Fíggjarkarmarnir fyri komandi árið eru nú komnir aftur úr Fíggjarnevndini og skulu til 2. og 3. viðgerð á Løgtingi í komandi viku.
Samgongumeirilutin í fíggjarnevndini tekur undir við teimum, karmum, ið landsstýrið legði fyri Løgtingið.
Andstøðuminnilutin (Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin) í fíggjarnevndini ikki tekur undir við hesum, og kemur við alternativum fíggjarkørmum, ið raðfestir munandi øðrvísi á bæði inntøku og útreiðslusíðuni.
Alterntivu fíggjarkarmarnir eru grundaðir á fylgjandi 6 mál fyri Føroyar:
1. Eitt samhaldsfast samfelag fyri allar føroyingar.
2. Ein sjálvberandi búskap.
3. Fólkavøkstur skal gerast veruleiki aftur.
4. Vøkstur og nýskipanir.
5. Framtíðartryggjaða, umhvørvisvinarliga og burðardygga orku.
6. Menning kring allar Føroyar.
Fyri at røkka hesum málum skulu ein røð av málrættaðum átøkum setast í verk komandi árini. Alternativu játtanarkarmarnir eru liðir í hesum.
Tú kanst lesa álitið her:
http://www.logting.fo/files/casestate/12587/187.11%20Alit%20karmar.pdf

