Serliga eru tað ógvuliga høgu pensjónirnar og stóru skattafríu kostnaðarendurgjøldini, ið mugu broytast.
Andstøðuflokkarnir taka ikki undir við at hækka lønirnar hjá landsstýrisfólkum og løgmanni, so sum samgongan vil. Heldur ikki tekur andstøðan undir við, at landsstýrisfólk framhaldandi fara at kunna fáa omanfyri 100.000 kr. skattafrítt í kostnaðarendurgjaldi fyri at koyra til og frá arbeiði.
Hetta er ikki minst serstakliga óhóskandi tá vit hava eina samgongu, ið fyrst og fremst hevur økt realinntøkuna hjá háløntum, meðan láglønt hava fingið eina skattarokning umvegis søguliga hækking av pensjónsskattinum. Munurin millum realløn hjá lágløntum og háløntum er tí øktur munandi við førda politikkinum, og hækking av lønum hjá landsstýrisfólkum og løgmanni er eitt framhald av førda samgongupolitikkinum.
Tjóðveldi, Javnaðarflokkurin, Framsókn og Sjálvstýrisflokkurin mæla í staðin til fylgjandi:
Ongan lønarvøkstur – men størri gjøgnumskygni
Í dag fáa løgmaður og landsstýrisfólk løn og skattafrítt borðfæ. Umroknað og áðrenn skatt svarar hetta til um 55.000 kr. til landsstýrisfólk og um 74.000 kr. til løgmann. Borðfæið er í dag í veruleik¬anum ein partur av lønini, men skipanin skapar óneyðugt ógjøgnuskygni.
Andstøðuflokkarnir mælir til, at skattafría borðfæið verður avtikið, og í staðin verður lagt inn í lønina. Hetta soleiðis, at gjøgnumskygni í lønarviðurskiftunum verður størri.
Tikið verður ikki undir við at hækka lønirnar hjá landsstýrisfólkum upp í um 64.000 kr. og løgmanni upp í um 76.000 kr., so sum uppskotið frá løgmanni og samgonguumboðunum leggur upp til. Talan er um eina ógvusliga lønarhækking, serliga til landsstýrisfólk, ið samgongan gevur lønarhækking á um 9.000 kr. mánaðarliga.
15% eftirlønargjald – ikki fulla tænastumannaeftirløn eftir 8 árum
Eftirlønarskipanin hjá landsstýrisfólkum og løgmanni eigur at vera grundleggjandi broytt, og leggur uppskotið upp til, at broyta frá eini tænastumannalíknandi eftirlønarskipan, til eina skipan har goldið verður inn til egna uppsparing. Hetta á sama hátt, sum aðrir borgarar í landinum gera. Henda broyting ger, at pensjónsviðurskiftini hjá landsstýrisfólkum og løgmanni gerast munandi meira tíðarhóskandi.
Andstøðuflokkarnir taka fult undir við, at broyta pensjónsviðurskiftini hjá landsstýrisfólkum og løgmanni – og mæla samstundis til, at formansskapurin í Løgtinginum sum skjótast tekur stig til, at fáa tillagað pen¬sjóns¬¬viðurskiftini hjá løgtingsfólkum samsvarandi.
Andstøðuflokkarnir halda tað vera skeivt, at landsstýrisfólk og løgmenn, sum hava forvunnið sær fulla ella partvísa eftirløn eftir verandi skipan, eisini skulu fáa 15% eftirlønargjald við nýggju skipanini. Tí mæla flokkarnir til, at eftirlønarprosentið verður tillagað í mun til, hvørja eftirløn landsstýrisfólk og løgmenn longu hava forvunnið eftir tænastumannalíknandi skipanunum.
Kostnaðarendurgjald fyri veruligar útreiðslur – ikki skattafrían bil
Sambært uppskotinum frá løgmanni, skulu løgmaður og landsstýrismenn fáa skattafrían bil tøkan. Hesum taka andstøðuflokkarnir ikki undir við.
Men núverandi kostnaðarendurgjald samsvarar als ikki við veruligu útreiðslurnar, ið landsstýrisfólk og løgmaður hava í dag tá umræður flutning. Mælt verður tí til, at taka burtur verandi kostnaðarendurgjald.
Eisini verður mælt frá, at velja ta loysn, ið samgonguumboðini mæla til, ið merkir, at landsstýrisfólk, ið koyra til og frá arbeiði framvegis fara at fáa stór skattafrí endurgjøld – t.d Klaksvík 105.000 kr. skattafrítt árliga, Vestmanna 51.000 kr. skattafrítt árliga, og Runavík 83.000 kr. skattafrítt árliga.
Andstøðuflokkarnir mæla í staðin tí til eina aðra skipan, har endurgjald verður latið, sum í mest møguligan mun samsvarar við veruligu flutningsútreiðslurnar hjá landsstýrisfólkum og løgmanni.
Avtaka bíðipening og løn ísenn
Tjóðveldi, Javnaðarflokkurin, Framsókn og Sjálvstýrisflokkurin staðfesta hartil, at tað er órímiligt, at landsstýrisfólk og løgmenn, ið fara frá og koma aftur í Løgtingið, fáa bæði bíðipening og løgtingsmannaløn. Tikið verður tí undir við, at hetta verður broytt, og eigur hetta at verða broytt til eisini at fevna um verandi landsstýri.
Vit vilja eina rættvísa og gjøgnumskygda skipan
Við broytingaruppskotinum frá andstøðuflokkunum verður fylgjandi tryggjað:
1. Ongan lønarvøkstur – men størri gjøgnumskygni.
2. 15% eftirlønargjald – ikki fulla tænastumannaeftirløn eftir 8 árum.
3. Kostnaðarendurgjald fyri veruligar útreiðslur – ikki skattafrían bil ella føst skattafrí gjøld.
4. Avtaka møguleikan at fáa bíðipening og løgtingsmannaløn í senn, tá farið verður úr landsstýrinum í Løgtingið.
Hetta er ein munandi meira rættvís, gjøgnumskygd og tíðarhóskandi skipan, ið samstundis vil gera, at útreiðslur landsins til landsstýrisfólk og løgmann lækka munandi.
Á Løgtingi, 9. mai 2014
Framsókn Javnaðarflokkurin Sjálvstýrisflokkurin Tjóðveldi

