Viðmerkingar frá minnilutanum
Øll, ið hava verið innkallað í fíggjarnevndini hava víst á, at málið eigur at verða viðgjørt og greinað nærri, fyri at tryggja, at øll viðurskifti eru í rættlag og ongir føroyingar ”detta niður ímillum” um málið verður samtykt. Øll, ið hava verið í nevndini hava víst á ítøkilig viðurskifti, ið eiga at verða lýst og kannað nærri.
Eisini hevur minnilutin biðið um fleiri innkallingar fyri at fáa viðgjørt fleiri ósvaraðar spurningar, men hevur fíggjarnevndarformaðurin ikki gingið hesum á møti.
Eftir innkallingarnar hevur als ongin viðgerð verið av niðurstøðunum ella ivamálunum í fíggjarnevndini.
Minnilutin vil harðliga átala hesa framferð og manglandi viðgerð av einum fyri føroyingar ómetaliga týðandi máli.
Pensjónsnýskipanin var so nær – men hvat nú ?
Undan løgtingsvalinum vóru allir politiskir flokkar komnir sera væl ávegis at fáa eina breiða politiska semju um eina komandi pensjónsnýskipan, ið skuldi tryggja øllum føroyingum eina trygga og góða pensjón framyvir. Eitt álit varð gjørt, ið kundi vera útgangsstøðið fyri víðari arbeiðinum.
Meðan valstríð var, vóru allir flokkar samdir um, at pensjónsnýskipanin var eitt av teimum mest týðandi málunum at fáa avgreitt eftir valið.
Nú eftir valið hevur samgongan enn ikki tikið stig til, at seta í verk pensjónsnýskipanararbeiðið. Í staðin hevur samgongan valt, at taka nøkur stig, ið av sonnum kunnu sigast at broyta grundarlagið undan pensjónsnýskipanini grundleggjandi. Hetta verður gjørt einsíðugt, og vil koma at forða fyri eini breiðari politiskari semju um framtíðar pensjónskarmarnar hjá føroyingum.
Munandi øking í eldraútreiðslum og pensjónistum í framtíðini
Vit vita, at tað gerast alsamt fleiri eldri í mun til arbeiðsfør komandi árini.
Framskrivingar vísa, at samansetingin á arbeiðsmarknaðinum framyvir verður soleiðis, at tey á arbeiðsmarknaðinum gerast færri enn í dag, meðan pensjónistarnir gerast alsamt fleiri. Meðan tað í 2011 vóru mett at vera 4,1 á arbeiðsmarknaðinum fyri hvønn pensjónist, so fellur hetta lutfallið niður í 1,9 í 2040. Hetta krevur, at landið sum skjótast ger neyðug átøk fyri at tryggja, at møguleiki verður at fíggjað tær tænastur, ið skulu til – eisini tá lutfalsliga nógv fleiri pensjónistar verða í Føroyum.
Allar framrokningar vísa okkum eisini at vit skulu vænta munandi øking í eldraútreiðslunum komandi árini. Úr uml. 1,3 mia. kr. í 2012 uppí uml. 2,6 mia. kr. í 2040.
Serfrøðingar hjá Fíggjarmálaráðnum vísa eisini á - í frágreiðing fyri stuttum - at um valt verður at skatta pensjónsinngjald í mun til pensjónsútgjald, so vil hetta hava munandi størri ávirkan á útreiðslur landsins í framtíðini.
Víst verður víðari á, at skattingin og mótrokningin av pensjónsuppsparingini í framtíðini er ein týðandi partur av fíggingini av øktu eldraútreiðslunum í framtíðini.
Pensjónsskattahækking fyri flestu føroyingar
Í viðmerkingunum til lógina verður víst á, at ”uppskotið fær helst sosialar avleiðingar fyri ávísar samfelagsbólkar, við tað at skattaviðurskiftini broytast munandi hjá lág- og miðal lønarfólki”.
Fleiri útrokningar eru gjørdar, og vísa allar, at talan verður um skattahækking fyri persónligu pensjónsuppsparingina fyri størsta partin av føroyskum pensjónistum framyvir.
Sjálvt útrokning frá Fíggjarmálaráðnum vísir, at skatting av persónligari pensjónsuppsparing verður væl hægri við hesi lógarbroyting í mun til verandi støðu, har størsti parturin av pensjónsútgjøldum verða skattað sum A-inntøka.
Onki ítøkiligt nevnt um hetta í lógaruppskotinum, og serfrøðingar nevna enntá at teir ikki eru bidnir um at greina avleiðingarnar fyri einstaka pensjónistin. Tí kann av røttum setast spurningurin - verður roynt at goyma skattamunin millum verandi støðu og nýggju 40% flatskattaskipanina ?
