, at talið er lækkað síðani februar og fram til summarið er at fara í so lætt um veruleikan, og at sleppa sær undan at taka ábyrgd av støðuni.


Hvussu høgt arbeiðsloysið í Føroyum er í mun til í grannalondum okkara er avgerandi fyri, um arbeiðsloysið her heima fær fleiri arbeiðsleys at flyta av landinum í mun til, hvussu nógv flyta hendanvegin.


Týðandi er eisini í hesum sambandi um arbeiðsloysið í Føroyum og í grannalondum okkara er innan somu arbeiðsøki.


Tí er spurningurin til Løgmann:


• Hvat ætlar landsstýrið at gera við arbeiðsloysið, sum er fimmfaldað seinastu trý árini?
• Hvørjar avleiðingar heldur løgmaður tað hevur fyri fólkavøkstur, búskaparvøkstur og trivnað, at arbeiðsloysið er so høgt, sum tað er í løtuni?
• Hvussu høgt er arbeiðsloysið í Føroyum í mun til í grannalond okkara.

Annita á Fríðriksmørk