“Akfarsparkin hjá teimum almennu Føroyum”

4 May 2010
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Svar uppá skrivligan fyrispurning til Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann frá Torbirni Jacobsen, løgtingsmanni um “Akfarsparkin hjá teimum almennu Føroyum”

1. Hvør er almenni politikkurin akførum viðvíkjandi, t.v.s., hvussu skulu almennir stovnar, nevndir, partafelagsnevndir o.s.fr. fyrihalda seg viðvíkjandi tí at ogna sær akfør til starvsfólk í almennari tænastu?

2. Hvussu mong rullandi akfør eiga tær almennu Føroyar, og hvussu mong eru hesi í hvørjum einstøkum geira inni í almenna geiranum, t.d. hjá Posta, Vága Floghavn, Fiskiveiðieftirlitinum o.s.fr.?

3. Hvør var samlaði innkeypsprísurin fyri verandi ”akfarsflota” í øllum geiranum og í hvørjum felag og stovni sær?

4. Hvat var bókaða virðið av verandi ”akfarsflota” ultimo 2009, býtt sundur á sama hátt sum í omanfyrinevnda spurningi?


Svar:

1. Akfør í hesum sambandi er arbeiðstól eins og ein røð av øðrum arbeiðstólum, sum einstaki stovnurin o.o. ognar sær fyri at kunna útinna sítt arbeiði. Eingin serligur politikkur er fyri almenn akfør, sum tað heldur ikki er fyri onnur arbeiðstól.


Tá ið tað kemur til at ogna sær akfør, so er tað altíð upp til leiðslurnar, at meta um flutnings- og tænastutørvin, hvussu hesin kann verða loystur á skilabestan hátt. Her er tað eins og tað eisini er við øðrum arbeiðstólum, at stovnsleiðslan tekur ta avgerð, sum hon metir verða skilabest, sæð út frá einum heildarsjónarmiði.

Tí er tað upp til leiðslurnar at gera av, hvørt tað er skilagott at ogna sær eitt akfar, sum arbeiðstól. Leiðslurnar eru m.a. settar til at taka sær av slíkum eins og eina røð av øðrum málum.


2. Landið rindar vektgjald til gott 300 akfør um árið, men skrásett eru einans 164 av hesum í støðisognarskipanini hjá Føroya Gjaldstovu. Í hjálagda skjali (skjal 1) sæst hvørjir stovnar standa fyri hesum akførum. Afturat hesum eigur Posta 64 akfør (11 lastbilar, 12 vørubilar og 41 smærri bilar). Frá Vága Floghavn havi eg ikki fingið teirra tal av akførum (sí hjálagda skjal – skjal 2). Møgulig akfør hjá Fiskiveiðieftirlitinum eru ikki skrásett í støðisognarskipanini hjá Føroya Gjaldsstovu.

3. Í skjali 1 sæst innkeypsprísurin fyri tey 164 akførini, sum eru skrásett í støðisognarskipanini hjá Føroya Gjaldstovu pr. 31. mars 2010. Innkeypsprísurin fyri hesi akfør er 47 mió. kr. Eisini sæst hvat hetta tal er fyri hvønn stovn sær. Útveganarvirði fyri tey 64 akførini hjá Posta er 16,1 mió. kr.


4. Bókaða virði hjá teimum akførum, sum eru skrásett í støðisognarskipanini hjá Føroya Gjaldstovu, er 10,1 mió. kr. Fyri einstøku stovnarnar síggjast tølini í skjal 1. Hjá Posta er bókaða virðið við árslok 2009 8 mió. kr.

Løgmansskrivstovan, tann 22. apríl 2010


Kaj Leo Holm Johannesen