Fólk flyta pensjónsinngjøld til lønarhækking ?
Av øðrum avleiðingum fyri einstaka pensjónsinngjaldaran kann nevnast, at um henda 40% skattingin frá 1. krónu verður veruleiki – tann fyrsta veruliga 40% flatskattaskipanin -samstundis sum ABDH skattaskipanin fyri vanligar lønarinntøkur verður sett í verk, fellur øll orsøk til at spara sjálvboðið upp til pensjón burtur.
Tí skatturin verður tá hægri á pensjónum enn á lønarinntøku – fyri stóran part av pensjónistunum. Helst fyrsta landið í heiminum, har skatturin á pensjón verður hægri enn á lønarinntøku.
Tá vil tað loysa seg betur hjá fólki at umleggja t.d. 15% pensjónsinngjald til lønarhækking, og harvið hartil fáa part í skattalættanum.
Talan er um frívilluga uppsparing til pensjón, so nú skatturin á pensjónum verður hægri enn á løn, er ongin orsøk til ikki at umleggja pensjón til løn.
Føroyska pensjónsuppsparingin munandi lægri enn í grannalondum
Føroyingar eru langt afturút tá umræður pensjónsuppsparing í mun til grannalondini. Vit hava í dag inngjøld á uml. 550-600 mió. kr., og eina munandi minni uppsparing pr. íbúgva. Skulu vit upp á saman inngjald sum í grannalondunum skal inngjaldið upp á 1-1,2 mia. kr. árliga.
Nú tað loysir seg betri skattliga at fáa út løn enn at spara til pensjón, er als ongin fíggjarlig orsøk til at økja um pensjónsuppsparingina. Hartil kemur at framferðin hjá landsstýrinum og samgonguni í samband við hetta málið, har kollveltandi broytingar verða framdar – uttan at partarnir á arbeiðsmarknaðinum og allir teir ósvaraðu spurningarnir verða tiknir í álvara – undirgravar álitið á, at politiska skipanin er nóg búgvin til, at skapa støðugar og tryggar karmar um framtíðar pensjónsuppsparingina hjá føroyingum.
Eisini hetta kann elva til, at fólk velja pensjónsuppsparing frá, og henda minni uppsparingin vil verða til stóra skaða fyri okkara samfelag yvir tíð.
Hetta vil aftur elva til, at vit koma enn longur afturút í pensjónsuppsparingini í mun til grannalond okkara, vil leggja munandi størri trýst á størri útreiðslur til fólkapensjón, og harvið hava vit ikki ráð til aðrar og somu vælferðartænastur sum grannalond okkara í framtíðini.
Hví velja onnur lond at skatta pensjónir við útgjaldi ?
Hetta er ikki fyrstu ferð í søguni, at spurningurin viðvíkjandi skatting av pensjónum er viðgjørdur. Hvørki hjá okkum ella hjá øðrum. Niðurstøðan hevur tó verið – hjá flestu londum í ES, at vald er eina skipan har:
1. Skattafrádráttur verður veittur við inngjald
2. Avkastið ikki verður skattað
3. Útgjaldið verður skattað
Tó verður avkastið skattað í Danmark, Svøríki og Italia. Orsøkirnar til, at henda skipan verður vald er rættiliga greið – og hetta vísa serfrøðingar í Fíggjarmálaráðnum eisini á:
1. Skattafrádráttur motiverar til uppsparing.
2. Inngjald til uppsparing minkar tøku inntøkuna.
3. Útseting av skattinum hjálpir ríkiskassunum (landskassanum), við tað at hann fær eitt munandi størri skattagrundarlag, tá pensjónirnar koma til skattingar, so hvørt sum talið av eldri fólki veksur.
Skatting við útgjald – tá fylgja skattainntøkur vaksandi tali av eldri
Um vit hyggja nærri at avleiðingunum fyri okkara land, so verður í frágreiðing, sum serfrøðingar hava gjørt m.a. staðfest:
1) Inntøkugrundarlag landskassan verður ikki so trygt við at forútskatta, sum við verandi skipan, tí inntøkurnar við forútskatting fara at ávirkast av broytingum í talinum á fólki í arbeiðsførum aldri. Við at skatta við útgjaldi fylgjast skattainntøkurnar hjá pensjónstum við vaksandi talinum av pensjónistum.
2) Eitt tíðarskeið fer landskassin at hava inntøkur bæði frá útgjaldi og inngjaldi av pensjónum. Hetta merkir at landsstýrið fer at kunna útseta neyðugar tillagingar av inntøku- og útreiðslustrukturi landsins. Mest negativa ávirkanin við umleggingini er, at hetta lættir trýstið at gera neyðugu broytingarnar í útreiðslustrukturi landskassans.
