Munnligur fyrisp til Jóannes Ejdesgaard
• Var samgongan samd um at fíggjarlógin skuldi í Løgtingið soleiðis sum hon sær út nú?
• Er politiska viðgerðin, sum eigur at miðja eftir einum fleirtali fyri fíggjarlógini, liðug?
• Hvussu nógvir samgongufundir hava verið um fíggjarlógina?
viðmerkingar
Nú fíggjarlógin er komin í Løgtingið er umráðandi at vita, hvar í tilgongdini vit eru stødd. Hevur undirritaða skilt orðaskiftið í fjølmiðlunum rætt, so er tað ein sera lítið politiskt viðgjørd fíggjarlóg, sum nú kemur til 1. viðgerð. Er tað so, hevur landsstýrið útsett tað politisku viðgerðina til nevndina at taka sær av.
Tað vil siga at, tað neyvan bara verður talan um justeringar, sum fíggjarnevndin fer at taka sær av, men væntast kann hinvegin, at tað verða tey stóru tølini, sum verða flutt uppá. Hetta er landsstýrið uttan iva greitt yvir, og tí er tað at undrast yvir at úttinnadi valdið soleiðis sleppur endanum, áðrenn teirra partur av arbeiðnum er liðugt.
Annita á Fríðriksmørk
1. Verður ólavsøkupakkin karmur um fíggjarlógina fyri 2010 soleiðis, at útreiðslukarmurin verður 4.643 mió. kr.?
2. Kunnu vit vænta, sum tað stendur í ólavsøkupakkanum, at pensjónsnýskipanin hjá samgonguni kemur at økja um útreiðslurnar hjá pensjónistum komandi ár við 25 mió. kr. og minka um útreiðslurnar hjá landskassanum sansvarandi?
3. Í sambandi við inntøkutiltøk verður sagt,at samgongan er samd um at leggja brúkaragjald á ellisheimspláss. Hvat kemur hetta at kosta tí einstaka pensjónistinum, sum liggur á ellisheimi?
Viðmerkingar
Tá tað í hesum føri serliga verður spurt um ætlan samgongunnar á pensjóns- og pensjónistaøkinum, so er tað fyri at fáa greiðu á, hvør veruliga ætlanin er aftan fyri tað, sum stendur um hetta í viðmerkingunum í ólavsøkupakkanum.
Ósamanhangandi úttalilsi um júst hetta økið eru komin frá ymsum pørtum í sam¬gonguni, og liggja til grund fyri hesum spurningum. Samstundis sum pensjónistar og avvarðandi av penjónistum ikki hava ánilsi fyri, hvat tey skulu vænta sær komandi tvey, trý árini.
Á Løgtingi, tann 14. september
Annita á Fríðriksmørk
Munnligur fyrispuringur til HDáN um lyfti til Kringvarp Føroya.
Viðmerkingar:
Hesin fyrispurningur snýr seg um lyfti sum útinnandi valdið gevur undirliggjandi stovnum. Í hesum føri Kringvarpi Føroya.
Tá landsins fremstu geva borgarum lyfti um betringar innan teirra virkisøki, er tað umráðandi, at lyftini byggja á eina veruliga ætlan. At hetta ikki bara er ein persónlig áskoðan, um ein gang, men at landsstýrismaðurin/kvinnan veit, at áskoðanin sum verður varpað fær innivist við viðgerðarborið hjá valdinum samlað.
Í farnu viku varð nakað gjørt burturúr týdninginum hjá almennu loftmiðlunum sum grundarsteinar undir fólkaræðinum. Tá vórðu vit eisini mint á, at landsstýriskvinnan í vár hevði givið loftmiðlunum lyfti um, at tey kundu vænta sær fleiri pengar at arbeiða við, tí arbeitt var við eini ætlan at leggja kringvarpsgjaldið um til eitt ALS-líknandi gjald, -har goldið verður í mun til inntøkuna. Eisini kom fram, at hon hevði givið lyfti um ein public-service sáttmála, sum skuldi verða lagt fyri Løgtingið. - tá í næstum.
Hetta fekk meg at hugsa um tað 5 ára gamla lyfti sum fyrra ABC samgongan gav almennu loftmiðlunum báðum um nýggjan bygning, tá hesir báðir vóru lagdir saman til eina umsiting.
Samanumtikið hevur grundarsteinurin undir fólkaræði okkara fingið fleiri gylt lyfti, sum væl hugsandi hava eina breiða politiska undirtøku í løgtinginum. Hóast hetta síggja vit onki tekin um nakra veruliga ætlan hesum lyftum viðvíkjandi.
At biðja eftir betringum, sum ongan botn hava, vilja við tiðini virka niðurbrótandi fyri tann stovna lyfti rakar. TÍ má útinnandi valdið kunna siga við vissu um tað veruliga arbeiðir við fylgjandi ætlanum. Um ikki, lat tey so vita tað, so tey vita, hvat tey kunnu fyrihalda seg til:
Og spurningarnir eru soljóðandi:.
1. hvat liggur í lyftinum, sum landsstýriskvinnan hevur givið loftmiðlunum um ein public-service sáttmála?
2. hvat liggur í lyftinum sum landsstýriskvinnun hevur givið loftmiðlunum um fleiri pengar at arbeiða við?
3. hvat liggur aftanfyri lyftið frá ABC samgonguni um at geva samanløgdu vørpunum báðum, kringvarpinum, éin nýggjan bygning?
4. hvørji av hesum trimum og nær hevur landsstýriskvinnan viðgjørt hesi evni á einum formligum ella óformligum landsstýrisfundi?
Annita á Fríðriksmørk

