Almennur føroyskur málpolitikkur

11 February 2010
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Framsøgurøðan hjá Sjúrða Skaale

Eplini skulu setast í ta bestu moldina

Vit skulu lívga teimum sum virka, skapa og finna uppá og flyta føroyskt inn á øki, har danskt og enskt í dag ráða. Tað er ikki við gransking, eftirliti og reyðum pennum, at vit gagna málinum best


“Folk, hvad er vel folk i grunden?”, spurdi Grundvig gamli í sanginum Folkeligheden, og hann svaraði sjálvur

“Til et folk de alle høre,
som sig regne selv dertil,
har for modersmålet øre,
har for fædrelandet ild”

Og Jóannes Patursson svarar spurninginum við somu hugsan:

“Føroya mál á manna tungu
Merkir: her býr Føroya fólk
Slektir fornu og tær ungu
Eyðkendu seg sum ein bólk
Ið helt fast við fedramál
Vardu tað av lív og sál
Gloymdu ikki ættarbandið
Byggja tí enn hetta landi”

Grundvig og Patursson hava líka rætt, sum teir høvdu, tá teir vóru uppi á døgum. Okkara mál er meira enn eitt samskiftisamboð. Málið sum knýtir okkum saman við teimum sum undan eru farin, og við teimum sum koma eftir okkum. Málið er karmur um og grundarlag undir tjóðini.

Tað hevur verið stríð um hvørja føroyskt skal hava í Føroyum – men tað er tíbetur av nú. Eingin vil føroyskum málið ann – men vit hava fingið eina ósemju um, hvussu vit best røkja tað.

Regin Dahl segði nakað soleiðis at “Janus dugir betur føroyskt enn Hans Andrias – men Hans Andrias dugir betur føroyskt enn hann.”

Hetta er ein genial lýsing av av muninum millum flott, hábærsligt, sjálvgjørt skaldamál øðrumegin – og gerandismálið hinumegin.

“Gev mær megi hetjumátt at verja tína hallargátt” – er gott føroyskt.

“Katrin býr á strondini og Katrin hon er fitt” – er gott føroyskt.

Vit kunnu kanska siga, at stríðið í dag stendur millum forsprákarar fyri tí góða føroyska øðrumegin – og fyri tí góða føroyska hinumegin.

Og hóast orðadrátturin mangan er harður, so er semjan um at føroyskt er og skal vera okkara mál, ein stórur sigur, sæð í tjóðskapsøguligum høpi.


Ein bráðnandi ísflaki
Men sum so nógvir sigrar, so krevur hesin nógv av okkum. Hann krevur at vit alla tíðina endurskapa okkum sjálv á okkara egna máli.

Høvdu vit tosað danskt hevði nógv verið lættari – men so høvdu vit eisini verið fátækari, veikari, bleikari og minni. Ikki sum einstaklingar, men sum tjóð.

At varðveita føroyskt krevur nógv av okkum, tí teldur, bløð, filmar, bøkur – alt tosar við okkum á útlendskum máli.

Vit mugu ásanna, at tað er ein dagliga kampur millum føroyskt og útlendskt – og stríðast vit ikki nóg væl, so tapa vit kampin. Status quo er ikki ein møguleiki. Antin gongur føroyskt fram – ella gongur tað aftur.

Eg havi verið í fleiri londum, har tað lokala málið hevur tapt. Og tað pínir ræðuliga illa. Tí eingin dómari floytar sum tekin um, at nú er slagið tapt. Tá smá mál tapa móti størri málum, tá er tapið ein long og hørð prosess. Tað er ein spakulig niðurbræðing, sum varðir í fleiri ættarlið.

Málsliga sita hesar tjóðirnar á ísflakum. Øll vita hvønn veg tað ber – men øll vita eisini, at tað tekur 100 ár. Á ísflakunum sita fleiri ættarlið av taparum.

Vit mugu bjarga føroyskum undan at enda í eini sovorðnari irreversiblari gongd.

“Vit” merkir í hesum føri øll. Men í løgtinginum kunnu vit skapa teimum, sum fegin vilja geva sítt íkast, betur møguleika fyri tí.

Málráð
Hetta álitið er so eitt hugskotskatalog yvir, hvat løgtingið kann gera. Minnir ikki sørt um eina málsins visión 2015.

Tey tilsamans 76 tilmælini kosta yvir 73 milliónir – og her tosa vit næstan bara um rakstur – so landsstýriskvinnan má sjálvandi sjálv meta og velja.