3) Tað er av avgerandi týdningi, at pensjónsskattainntøkan verður nýtt til at minka hall landskassans.
Hetta seinasta vita vit so er ikki ætlanin. Sostatt verða framtíðar inntøkur nýttar til, at halda úteiðslum landsins uppi og/ella halda inntøkunum niðri.
Meirútreiðslur til fólkapensjón vegna 40% minni mótrokning
Nú ætlanin er at skatta pensjónsinngjøld, og harvið minka um 40% um pensjónsinngjøldini, vil hetta eisini ávirka útreiðslur landsins til fólkapensjón framyvir.
Í útrokning, sum Fíggjarmálaráðið kom við í vikuskiftinum gjørdist greitt, at ABDH-samgongan hevur ætlanir um, at varðveita verandi fólkapensjón og mótrokningarhátt – og enntá mótrokna skattaða og óskattaða persónliga pensjónsuppsparing á sama hátt. Tvs. ætlanin er, at mótrokna í fólkapensjónini við 40% lægri pensjón enn í dag. Hetta eru nýggjar upplýsingar og koma at merkja munandi hægri útreiðslur til fólkapensjón framyvir, í mun til framskrivingar, ið hava verið gjørdar.
Landsstýrið hevur ongar útrokningar gjørt hesum viðvíkjandi, hóast talan eftir øllum at døma verður um fleiri 100 mió. kr. í øktum pensjónsútreiðslum í mun til verandi skipan.
Minnilutin hevur umbiðið útrokningar fyri, hvat tað vil kosta landinum at mótrokna eina 40% minni upphædd í fólkapensjónini framyvir, í mun til í dag. Talan má verða um stórar upphæddir, ið landið kemur at fáa í meira útreiðslum. Minnilutin hevur víst á, at landsstýrið hevur boðað løginginum frá, at tað ongan týdning hevur, um skattað verður við inngjaldi ella við útgjaldi. Hetta er als ikki rætt. Neyðugt er at løgtingið fær røttu upplýsingarnar áðrenn málið fer til 2. og 3. viðgerð. Men tað er tíverri ikki eydnast at fáa fíggjarnevndarformannin at taka undir við, at fáa hesar upplýsingar til vega áðrenn málið fer til avgreiðslu í løgtinginum.
Landskassin vil mangla skattainntøkur í framtíðini
Sum nevnt vísa framrokningar at vit fara frá 4,1 á arbeiðsmarknaðinum pr. pensjónist til 1,9 á arbeiðsmarknaðinum pr. pensjónist í 2040.
Henda framrokning er gjørd áðrenn 1.100 føroyingar netto eru fráfluttir úr Føroyum seinastu 5 árini.
Sostatt gerast lutfalsliga sera nógv fleiri pensjónistar komandi árini, samstundis sum arbeiðsfjøldin minkar.
Tá ætlanin er, at framtíðar pensjónistar ikki skulu rinda skatt, gerast tað alsamt færri, ið skulu rinda skatt og rinda fyri alsamt fleiri, ið ikki fara at rinda skatt og hava tørv á eldratænastum v.m.
Hetta er ómetaliga óheppið fyri okkara framtíðar samfelag. Í besta føri skal væntast, at tørvur verður á at innføra nýggjar skattir og stór brúkaragjøld. Sostatt koma pensjónistar at rinda skatt dupult. Í ringasta føri verður ikki møguligt at veita neyðugu tænasturnar.
Upplýsingar frá landsstýrinum ikki eftirfarandi
Minnilutin vil vísa á, at tær útrokningar, ið landsstýrið hevur lagt við lógaruppskotinum og skulu vísa munin millum inntøkur landsins við forútskatting og skatting við útgjald, eru grundaðar á ivasamar fortreytir.
Meðan skatting við inngjald gevur skatt av inngjaldinum, so vil skatting av útgjaldi geva skatt av eini upphædd, ið hevur fingið eina rentutilskriving í uppsparingartíðarskeiðnum, ið vanliga er væl hægri enn produktivitetsvøksturin í samfelagnum annars. Í skjalinum, ið er viðlagt lógaruppskotinum er roknað við 2% rentutilskriving í uppsparingartíðarskeiðnum.
Men hetta er alt ov lítið. Verður hugt at rentutilskrivingini hjá føroyska lívstryggingarfelagnum hevur henda árliga ligið millum 4,5 og 10% síðan 1980 til nú. Eftir á 2000 hava nýtekningar fingið niður í 3,5% og 2,5% í ávís tíðarskeið. Rentan í løtuni er eisini søguliga lág.
