Andstøðan leggur fram misálitisuppskot á samgonguna

31 March 2010
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Andstøðan leggur fram misálitisuppskot á samgonguna

Tjóðveldi, Miðflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin gjørdu í morgun av at leggja fram misálit á løgmann og harvið á samgonguna.

Grundgevingarnar hjá Tjóðveldi eru soljóðandi:

Uppskot

um

misálitisváttan

Vísandi til grein 30 í løgtingslóg um Stýrisskipan Føroya og til grein 47 í

Tingskipanini, samtykkir Løgtingið misálit á løgmann

Viðmerkingar

Politiska støðan hevur verið merkt av fullkomnum ruðulleika í longri tíð.

Búskaparligu og fíggjarligu avbjóðingarnar eru ovurstórar, men sitandi samgonga hevur ikki megnað at lagt nakran politikk ella ætlan fram, ið kann geva bara eina ábending um átøk, ið kunnu skapa álit og vend.

Í hálvt annað ár hava samgonguflokkarnir boðað frá ymiskum “pakkum”, men onki hevur hildið. Tilvildarligar sparingar hjá veikastu samfelagsbólkunum og knappliga fráboðað gjøld á ymiskar vinnur, hava verið einasta úrslitið. Ongin íløguætlan ella ætlan um bygnaðarbroytingar er framd.

Búskaparliga hava ongi tiltøk verið framd til tess at basa vaksandi arbeiðsloysinum og avleiðingunum av fíggjarkreppu. Íløgurnar eru minkaðar í mun til vanlig ár.

Stóra hallið á rakstri landskassans er tískil ikki sum í grannalondum íkomið av serstøkum fíggjar- og búskaparpolitiskum átøkum, men er bert úrslit av ongum politikki.

Samstundis sum búskaparliga og fíggjarliga støðan stendur við og versnar, verða eisini grundleggjandi skipanir settar til viks. Lógaruppskot verða ikki eftirkannað, tíðarfreistir verða støðugt brotnar og uppskot fáa ikki neyðuga viðgerð.

Eftir at fíggjarlógaruppskotið fyri 2010 varð samtykt, stóð greitt, at uppskotið til játtanarkarmar, sum varð samtykt í august mánaða, helt ikki. Tá varð fráboðað, at langtíðarløguætlan nú skuldi gerast í vár, og at uppskotið til játtanarkarm fyri 2011 og frameftir skuldi vera endaliga politiska sveinaroyndin hjá sitandi samgongu.

Nú kann so staðfestast, at samgongan hevur ikki megnað at leggja fram eitt uppskot til játtanarkarm fyri 2011 – sum er øll restin av valskeiðnum.

Standandi samgongusamráðingar og ósemjur hava myndað almenna rúmið – og eitt uppskot er lagt fram av einstaklingum í samgonguni.

Sostatt veit ongin í samfelagnum, hvør politiska kósin er. Ongin veit, um tær útmeldingar, ið landsins løgmaður ella landsstýrismenn koma við, hava nakran týdning.

Staðfestast kann, at ongir reformar eru partar av uppskotinum, men at aftur bara tilvildarlig tøl og sparingar eru ruslað saman í einum ósamanhangandi teksti, har onki tamarhald fæst á støðuni.

Hvørki húsarhald, vanligir borgarar, vinna ella almennir stovnar, hava nakran møguleika at leggja til rættis framtíðina.

Landið liggur sostatt í fullkomnum stjórnarloysi – og alt bendir á, at vit í eitt ár afturat skulu vera áskoðarar til ein stjórn, sum er í andstøðu til seg sjálva.

Tískil er tað einasta ábyrgdarfulla at gera, at fáa støðuna greiða og atkvøða um misálit á sitandi stjórn.