Og tað hevur Helena Dam á Neystabø eisini gjørt – og eg fari at siga eitt sindur um hennara val:

Eitt av tilmælunum hevur longu verið til viðgerðar á tingi – nevniliga at vit í staðin fyri Málnevndina skipa eitt Málráð, ið fær myndugleikar at autorisera føroyskt skriftmál.

Eitt nærum samt løgting tók í fjør undir við hesum, og tað gleðir meg at landsstýriskvinnan eisini ger tað, tí tá tað snýr seg um skriftmálið mugu vit hava ein og sama standard. Tað ber til dømis ikki til at fleiri ymiskar útgávur av alfabetinum eru at finna í føroyskum skúlabókum. Her skal Málráðið skera ígjøgnum.

Eg gleði meg at síggja uppskotið um Málráðið, og vil staðiliga mæla landsstýriskvinnuni til at fylgja ynskið løgtingsins um, at ráðið skal vera breitt samansett og at ymiskar fatanir skulu vera umboðaðar.

Eg vil eisini mæla landsstýriskvinnuni til at umhugsa, um ikki eisini myndugleikin at gera av spurningar um fólkanøvn og staðarnøvn átti at verið lagdur til ráðið. Tað eru for nógvar og spjaddar almennar nevndir og ráð í landinum, og hetta er ein upplagt høvi at leggja tríggjar sera líkar, smáar nevndir saman í eina stóra.

Landsstýriskvinnan boðar eisini frá, at hon fer at fylgja hugskotinum um at geva einum persóni eina málvirðisløn.

Og so vísir hon á, at okkurt tilmæli frá málstevnunevndini longu er fylgt – eitt nú at vit skulu krevja at handilslýsingar eru á føroyskum. Hon sigur at okkurt tilmæli lutvíst er fylgt – og so ger hon greitt, at tilmælið um at leggja Orðabókagrunnin undir Málnevndina ikki verður fylgt.

Annars eru tað tær klassisku orðingarnar: Eg mæli til... eigur at verða gjørt um orkan er til tað... eigur at raðfestast hægri – og so víðari og so víðari...

Landsstýriskvinnan hevur verið ígjøgnum øll tilmælini, vurderað tey, og sagt hvør støðan er á økinum. Tað er sjálvandi útmerkað – men eg vildi ynskt at hon segði nøkur greiðari JA – og nøkur greiðari NEI. So hevði tað verið lættari at tikið støðu til og vit høvdu fingið eitt betri kjak. Hetta við at siga eitt lunkað JA tá mann meinar NEI – kanska fyri ikki at stoyta nakran – flytir okkum ikki víðari.


Hvat vilja vit hava – og hvussu fáa vit tað
Tað er fíggjarliga ógjørligt at seta øll tey mongu tilmælini í verk, og tíðin loyvir heldur ikki at øll verða viðgjørt her.

Men yvirskipað mugu vit gera av:

Í fyrsta lagi hvat tað er, vit vilja hava, og í øðrum lagi hvussu vit fáa tað, vit vilja hava.

Á síðu 14 í álitinum stendur nakað, sum eg taki fult undir við, og sum eg haldi skal vera tann viti, vit stýra eftir:

Har sigur nevndin: “Avgerandi fyri málrøktina er sjálv málnýtslan, ella sagt við øðrum orðum, hvussu nógv málið verður nýtt”.

Seta vit okkum hetta sum mál – at málnýtslan skal vera so nógv sum gjørligt – so er lættari at gera av, hvørji av teimum 76 tilmælunum, vit eiga at arbeiða víðari við, og hvørji vit eiga at lata liggja. Eitt ja til okkurt, treytar eitt nei til okkurt annað.

Ov nógv eftirlit
Í álitinum verður mælt til, at gransking og málslig vegleiðing og eftirlit gerast rættiliga sentralir lutir í málrøktini.