Sæð yvir longri tíðarskeið er rættast at rokna við eini rentutilskriving á 4-6%, heldur enn 2%. Verður hetta gjørt, økjast inntøkur landskassans eisini munandi meira við skatting av útgjaldi, enn í viðhefta uppskoti, ið er lagt við lógaruppskotinum.
Henda útrokning hevur stóran týdning, tí um ein føroyingur sparir pensjón upp frá viðkomandi er 27 ár til 67 ár, so vil ein munur á 1% í meira avkasti í miðal árliga, merkja eina pensjónsuppsparing, ið er 23% størri tá viðkomandi er 67 ár. Harvið eru eisini 23% meira at skatta hjá landinum. Um talan er um 2-4% meira í avkasti enn tey 2%, ið landsstýrið hevur valt at rokna við, so er talan um so ómetaliga nógv størri upphæddir, ið kunnu skattast við útgjald enn við inngjald.
Minnilutin hevur umbiðið neyðugar og nýggjar útrokningar, men hevur fingið at vita, at ov lítið av tíð er til, at fáa gjørt hesar útrokningar. Hetta er sjálvandi harmiligt, tí hetta kann hava alstóra ávirkan á framtíðar skattainntøkur hjá landinum og munin millum skatting av inngjøldum og útgjøldum.
Kommunurnar missa allar pensjónsskattainntøkur
Um vit hyggja nærri at avleiðingunum fyri kommurnar so er greitt, at her er avgjørt avleiðingar.
Í dag verður meginparturin av pensjónsútgjaldinum skattað sum A-inntøka, og fáa bæði land og kommunur sín part av skattainntøkunum. Hetta lógaruppskotið tekur allar hesar skattainntøkur frá kommununum.
Í viðmerkingunum til lógaruppskotið stendur at “uppskotið hevur ikki serligar fíggjarligar, umsitingarligar ella umhvørvisligar avleiðingar fyri serstøk øki í landinum”. Hetta er ikki rætt. Tí tær kommunur, ið hava lutfalsliga fleiri pensjónistar í mun til restina av landinum – og her er talan um útjaðaraøkini og minni bygdirnar – fara at fáa lutfalsliga størstu minkingina í skattainntøkum framyvir.
Tvs. at tey øki, ið fáa alsamt fleiri pensjónistar, fáa alsamt færri inntøkur – og ongar frá pensjónistunum.
Minnilutin hevur umbiðið upplýsingar og framrokningar fyri, hvussu nógvar skattainntøkur, ið kommunurnar koma at missa nú og komandi árini við hesum lógaruppskoti. Tí um so er, at kravt verður at øll skulu spara upp minst 15% av síni løn, so er skjótt at uppsparingin kemur upp á 800-1.000 mió. kr. árlig. Um kommunurnar høvdu fingið 40% av teimum 40%, ið landið tekur inn í pensjónsskatti, so er talan um 128-160 mió. kr., ið kommunurnar áttu at fingið, man landið nú tekur inn í staðin.
Víst hevur verið á, at hyggjast skal at hesum í sambandi við flyting av málsøkjum, og at kommunurnar tá skulu fáa pening við. Men talan verður tá um at flyta pening, ið fylgir við málsøkjunum + tær 128-160 mió. kr., ið nú verða tiknar frá kommununum. Peningur, ið ikki verður tøkur at flyta teimum, tí hesin verður ikki spardur upp hjá landinum, men hinvegin latin út sum skattalættar til hægru inntøkurnar. Tí minkar inntøkugrundarlagið hjá landinum og kommununum við skattalættanum.
Øktar umsitingarútreiðslur og minni pensjón
Í dag hava nøkur fakfeløg egnar pensjónsgrunnar, meðan tey flestu velja at samstarva í pensjónsfeløgum í ella uttanfyri Føroyar.
Henda lógabroyting kann koma at merkja øktar umsitingarútreiðslur vegna økta umsiting.
Umframt at føroysku feløgini í forvegin hava lutfalsliga lítla uppsparing og tí kunnu hava trupulleikar við at kappast við stóru útlendsku feløgini tá umræður umsitingargjald, so vil ein minking í uppsparingini hjá føroyingum við 40%, vegna forútskatting í mun til skatting við útgjaldi, gera kappingarførið hjá føroysku feløgunum enn verri í mun til útlendsku feløgini.
Nýggja skattingin av pensjónum krevur hartil, at øll, ið hava pensjónsinngjøld fáa nýggja polisu (hereftir pensjónsskjal). Hetta fyri at tryggja greiðan skilna millum inngjøld, ið skulu skattast og inngjøld, ið eru skattað – nú og framyvir.
