Allir andstøðuflokkarnir kæra Johan Dahl til landsstýrismálanevndina

6 May 2014
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Eftir at hava loddað dýpið millum samgonguflokkarnar bendir tó onki á, at ein misálitisváttan fer at verða samtykt í løtuni.

Tí hava andstøðuflokkarnir í fyrsta umfari valt at kæra Johan Dahl til Landsstýrismálanevndina.

Í kæruni vísa andstøðuflokkarnir til niðurstøðurnar hjá Løgtingsgrannskoðarunum, sum m.a. staðfesta, at “landsstýrismaðurin ikki kunnaði Løgtingið ella bað Løgtingið um eykajáttan, hóast hann var vitandi um, at játtanin til stovnin ikki fór at halda.”

Kæran heitir á Landsstýrismálanevndina um at gera niðurstøður um:

- Hvørt landsstýrismaðurin hevur fyrisitið á lógligan hátt.

- Hvørt landsstýrismaðurin hevur hildið stýrisskipanarlógina.

- Hvørt landsstýrismaðurin hevur hildið lóg um játtanarskipan landsins.

- Hvørt landsstýrismaðurin hevur hildið lóg um ábyrgd landsstýrisins.

- Hvørt landsstýrismaðurin annars hevur røkt tær skyldur sum áliggja honum í fyrisitingini av hesum málinum.

Á løgtingi 6. mai 2014

Vegna Tjóðveldi Vegna Javnaðarflokkin Vegna Framsókn Vegna Sjálvstýrisflokkin

Høgni Hoydal Aksel V. Johannesen Poul Michelsen Kári P. Højgaard

Kæra um fyrisitingina hjá Johan Dahl í sambandi við Strandfaraskip Landsins í 2013

Landsstýrismálanevndin

Løgtingið

Á løgtingi, 6. mai 2014

Hervið verður fyrisitingin hjá Johan Dahl, landsstýrismanni, í sambandi við fíggjarligu viðurskiftini á Strandfaraskipum Landsins í 2013 kærd til landsstýrismálanevndina.

Víst verður til frágreiðingina og viðmerkingarnar hjá Løgtingsgrannskoðarunum, við tilhoyrandi skjølum, sum vórðu sendar Løgtinginum 1. mai 2014.

Her siga Løgtingsgrannskoðararnir m.a. í sínum høvuðsniðurstøðum:

“Løgtingsgrannskoðararnir halda tað als ikki vera nøktandi, at roknskaparviðurskiftini hjá Strandfaraskipum Landsins hava verið ógreið og ikki nøktandi.

Løgtingsgrannskoðararnir átala hvassliga, at landsstýrismaðurin ikki kunnaði Løgtingið ella bað Løgtingið um eykajáttan, hóast hann var vitandi um, at játtanin til stovnin ikki fór at halda.

Løgtingsgrannskoðararnir átala eisini hvassliga, at Vinnumálaráðið ikki gjørdi meira fyri at fáa viðurskiftini í rættlag, tá ið ráðið í oktober 2013 sigur seg ikki hava álit á tølunum frá Strandfaraskipum Landsins, og at ráðið hóast tað góðkennir greinaroknskapirnar uttan viðmerkingar.

Løgtingsgrannskoðararnir halda tað als ikki vera nøktandi, at samskiftið millum Strand-ferðsluna og Vinnumálaráðið/landsstýrismannin tykist óskipað, ógreitt og skiftandi.

Løgtingsgrannskoðararnir halda heldur ikki, at játtanar- og fíggjarviðurskiftini hjá Strandfara-skipum Landsins eru handfarin nøktandi, hvørki av stovnsleiðsluni, ella av aðalstýrinum og landsstýrismanninum.

Løgtingsgrannskoðararnir áttu at verði kunnaðir við tað sama, lands¬stýrismaðurin hevði biðið um at fáa serliga grannskoðan framda.”

Heitt verður tí á Landsstýrismálanevndina um at gera niðurstøður um:

- Hvørt landsstýrismaðurin hevur fyrisitið á lógligan hátt.

- Hvørt landsstýrismaðurin hevur hildið stýrisskipanarlógina.

- Hvørt landsstýrismaðurin hevur hildið lóg um landsins játtanarskipan.

- Hvørt landsstýrismaðurin hevur hildið lóg um ábyrgd landsstýrisins.

- Hvørt landsstýrismaðurin annars hevur røkt tær skyldur sum áliggja honum sambært lógum og reglum í fyrisitingini av hesum málinum.

Vegna Tjóðveldi Vegna Javnaðarflokkin Vegna Framsókn Vegna Sjálvstýrisflokkin

Høgni Hoydal Aksel V. Johannesen Poul Michelsen Kári P. Højgaard