• Fýra málfrøðingar afturat skulu setast í Málnevndina.
• Tveir granskarar skulu granska málsligu menning barnanna.
• Ein millión skal brúkast til at kanna støðuna hjá føroyskum í fólkaskúlanum.
• Ein hálv millión til málgransking og aðra gransking í sambandi við undirvísingartilfar.
• Ein granskari skal granska føroyskt mál og viðurskifti annars sum heild fyri at menna undirvísingina.
• Ein granskari skal kanna hvørja ávirkan ið KT-menningin hevur á føroyskt.
• Kommunurnar skulu orða eina málstevnu sum røkkur út í hvønn krók í kommununi, og sum skal umsitast saman við einum málráðgeva.
• Málnevndin skal hava betri umstøður at vegleiða fyrisitingini málsliga.
• Alt, sum kemur fyri løgtingið, skal umsetast til føroyskt.
• Virki og fyritøkur, sum í ávísan mun hava alment samskifti, skulu orða málstevnur.
• Kringvarpið skal hava útbúnan málráðgeva at leiðbeina og hava eftirlit við at samtykt málslig stevnumið verða fylgd.
• Ein granskari skal kanna avleiðingarnar av at teir størstu mentanaberararnir ikki eru á føroyskum.
• Ein granskari skal kanna hvørja ávirkan góðska og dygd í sambandi við tekst og mál í fjølmiðlunum hava á málnýtsluna.

Fleiri tilmæli benda á sama borðið, og harra formaður: hetta er eftir mínum tykki at sáa í gaddajørð.

Vit eiga at stimbra og stuðla fólki sum skapa og framleiða og finna uppá og víðka málnýtsluna, og flyta føroyskt inn á øki, har danskt og enskt í dag hava valdið.

Eftirlit og reyðir pennar er ikki tað, sum eggjar fólki at taka slík tøk.

Málstevnunevndin tekur tíverri sjálv tann reyða pennin fram á ein hátt, sum ikki er gagnligur.

Um tíðindafólk verður sagt soleiðis: “Eyðsýniligt er, at nógv tíðindafólk í føroysku loftmiðlunum eru ikki nóg væl fyri at bera tíðindi út í hvørt hús. Málburðurin er mangan veikur, málsligi bygnaðurin skeivur og bendingarnar skeivar. Sovorðið eigur ikki at vera góðtikið í almennum fjølmiðli”.

Hetta er so dómurin yvir “nógv tíðindafólk í føroysku loftmiðlunum”. Nógv. Hvussu nógv eru tey tilsamans? 15? Nevndin kundi tað sama sett navn á tey.

Hetta er ein subjektiv meting, hetta er ikki sakligt – og hesi fólkini eru eftir mínum tykki als ikki so ússalig málsliga, sum nevndin ger tey til.

Tað er sera strævið at verða tíðindafólk í Føroyum, lønin er lítil, og tað er imponerandi at vit hava ein so livandi føroyskan fjølmiðlaheim, sum vit hóast alt hava.

Alt er kanska ikki so øgiliga gott føroyskt – men tað er gott føroyskt. Og vit skulu minnast til, at tá tað snýr seg um miðlar á føroyskum, tá er kvantitetur eisini kvalitetur.

Tá tað snýr seg um um skrivaðu miðlarnar, fer nevndin eitt stig víðari: Hon hevur tikið stakroyndir, og er á tann hátt komin fram til, at á heimasíðunum hjá Dimmalætting, Vikublaðnum og Norðlýsinum eru tilsamans 22.630 málsligar villur árliga, 23.725 rættskrivingarvillur, og 19.345 teknvillur – sum tilsamans geva 65.700 árligar villur.

Á Portalinum kemur nevndin fram til, at 59.130 ymiskar villur verða gjørdar árliga.

Eg noyðist at siga, harra formaður, at hetta er ikki serliga konstruktivt!

Vit hava í Føroyum fólk sum virka og skapa og kýta seg satsa egnar pengar fyri at nakað kann eita privatir føroyskar fjølmiðlar. Og Gud havi lov fyri tað.

Vit eiga avgjørt at skipa eitt sterkt, breitt Málráð – men alt hitt er ikki neyðugt.

Tað verður eisini skotið upp at seta sonevndar “yrkorðanevndir” at smíða føroysk fakorð í staðin fyri tey internationalu – og tað skal vera innan allar frøðigreinar og útbúgvingar.

Harra formaður – if it aint broke, don’t fix it, siga bretar, og eg haldi, at vit skulu vera varðin her.

Fakorð eru ofta ein óloysiligur partur av sjálvum fakinum. Tey eru international – og vandin er, at vit við hesum skaða bæði føroyskt mál og fakini.

Tað eru hvørki tríkanturin, ella diodan ella kvadratrótin ella atomið, sum hótta føroyskt. At seta fleiri nevndir at gera nýggj føroysk fakorð í staðin fyri tey gomlu og kendu eg bangin fyri kann fara at enda í ruðulleika.

Vit skulu í málrøktini fokusera uppá mál – ikki so uppá einstøk orð, sum vit hava havt lyndi til.