Verður pensjónsnýskipanin sett í verk seinni – t.d. 1. januar 2013 - skulu øll hava enn eitt nýtt pensjónsskjal tá. Tvs. allir pensjónistar hava minst 3 pensjónsskjøl:
- eitt pensjónsskjal fram til 31. desember 2011, har sparast skal upp á ymsum konto’um – kapitalpensjón, lutapensjón, lívrentu. Inngjaldið óskattað og útgjaldið skattað.
- eitt pensjónsskjal frá 1. januar 2012 og fram til 31. desember 2012, har sparast skal upp á ymsum konto’um – kapitalpensjón, lutapensjón, lívrentu. Inngjaldið skattað og útgjaldið óskattað.
- eitt pensjónsskjal eftir 1. januar 2013, har sparast skal upp á eini konto, og útgjaldið verður sambært nýggju pensjónsnýskipanini.
Hetta krevur óneyðugar útreiðslur og umsiting bæði fyri fakfeløg, pensjónsfeløg og núverandi og komandi pensjónistar.
Har er bert ein, ið kemur at rinda fyri hetta, og tað verða øll, ið rinda inn til pensjónir.
Fyri hvørt 1%, ið umsitingin gerst dýrari, so minkar endaliga pensjónsuppsparingin tilsvarandi.
Skal broyting fremjast í pensjónsskattaviðurskiftum, er einasta rætt, at hetta verður gjørt saman við eini pensjónsnýskipan, soleiðis at tað slepst undan óneyðugum umsitingarligum útreiðslum, og soleiðis, at øll viðurskifti viðvíkjandi framtíðar pensjónsviðurskiftum verða viðgjørd í eini heild.
Føroyingar við útlendskum pensjónsveitarum
Undir viðgerðini av hesum málinum er vorið alsamt meira greitt, at munandi fleiri spurningar enn svar eru givin í sambandi við allar teir føroyingar, sum í dag spara upp í útlendskum pensjónsfeløgum.
Fyri part av hesum – eitt nú øll undir Sjúkrarøktarfrøðingarfelag Føroya – um 1.300 føroyingar er galdandi, at tey ikki hava nakað pensjónsfelag pr. 1. januar 2012 um henda lóg verður sett í gildi. Teirra felag – PKA – hevur skrivliga fráboðað, at tey ikki taka ímóti forútskattaðum pensjónsinngjøldum frá føroysku limunum.
Samstundis hevur Sjúkrarøktarfrøðingarfelagið víst á, at tey ikki megna at fáa aðra pensjónsskipan til limir sínar tøka pr. 1. januar 2012, og undir ongum umstøðum kunnu fáa eins góðar treytir sum tey hava hjá PKA. Hetta vegna langa søguliga gongd hjá fleiri limum í felagnum. Hetta eru viðurskifti, ið ikki kunnu flytast yvir til onnur lívstryggingarfeløg, ið skulu yvirtaka limirnar. Tey bæði føroysku lívstryggingarfeløgini – Betri pensjón og LÍV – hava játtað at so er. Tey kunnu móttaka limirnar, men hetta krevur nakrar mánaðar og vil vilja fleiri ikki kunna fáa somu treytir sum hjá PKA.
Minnilutin hevur umbiðið yvirlit yvir, hvussu nógvir føroyingar spara upp í útlendskum pensjónsskipanum í dag, men henda umbøn er ikki gingin á møti av fíggjarnevndarformanninum.
Kann landskassin verða noyddur at rinda endurgjald ?
Tað er týðandi at fáa kannað, um landskassin kann ábyrgdast og harvið skal rinda endurgjald til teir føroyingar, ið missa teirra vunnu rættindi í pensjónsfelagi teirra, við hesum lógaruppskoti frá samgonguni. Um so er, at hópurin av føroyingum standa uttan pensjónsskipan pr. 1. januar 2012, og eitthvørt hendir, ið hesir nú ikki eru tryggjaðir fyri, kann landskassin so ábyrgdast ? Eisini viðkomandi at kanna, um landskassin kann gerast noyddur at rinda endurgjald fyri munin á verandi pensjónsviðurskiftum og nýggju treytunum, ið tey mugu gerast partur av við einum skifti av veitara.
Føroyingar við útlendskum arbeiðsgevara og pensjónsveitara
Vit hava nógvar føroyingar, ið arbeiða undir útlendskum arbeiðsgevara í dag. Fleiri av hesum hava eisini útlendskan pensjónsveitara.
