Annita spyr um Eik

3 November 2010
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Spurningar:


1. Er tað rætt, at Brian Mikkelsen á fundinum 19. august upplýsti fyri Jóannes Eidesgaard, landsstýrismanni, at Fíggjareftirlitið, orsakað av tí týðandi lutinum, sum hesin bankin hevði á fastognarmarknaðinum í Danmark, hevði gjørt av at framskunda eina funktiónskanning av Eik Bank Danmark til at verða nú í heyst 2010?

2. Um hetta er so, hví sigur fíggjarmálaráðið og Jóannes Ejdesgaard so í tíðindaskrivinum beint eftir fundin, at Fíggjarmálaráðið kann eftir fundirnar staðfesta, at donsku mydugleikarnir einki høvdu at viðmerkja til støðuna í føroyska peningastovnsgeiranum?

3. Hvussu uppfataði landsstýrismaðurin kunningina um, at gjørt er av at framskunda eina kanning av virkseminum hjá Eik Bank Danmark, sum hevði havt eina ovurstóra eksponering á fastognarmarknaðinum?

Viðmerkingar
19. august var Fíggjarmálaráðið saman við landsstýrismanninum Jóannes Ejdesgaard á árligum fundi við danska vinnu- og búskaparmálaráðharran Brian Mikkelsen, har danska Fíggjareftirlitið og Tjóðbankin eisini eru umboðað. À fundinum verður landsstýrismaðurin í fíggjarmálum kunnaður um støðuna hjá føroysku peningastovnunum.

Síðani fáa føroyingar at vita frá Fíggjarmálaráðnum, at landsstýrismaðurin á fundinum við Brian Mikkelsen hevur fingið at vita, at alt stendur væl til við bankunum í Føroyum. Men sæð í ljósinum av tí, sum hendi við Eik Banka stutt eftir fundin, so var tað ikki so.

Tveir mánaðir seinni er Brian Mikkelsen á fundi við Føroyanevndina hjá Fólkatinginum, har Brian Mikkelsen førir fram, at hann hevði upplýst fyri Jóannes Ejdesgaard á fundinum 19. august, at Fíggjareftirlitið hevði gjørt av at gera eina framskundaða kanning av Eik Bank Danmark til at verða nú í heyst. Hann sigur soleiðis um málið:

”På mødet blev den aktuelle situation for færøsk økonomi, herunder for de færøske banker, drøftet. Finanstilsynet, der jo fører et uafhængigt tilsyn, oplyste på mødet, at blandt andet henset til Eik Bank Danmark A/S’ betydelige ejendomseksponering havde Finanstilsynet fremrykket en funktionsundersøgelse af Eik Bank Danmark A/S til efteråret 2010."

Tá føroyskir myndugleikar verða kunnaðir um, at eftirlitið av Eik Bank Danmark verður framskundað, tí hesin hevur havt so týðandi leiklut á fastognarmarknaðinum í Danmark, so kann tað undra uttanfyristandandi, hví hetta ikki verður uppfatað sum eitt ávaringarsignal um, at har er ikki alt, sum tað skal vera.

Fyri at fáa greiðu á hvønn týdning skipanin við árligum kunningarfundi hevur, og fyri at fáa greiðu á hvør sigur satt, og hvussu kunningin verður uppfatað, setir undirritaða omanfyrinevndu spurningar.

Annita á Fríðriksmørk, forkvinna í tingbólkinum hjá Tjóðveldi