Hvar fæst mest fyri pengarnar?
Nei, vit skulu geva teimum tænarum fleiri dinarar, sum vit vita geva okkum teir fleirfalt aftur.

Tá vit hyggja út yvir lendið, so síggja vit skjótt hvar tað grør.

Vit síggja bókadeildina hjá Lærarafelagnum. Hon fær góða hálvuaðru millión um árið – og bøkurnar spræna út.

Tá eg var drongur vóru ongar føroyskar bøkur, so her eru stór framstig hend.

Bókadeildin ger eitt veldugt arbeiði á fleiri mótum. At vit seta meira niður í ta veltina, taki eg avgjørt undir við.

Eisini forlagið Sprotin fær nógv burturúr teimum pengum, tað fær játtaðar úr Mentanargrunninum.

Mælt verður til at vit hækka játtanina til skúlabókagerð við 25 milliónum.

Erlendur Patursson møtti einaferð einum skúladrongi á vegnum, og eftir at hava hugt á taskuna hjá honum spurdi hann í eini sigandi grein, nær hesin drongurin mundi fara at sleppa heim. Tí allar bøkurnar vóru danskar.

Eisini her eru stór framstig hend – men langt er á mál, og vit mugu gera okkum greitt, at skulu vit hava ein føroyskan skúla, so kostar tað meira enn tað, vit rinda í dag.

Men á døgum Erlends Paturssonar slapp drongurin heim tá hann fekk frí úr skúlanum. Tá spældi hann við onnur føroysk børn á føroyskum og mentist málsliga.

Nú er skúlin meira føroyskur, men teldurnar, sum verða tendraðar aftaná klokkan trý, tosa allar danskt ella enskt – tað verið seg gjøgnum spøl ella filmar.

Her er ein kolossal avbjóðing. Og av tí at alt ikki kann føroyskast, er avbjóðingin eisini at gera sær greitt, hvar almennir pengar gera mest gagn á hesum øki.

At leggja talu á teknifilmar er púra avgerandi. At gera teir atgongiligar, er eisini avgerandi. Men tað skilji eg, at Kringvarpið er í ferð við.

Sjónvarp
Í dag hevur sjónvarið kanska størri ávirkan enn skúlin. Men politiski illviljin móti at geva Kringvarpinum betri møguleikar er øgiligur – hóast eg onga løtu eri í iva um, at kringvarpið er millum teir stovnar, har vit fáa mest fyri pengarnar. Og har tað er mest neyðugt, at vit sáa.

At mentanargrunnurin verður styrktur so hann eisini kann lata stuðul til filmsgerð, er eisini, í prinsippinum, eitt skilagott tilmæli frá nevndini.

Men sum er letur Kringvarpið høli, og Tórshavnar Kommuna letur 400.000 til filmsverkstaðið Klipfisk. Játtaði løgtingið eisini eitt sindur har, høvdu tað eisini verið dinarar, sum høvdu komu fleirfalt aftur. Takið hjá okkum innan film í løtuni er at fáa skapt eitt umhvørvi, sum nakað størri kann vaksa burturúr. Tað er úr einum slíkum umhvørvi, at handrit og dreygibøkur til spælifilmar mugu vaksa.

Nevnin mælir til at tríggjar milliónir verða settar av til at týða og teksta útlendskar filmar og sendingar í sjónvarpinum.

Tað er avgjørt ynskiligt. Men vit mugu raðfesta, og eg vildi mett, harra formaður, at pengarnar fóru nógv betri til umrødda umhvørvið. Heldur loysa úr lagdi skapandi megina hjá nógvum ungdómi, enn umseta úr donskum, sum øll skilja. Heldur ein føroyskan film, enn 150 umsettar og tekstaðar.

Samanumtikið skal mítt tilmæli vera at vit siga nei til teir flestu granskararnar og alt eftirlitið, sum hendan nevndin mælir til. Ikki tí tað er skaðiligt, men tí tað gevur lítið fyri pengarnar.

Í staðin skulu vit taða ta jørðina, har nógvur gróður kann væntast at fáa.

1: Teknifilmar og føroyskt sjónvarp til børn,
2: Skúlabøkur, aðrar bøkur og sjónvarp til ung,
3: Sjónvarp og bøkur til vaksin.

Tað góða føroyska er ikki líka týdningarmikið sum tað góða føroyska.

Sum nevndin sjálv sigur: “Avgerandi fyri málrøktina er sjálv málnýtslan, ella sagt við øðrum orðum, hvussu nógv málið verður nýtt”.