Undir viðgerðini av málinum er komið greitt fram, at tað er ein stórur váði fyri, at føroyingar, ið arbeiða hjá útlendskum arbeiðsgevara og rinda í útlendskar pensjónsskipanir ikki fara at rinda skatt av sínum pensjónsinngjøldum. Ikki uttan so, at hesi persónliga uppgeva hetta til TAKS.
Minnilutin hevur biðið um yvirlit yvir hvussu nógvir føroyingar, ið eru búsitandi í Føroyum, fáa løn frá útlendskum arbeiðsgevara og nýta útlendskar pensjónsskipanir. Eisini hava vit umbiðið upplýsingar um, hvørjar skipanir hesir virka undir. Men ongar av hesum upplýsingum hava vit fingið.
Føroyingar, ið búseta seg uttanlands í pensjónsárum
Verður hetta uppskotið samtykt er greitt – og tað verður enntá víst til í viðmerkingunum til lógina – at føroyingar, ið velja at búseta seg í útlondum eftir at teir eru vorðnir pensjónistar, kunnu vænta at verða skattaðir aftur við útgjald. Tvs. bæði við inngjaldi og útgjaldi. Hetta er als ikki neyðugt. Um landsstýrið bíðar við hesum uppskotið t.d. 1 ár, so verður greitt, um møguligt er at gera neyðugar dupultskattaavtalur v.m. við grannalond okkara og tey lond, ið vit hava mest samskifti við í Europa v.m. Hetta eru avtalur, ið ikki eru møguligar at fáa avgreiddar nú áðrenn 1. januar 2012.
Útlendingar, ið arbeiða tíðaravmarkað í Føroyum
Undir viðgerðini er komið fram, at ivamál eru í sambandi við skatting av pensjón hjá útlendskum starvsfólkum, ið arbeiða tíðaravmarkað í Føroyum. T.d. eru serlæknar ofta í Føroyum og arbeiða í eitt stutt áramál, fyri síðan at flyta aftur til sítt heimland.
Neyðugt er at fáa staðfest, um tílíkir starvsfólkabólkar verða skattaðir av pensjónsinngjaldinum í Føroyum og aftur av útgjaldinum í heimlandinum. Um so er, er neyðugt at gera serskiparnir fyri henda bólkin. Annars kann vandi vera fyri, at tað verður trupult at fáa útlendingar til Føroya at starvast í tíðaravmarkað tíðarskeið.
Øll, ið er sett í starv av statinum ynskja undantak
Undir viðgerðini av málinum hevur Ríkisumboðið gjørt vart við, at møguleiki er als ikki fyri, at liva upp til lógarkrøvini pr. 1. januar 2012. Talan er um 250-300 starvsfólk í Føroyum. Ríkisumboðið hevur víst á, at neyðugt er við longri skotbráði um yvirlit skal kunna fáast yvir øll viðurskifti í sambandi við broyttu skattaviðurskiftini. Um so er, at lógin verður sett í gildi pr. 1. januar 2012 verður biðið um, at øll, ið eru sett í starv av statinum, verða undantikin lógini – í hvørtfall fyribils.
Uppihaldarar, børn og áseting av gjaldi til børnini
Undir viðgerðini av málinum er eisini komið fram, at skatting av pensjónsinngjaldi í mun til skatting av pensjónsútgjaldi kemur at ávirka endurgjaldið, ið uppihaldarar og børn fáa um mamman og pápin ikki eru saman longur. Víst varð á, at hetta vildið merkja, at uppihaldarar og børn í fleiri førum vilja fáa lægri gjald enn við verandi skipan.
Minnilutin hevur biðið um, at fáa hesi viðurskiftið nágreinað, men er henda umbøn ikki gingin á møti frá fíggjarnevndarformanninum.
Almannastovan má broyta mannagongdir
Almannastovan umsitir alla fólkapensjónina í dag. Viðbøturnar verða í dag mótroknaðar við aðrari inntøku. Um hetta uppskotið verður samtykt skal Almannastovan í framtíðini mótrokna bæði við skattaða og óskattað inntøku í viðbótini. Hetta kann geva avbjóðingar og krevur tillagingar og umsitingarliga orku.
Minnilutin hevur biðið um, at fáa innkallað Almannastovuna til fíggjarnevndina, fyri at fáa nágreinað avbjóðingarnar í samband við hetta lógaruppskot. Tíverri er henda umbøn ikki gingin á møti av fíggjarnevndarformanninum.
Føroysk pensjón í útlendskum pensjónsskipanum ólóglig ?
Í viðmerkingunum til lógaruppskotið vísir Fíggjarmálaráðið á, at tað í veruleikanum ikki er loyvt sambært føroyskari lóg, at føroyingar spara upp í útlendskum pensjónsfeløgum. Hóast hetta, so hevur tað almenna gingið á odda og flutt nógvum føroyingum pensjónir í útlendsk pensjónsfeløg. Tí hevur ein siðvenja gjørt seg galdandi, ið er øðrvísi enn lógarásetingarnar.
Minnilutin mælir landsstýrinum til, at taka hetta málið upp sum skjótast.
Neyðugt er at tillaga lóggávuna til siðvenjuna, ella at hondhevja lógina.
Mett verður ikki, at tað er rætt at halda áfram við at siðvenja og lóggáva eru ymisk.
Útset og tak hetta upp í samband við pensjónsnýskipanararbeiðið
Forúrskatting av pensjón er ikki nakað tú bara gert.
Talan er um ein týðandi broyting, ið fær avleiðingar fyri allar føroyingar.
Ein broyting, ið eigur at verða tikin við í arbeiðið at gera eina nýskipan av pensjónsøkinum.
Ikki ein broyting, ið verður framd, áðrenn nógvir spurningar eru svaraðir og bert fyri – uppá stuttsigt – at tippa holið í landskassanum eftir ein skattalætta til hægru inntøkurnar, í søguliga ringum tíðum búskaparliga.
Tí okkara pensjóns- og skattaskipan er ein grundleggjandi partur av okkara vælferðarsamfelag og fyri fyritreytunum hjá hvørjum einasta føroyingi.
Tað er av avgerandi týdningi, at henda skipan ikki verður broytt í tíð og ótíð.
Skal hetta vera veruleiki er neyðugt, at okkara framtíðar pensjónsskipan verður viðgjørd og gjørd av einum breiðum meirluta í Løgtinginum, soleiðis at sum flest føroyingar kunnu kenna seg aftur í endaliga uppskotinum.
Minnilutin vil tí heita á landsstýrið um at útseta hetta uppskotið viðvíkjandi pensjónsskatting – og heldur skjótast tilber, at seta tvørpolitiskan arbeiðsbólk at arbeiða við eini framtíðar pensjónsskipan í Føroyum.
Eini skipan, ið tryggjar øllum eina góða og trygga pensjón.
Tá fylgja vit eisini ráðunum frá serfrøðingum, herundir aðalstjóra, í Fíggjarmálaráðnum, sum í frágreiðing um málið í november vísa á, at tað ikki:
”við so stuttum skotbrái ber til at gera eina forsvarliga meting av, hvussu eitt tílíkt uppskot ávirkar fíggjarviðurskifti landsins og landsins búskap sum heild.
Uppskotið leggur seg út í avtalur, sum fleiri túsund borgarar hava gjørt við teirra arbeiðsgevarar og eftirlønarveitarar.
Uppskotið er í stóran mun irreversibult, t. e. avgerðin kann ikki gerast umaftur, um landskassin fyrst hevur tikið peningin inn í skatti, og síðan nýtt hann til økta nýtslu ella lækking av skattum.
Uppskotið broytir avgerðargrundarlagið fyri langsiktaðum íløguavgerðum hjá øllum eftirlønar uppspararum, og kann tískil føra til, at eftirlønaruppsparingarhugurin ávirkast munandi.
Undirritaðu fara tí staðiliga at mæla frá, at eitt tílíkt uppskot verður framt í verki, uttan so, at fakliga væl grundað lýsing av avleiðingunum verður gjørd fyrst.”
Minnilutin tekur fult undir við hesum viðmerkinginum, og mælir løgtinginum til, at útseta hetta málið soleiðis, at tíð verður til, at geva málinum eina góða og rætta viðgerð.
Hví skatta dupult – heldur enn skatta lønir og pensjónslønir við útgjaldi
Hetta lógaruppskotið snýr seg annars eisini um munandi meira enn um skatting av pensjón.
Hetta snýr seg eisini um, hvat vit leggja í tað at fáa pensjón og at verða pensjónistur.
Í dag livir ein, ið hevur rokkið 60 árum í miðal 15 ár sum pensjónistur, men hetta broytist skjótt. Tí vit kunnu gleðast um, at meðan metingar í 70’unum væntaðu at miðal livitíðin sum pensjónistur var 12 ár, so verður væntað at tey, ið røkka 60 ára føðingardegnum í 2040 skulu í miðal kunnu vænta at liva 20 ár sum pensjónistar. Hetta er gott.
Vit vita eisini, at vit í dag fáa løn útgoldna og skattaða frá tí vit koma á arbeiðsmarknaðin og til vit fara herfrá – umvegis vanliga løn og pensjónsløn. At vit geva okkara íkast til landshúsarhaldið alt lívið.
Velja vit nú í staðin at skatta bæði núverandi løn og komandi pensjónsløn hjá hvørjum einstøkum nú, heldur enn so hvørt henda lønin verður rindað, ber hetta boð um, at pensjón verður mett sum nakað annað enn løn.
At pensjónistar ikki rinda skatt til landshúsarhaldið í pensjónsárunum.
Og hvør tryggleiki er fyri, at ikki nýggir skattir koma seinni – og serliga stór brúkaragjøld á eldratænastum ?
Løgmaður hevur lovað at tryggleiki skal valda
Føroya løgmaður hevur fleiri ferðir í almenna rúminum og á Løgtingi givið lyfti til løgtingslimir og Føroya fólk um, at málið viðvíkjandi pensjónsskatting ikki verður framt uttan so, at øll kenna seg trygg við avgerðina, og øll ivamál eru beind av vegnum.
Við verandi støðu, eru nógv og stór ivamál eitt nú um:
1) Hvussu skattainntøkur landsins verða ávirkaðar komandi árini av, at skattað verður forút heldur enn við útgjald.
2) Hvussu minst 1500-3000 føroyingar, ið hava pensjónsskipanir uttanlands skulu fyrihalda seg – og um hesir yvirhøvur hava pensjónsskipan pr. 1. januar 2012.
3) At 250-300 í Føroyum, ið eru í starvi hjá statinum ikki fáa hildið lógina.
4) Hvørt allir partar í samfelagnum – arbeiðsgevarar, bankar o.o. eru til reiðar at halda lógina í verki.
5) Hartil kann ikki tryggjast, at allir føroyingar, ið arbeiða undir útlendskum arbeiðsgevarum til fullnar kunnu liva upp til lógina.
6) At føroyingar, ið velja at búsita seg í útlondum eftir pensjónsaldur, verða møguliga skattaðir tvær ferðir – bæði við inngjald og útgjald. (við verandi støðu)
7) Júst hvør verður pensjónsskattahækkingin av persónligu pensjónini hjá størsta partinum av føroyskum pensjónistum við nýggju skipanini ?
8) Hvussu fer 40% minni mótrokning í fólkapensjónini at ávirka landskassan við 100-tals fleiri mió. kr. útreiðslum til fólkapensjón í framtíðini.
9) Hvussu nógv kunnu umsitingarútreiðslurnar væntast at ávirkast av, at henda lógarbroyting kemur í gildi – fyri eitt nú pensjónsfeløg, Almannastovuna, peningastovnar v.m. ?
10) Hvussu fer hægri pensjónsskattur enn lønarskattur at ávirka pensjónsuppsparingina í Føroyum, sum í forvegin er munandi lægri enn í øðrum londum ?
11) Hvussu fer stættarmunurin at økjast millum hægri og lægri lønt – og millum hægri og lægri lønar pensjónistar við hesum uppskoti ?
12) Hvussu nógvar skattainntøkur missa kommunur kring landið – og hvussu er hetta býtið millum ymsu økini í landinum ?
13) Kann landskassin fáa ovurstórt endurgjald fyri mist rættindi og virðir hjá føroyingum, ið verða tvungin inn í nýggjar skipanir til verri treytir ?
14) ... og mangt annað.
Okkara ábyrgd at taka røttu avgerðirnar
Løgtingið er valt av fólkinum at gera karmarnar fyri samfelagið. Hvør einstakur tinglimur hevur ábyrgd av, at taka tær avgerðir, ið viðkomandi metir verða rætta.
Fyri at vita, hvør avgerð er røtt, er neyðugt at málini verða lýst væl og virðiliga, soleiðis at løgtingslimir taka avgerðir á røttum grundarlagi.
Minnilutin skal vísa á, at hetta málið um pensjónsskatting kemur at ávirka hvønn einasta føroying – serliga øll undir pensjónsaldri. Her eru ómetaliga nógv viðurskifti, ið eiga og skulu arbeiðast víðari við, áðrenn løgtingið hevur vitan um, hvørjar avleiðingar lógaruppskotið hevur við sær.
Vilja tí staðiliga mæla løgtinginum frá at samtykkja hetta lógaruppskotið, og í staðin seta ferð á arbeiðið at gera føroyska pensjónsnýskipan til veruleika í samstarvi við allar partar.
Um arbeitt verður skjótt og rætt, kann ein nýggj pensjónsnýskipan – ið allir partar, bæði á Løgtingi og í samfelagnum annars, taka undir við - setast í verk longu 1. januar 2013.

